Eg og Yoko Ono – Part two

Eg hoyrdi herfyri í útvarpinum ein morgunin, har hoyrir tú jú so øgiliga nógv týdningarmikið, at 11. apríl 1954 er kosin keðiligasti dagur nakarantíð á jørðini.

Eg trúgvi tí væl. Í hvussu er, tá eg hugsi um mammu, sum tá hevur gingið við stórum búki og puffað og suffað og vónað, at hetta barnið fór at koma skjótt, so hon slapp av við búkin. Helst er búkurin sokkin niður hetta tíðarskeiðið, tí eg eri í ferð við at gera meg til reiðar at bjóða verðini av. Tit, sum hava átt kenna tað: tá ið tú situr niðri, følist tað, sum tú situr undir einum eyka búki, sum trýstir niður á knøini; tá ið tú fert til gongu, vaggar tú sum ein gomul høna, og hendurnar liggja á lendunum aftan bak, tí tú mást  tryggja tær, at tú ikki fert fram eftir rommum.

At døma eftir reaktiónini, tá eg kom í verðina, so hevur tað eisini verið ein lætti: tann, ið tók ímóti mær í hesum heimi var Árni Olsen, ja sig so tað. Sami Árni, sum seinni skuldi gerast psykiatari úti á landssjúkrahúsinum. Hesin sami Árni fekk ein dyggan brest í reyvina frá mammu, tá hon hevði átt við orðunum: “oys, tað var gott.” Og tað skal sjálvandi skiljast uppá tveir mátar, tí  neyvan hevur sjálv prosessin verið so góð, at døma eftir útrópinum, men so mikið betri var úrslitið, tí har lá eg … eg meini so við … tað kundi ikki verið betri, í hvussu so er ikki fyri meg.

Og tað stuttliga er, at eg kom inn í henda heimin júst á sama stað, har eg í hesi løtu siti og skrivi henda bloggin, tí eg eri sjálvandi fødd heima við hús í dupultsongini hjá mammu og pápa, og hvør veit, um tað ikki er á sama stað, har eg kom í spergament á sinni, men tað lata vit liggja …

So summa summarum gingu bara 11 dagar, og so var tað lukkuligasti dagur í heiminum fyri meg og nøkur onnur við.

Og so skuldi eg heilsa frá Yoko Ono, sum forrestin er mín twitter vinkona, at tað er móðir jørð dagur í dag, so syrgið fyri at hugsa eitt sindur meira um henda knøttin bæði fyri mína og tykkara egnu skyld. Og bara fyri at tað skal vera heilt greitt, so er hetta ikki nakað, sum eg og Yoko Ono hava funnið uppá, tað er ST, sum hevur skyldina.

Og nú hevur streymað inn við heilsum á mínum facebookprofili, og um tú heldur, at tað er nakað tvætl við facebook, so skuldi eg heilsa og siga, at tað er tað slett ikki, og at fáa heilsu frá nær og fjar henda dagin er sum balsam á sálina. Tað syngur í Iphonini hjá mær  annan hvønn minutt, tí onkur sendir mær ein góðan tanka.

Eg royni at takka hvørjum einstøkum, men longu nú byrjar at knípa, eg má gera sum Margreta drotning og fáa mær sekreter.

– og nú fari eg at halda fram at gera mat. Eg geri ikki sum Ásla á Klettum: hon segði, at tá hon hevði føðingardag, ætlaði hon sær ikki at liggja fløt í luftini og baka – tað máttu hini gera. Tað var hóast alt hon, sum fylti. Ásla er ein klók kona, men her má eg gera, sum eg vil.

Møøø

Eg var í ítróttarhøllini á Nabb í gjár. Var og hugdi at mínari ommudóttur, tí hon  ger fimleik í Havnar Fimleikafelag.

Ikki havi eg verið ofta í ítróttarhøllini á Nabb, einar seks ferðir er tað blivið til, kanska. Tað man vera tað mesta, haldi eg.

Síggi, at tey eru farin at byggja uppí. Hon man hava tænt fyri seg. Tá eg fór á studentaskúlan, var hon spildurnýggj, stóð nærum fyri seg sjálva úti á bølandinum.

Lítil steðgur, har eg blási dustið úr hárinum …

So var eg aftur, mátti taka dustsúgvaran fram …

Eg kann ikki lata vera við at fortelja, tá eg og aðrar við mær mundu enda uppi í ítróttarhøllini á Nabb á sinni leiðandi eina kúgv. Tað var eisini, meðan eg gekk á studentaskúlan.

Ein dagin hoyrdist, at tað skuldi vera vakurleikakappin uppi á Nabb, nú skuldi Føroya vakrasta sprund finnast. Slíkt hevði ongin hoyrt áður, tað var bara sovorðið, sum gekk fyri seg yviri í Amerika, og ikki kann sigast, at fyrireikararnir høvdu valt sær eina verri hóskandi tíð at koma við slíkum ætlanum.

Eitt ramaskríggj fór ígjøgnum ein útvaldan skara av gentum: Hetta vildu vit ikki finna okkum í! Hvør hevði ikki lisið analysuna av mótablaðnum Eva. Eg hevði so í øllum førum.

“Vores samfundsskabte identitet afspejles i og formidles gennem damebladene. Selvom vi måske ikke læser dem selv, (tað hevði eg gjørt, av tí at mín einasta lektura út yvir telefonbókina var Familie Journalen, sum var lisið úr einum enda í annan hvørja viku) er det alligevel de same krav og forventninger, som stilles til os som kvinder af samfundet iøvrigt. Hvis vi forkaster ugebladenes kvindeopfattelse og definition af os, har vi simpelthen ingen identitet – før vi selv skaber en kvindeidentitet.”

Soleiðis stóð at lesa í Udsigten fra det kvindelige univers, sum forlagið Røde Hane gav út í 1971. Gud vælsigini tey! Eyeopener við lít, bæði hetta við kvinnufatanini og tí, at tað í grundini var so ræðiliga nógv annað og betri at lesa enn vikubløð.

So tá ið eg og aðrar við mær hoyrdu um hesa vakurleikakappingina, kom røringur í, hetta skuldi so aldri blíva til nakað. Vit settu okkum saman og løgdu ætlanir, og besta ætlanin var at alliera seg við Atu Bærentsen sálu, tí hon fór at spyrja pápa sín, sum var landsdjóralækni og tískil hevði góðar kontaktir, um hann ikki kundi lána okkum eina kúgv. Og tað er so vist og sannheit og sum amen í kirkjuni, at bleiv nøkur vakurleikakapping, so ætlaðu vit at troppa upp við kúnni.

Eg veit ikki, um onkur slatraði, men í øllum førum bleiv kappingin avlýst, og um tað hevði nakað við kúnna at gera ella ikki, so høvdu vit vunnið, og sum hevndin smakkaði væl og søtliga!

Men aftur til eina aðra framsýning: fimleikaframsýningina. Hetta vóru eisini gentur í fínum klæðum, tað glitraði og glampaði sum á jólum, Har var reytt og blátt og grønt og orange og ljósareytt og mangir aðrir litir. Og so dugdu tær so væl eisini.

Har var ongin kúgv, og tað skal bara mangla, hetta vóru gentur, sum høvdu vant og nú skuldu vísa, hvat tær dugdu. Og tað er jú nakað annað enn at kappast um, hvør er vakrast. Venjararnir vóru, hóast kallmansligt heiti, allir ungar gentur, og stuttligt var at síggja, hvussu tær stóðu á síðulinjuni og royndu at gera rørslurnar, so tær á gólvinum ikki skuldu gloyma og koma úr takt.

Ein hátíðarlig løtu, har tær komu inn við Merkinum á odda, og har varð heilsað, og tjóðsangurin sungin. Og sjálvandi klappaðu vit, so hendurnar vóru sárar aftaná. Tað skal bara mangla!

Og so fingu tær fimm ára nálir og tíggju ára nálir, og heiðursmerki fyri ídnað, men summa summarum var besta liðið sjálvandi tað,  har mín ommudóttir var við!