Undan tímamissi

Í grundini missi eg tveir tímar: fyrst tann tíman, sum eg ikki sleppi at hava ljósið tendrað. Og er tað nakað, eg hati her í tilveruni, so er tað at vera uttan elektriskt ljós! So er tað tímin, eg missi, tá eg noyðist at seta klokkuna ein tíma fram fyri at kunna fylgja við øllum hinum.

Annars havi eg skikkað mær ógvuliga væl í dag: havi næstan ikki hugt at sjónvarpi, fyrst og fremst tí har var so at siga onki av týdningi at hyggja at. Skíðítrótturin úr Norra er hildin uppat – sukk – ongin Petter Northug í langsamiliga tíð.

Eg tendraði ikki kassan fyrr enn einaferð seinnapartin, tá ein sending var um kinesarar, sum skjóta tibetanar, sum flýggja til India. Himmal og hav, ómenni við lít.

Eg havi bara gjørt sovorðið meiningsfult í dag: orðnað pappírir, goldið rokningar, vaska klæðir, strokið klæðir, tí sum øll vita, sum kenna meg, so hati eg at vaska upp, men tá ið eg noyðist at vaska upp, so skulu viskustykkini, sum eg turki av við, vera strokin, annars missi eg svøvnin. Og ja, eg veit, skítbýtt, men what the heck, vit hava øll okkara svakligheitir.

Hvat annað havi eg gjørt: jú tikið av sengrum, blaka avísir út, planta Gyðju og Augustu út uttanfyri. Tær hava nú hugnað sær inni í vindeygakarminum síðani 8. mars, men nú helt eg at tær kláraðu at fara útum, so fáa vit at síggja.

Og so havi eg lurtað eftir flokstinginum hjá Tjóðveldinum á netinum, but I was not amused, má eg viðganga. Men hvør sigur, tað skal vera stuttligt tað heila? Og so havi eg skrivað, skrivað, skrivað og lisið í bókini Sig at du lyver … Áhugaverd, viðhvørt væl skrivað, men sum oftast bara beint fram eftir landavegnum og ikki tann stóri kunsturin, men tað skuldi hon kanska ikki vera …

Og beint nú havi eg verið uppi hjá Erhard og Sigrun og Twiggy og Aron, sum hevði kroyst stórutá millum eina hurð, men sum ikki hevði ilt meira, tíbetur. Og nú fer Twiggy skjótt sín kvøldartúr áðrenn niðurfaringartíð, helst í fínum reyðum frakka.

Bara fyri at tryggja mær at tit ikki øll koma til Sørvágs at hyggja, so er Twiggy ikki hin klæna fotomodellin frá trýssunum, men ein hundur.

Nå – nú fari eg at seta meg at lesa ein stuttliga bók, sum eg keypti frá Rit og Rák ein dagin. Hon eitur Jeg er bevæbnet og har tømmermænd. Udvalgte trusselsbreve fra Rigspolitiets arkiv. Og hon er bara so stuttlig, at eg liggi fløt í grin: t.d. henda:

Dette er et bankrøveri Gi mig 100000 kr kontant ellers voldtager jeg jeres diriktør

Viðhvørt er stuttligt at liva.

One thought on “Undan tímamissi

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s