Electric Ladyland

Ahhhhh, denn dagur. Eg havi ognað mær ein iPad, og í gjár bar eg hann í føvninginum inn um gáttuna sum eina brúður, og í morgun havi eg sitið og hugna mær við hesum yndisliga apparati.

Hm, tit hoyra kanska, at eg eri single?

Eg minnist mína markleysu virðing fyri tøknini, tá eg fyrstu ferð fann útav, at okkurt æt Amazon.com. Eg bílegði mær eina bók frá teimum, heilt úr Amerika, og síðan hugsaði eg í fleiri vikur um hetta fantastiska fyribrigdi, har eg fekk atgongd til allar heimsins bøkur, ja kanska serliga bøkur, sum eg ikki vanliga sá í vindeyganum á Gamla hvønn dag. Undranin er ikki burtur enn, men adrenalið er ikki so høgt nú, tá eg bíleggi, at nakað er at óttast fyri.

Og so er tað so hugnaligt við hesum tøknligu vidundrunum, tey tosa við teg, t.d. sigur mitt wordpress við meg: Howdy, Marna, hvørja ferð eg loggi meg inn. Og onkursvegna síggi eg fyri mær ein kátan suðurstatsmann hvørja ferð. Teir finnast helst eisini.

Í heila tikið haldi eg hetta, sum hendir á tøknliga økinum, er ein gáva til menniskjað, serliga haldi eg, at Apple er ein gáva til menniskjað, tað er okkurt við Apple, sum er onkursvegna so tølandi, og tí kunnu tit ætla, at eg var upp í loft, tá eg leyp av songini í morgun, skundaði mær at fáa mær ein temunn og so leyp eftir padduni.

Og nú havi eg sitið og leitað í Apple Store og funnið mær avísir at lesa og bøkur, ikki um at tala.

Eg fekk enntá eina ókeypis bók, gud viti hví, spildurnýggj: Lykkelig I Nørdland eftir Dorte Toft, hon sum avdúkaði IT-Factory. Hon skrivar um, hví gentur ikki velja sær tær hørðu útbúgvingarnar, inginørarar, teldurfrøðingar og annað, sum gevur nógva prestige og pengar, og sum DK manglar fólk til.

Undirheitið er Hvem bygger fremtiden? En tankevækker til fædre, mødre og andre, der påvirker pigers studievalg. Eitt hon vísir á, er at pápar hava sera stóra ávirkan á framtíðar lestrarval hjá gentum, so her hvílir ein stór ábyrgd á teirra herðum! Sig so tað.

Tá ið gentur velja tey matematikktungu, mansdomineraðu fakini frá, velja tær samstundis at siga nei til nøkur av tryggustu størvununum í krepputíð, smidlig arbeiðsviðurskifti og nakrar eyka milliónir krónur aftrat í lívstíðarinntøku.

Tað eru nógvar orsøkur til, at gentur velja slíkar útbúgvingar frá, ein er, at menn fáa pikkfall av klókum gentum/kvinnum, tí gera gentur seg ofta býttari enn tær í veruleikanum eru … eg má siga, eg eri blivin klókari í morgun …

Nå, alt meðan eg siti og ruri padduna í føvninginum og lesi hesa spennandi bókina, so spælir Orchestre Révolutionnaire et Romantique undir leiðslu av John Eliot Gardiner løg eftir Hector Berlioz, og eg má fyri tíggjundu ferð viðganga, at mær dámar ikki Berlioz. Helst var tað navnið á orkestrinum, sum fekk meg at keypa fløguna. Eg var íðin lesari av dupultverkinum Victoria og verdensrevolutionen eftir Ingu Eriksen, tá einaferð í 70´unum.

So – nú fari eg at eta mær eina deiliga salat við artiskokkum í, grillaðir og súltaðir. Um nakar veit, hvar artiskokk-land liggur, so sig frá – eg flyti hagar skjótt.

Human dancers

Amerikanska orkestrið The Killers hava ein kendan sang, sum kallast Human. Har verður ein regla endurtikin upp í saman: are we human or are we dancer? Einaferð las eg í einum viðtali við limir í orkestrinum, at teir vóru deyðatroyttir av at svara spurninginum: hvat meina tit við, tá tit syngja handa setningin?

Eg skilji væl, at fólk spyrja, tí tað tykist ikki at vera nakar beinleiðis mótsetningur í tí, at vera menniskja ella dansari.

Tú kanst jú vera bæði, haldi vit.

Men nú eri eg sera takksom fyri, at The Killers hava noktað at svara spurninginum, tí hesa seinasta tíðina havi eg hugsað nokkso djúpt yvir hetta, sum hendir í landi okkara, og eg eri alt meira farin at ivast í, um vit í grundini eru menniskju ella dansarar.

Tað er júst henda andsøgnin millum menniskja og dansara, sum er so altumráðandi: eg haldi, at um The Killers høvdu tímað at svara, so høvdu teir kanska sagt, at menniskju alt meir og meir eru farin at verða sum robottar, fullkomiliga liðleys og lívleys, í staðin fyri at bukta seg og vríggja og skapa sær eitt sindur, ja tora at siga frá, at vit ikki tíma hesa undirbrotligheitina meira, at vit ikki longur góðtaka blint allar fyriskipanir, sum landið vil hava okkum at góðtaka og sum privata vinnan, t.d. bankarnir vilja hava okkum at svølgja rátt.

Og ja – tað er hetta við BankNordik, sum fekk meg at seta mær sjálvari spurningin, um ikki tíð er, at vit fara í holt við eitt sindur av sivilum ólýdni?

Svenska orkestrið Bo Kaspers Orkester hava givið nógvar góðar fløgur út, m.a. frá 2003, har sangurin Dansa på min grav er á:

Jag vil lära dig att dansa, om det någon gang blir av, syngja teir, eftir at hava greitt frá, at vit verða lærd at krúpa, ganga í takt, marsjera, standa í rað, klappa hendurnar: lära dig bocka og att buga för någon idiot.

Tað er mangt, sum bendir á, at eitt og hvørt tiltak bæði frá almennari og privatari síðu sleppur ókritisera framvið: loysunarorðið hjá tí almenna er sentralisering, skúlar skulu niðurleggjast, kommunur skulu leggjast saman o.s.fr. o.s.fr. og tað ljóðar í fyrstu atløgu sum søtur tónleikur, tí hvat kann vera betur enn, at vit øll standa saman sum ein maður og enntá spara pengar samstundis?

At tað so saman við at bankar og posthús snara lykilin um í hvørjari bygd í Føroyum, spakuliga byrjar at líkast onkrum slagi av avtofting, tað kanska er ein veruleiki, sum vit fara at gráta um, um nøkur ár. Eg veit líka.

Men eitt veit eg, og tað er, at sigur tú nakað sovorðið sum, at tú ikki gongur blint inn fyri hesum samanleggingum/niðurleggingum, so verður tú í besta føri hildin at vera konservativ og í ringasta føri idiot.

Og eg sum helt, at sentraliseringsstýri var eitt barn av kommunismuni, nú tykist tað, sum hon er loysnin á øllum trupulleikum, vit hava í hesum landinum.

Eg veit ikki, um The Killers høvdu góðtikið mina útlegging, men it´s a free country, tað er við tónleiki, sum við poesi, tú kanst útleggja hann, sum tú vilt, og skulu vit so ikki njóta The Killers samstundis?

Guernica

Ein av døtrum mínum, Turið, vísti mær á eina grein hjá Noam Chomsky í morgun. Greinin var um likvideringina av Osama Bin Ladin, og fyri fyrstu ferð las eg eina væl undirbygda grein um mannarættindi. At mannarættindi eru galdandi fyri øll ikki bara okkum kristnu hesumegin á jørðini.

Eg takkaði dóttrini fyri at hava víst mær á hesa spennandi netsíðuna, har hetta nettíðarritið liggur á, og hon svaraði: Japp!! Hon fevnir akkurát um tvey tey týdningarmiklastu evnini í heiminum: Guernica – a magazine for politics and art.

Vit sum hava fylgt við í tímanum, vita, hvat Guernica stendur fyri –  politikki, sum førdi til ein ræðuligan sorgarleik og eitt málarí, sum hevur ódeyðiliggjørt tey deyðu í Guernica.

Eg hugsaði við mær, tá eg sá øll tey brølandi fólkini í mannamúgvunum í New York aftaná drápið: hvør munur er á hesum brølunum og brølunum, tú hoyrir eystanfyri, tá ið tey fólkini gleðast um onkra líknandi hevndaratsókn. Ikki tí: eg skilji tey væl, bæði amerikanarar og arabar, hevndin er so søt, at tú kanst ikki lata vera. Men onkursvegna halda vit, at teir jublandi amerikanararnir hava størri rætt at fegnast enn arabar, sum gera tað sama í sínum gøtum.

Vit hava so dyggiliga demoniserað hesa fólkini: hugsi mangan um, hví eg altíð havi havt okkurt óforloyst við japanar, at eg eri farin upp at ristast, tá ið eg hoyri um tann gula vandan: forkláringin er stutt og greitt tann, at undir øðrum veraldarbardaga vórðu japanar demoniseraðir, so at tað enn rennur mær kalt niður eftir bakinum, tá ið eg hoyra teirra krígsýl í sjónvarpinum.

Nú heldur kanska onkur, at eg eri farin í so langt frá evninum, men als ikki: mátin vit tulka heimin og tess gerðir er í øgiliga stóran mun dánaður av, hvør hevur fortalt okkum sannleikarnar.

Eg meini so við: hava amerikanar onki at skamma seg yvir?  Eg sat nú eitt kvøldið og hugdi at massakruni í MyLai í Vietnam, har ongin var drigin til svars fyri hetta.  Hetta er í einum landi, har fólk enn doyggja av niðurgrivnum minum, og børn verða fødd við einum eyga, høvdum sum gassballónir, samanvaksnum limum etc etc, men har amerikanarar nokta enn tann dag í dag at gjalda nakað endurgjald fyri at hava oyðilagt arvaeindirnar í einum parti av vietnameska fólkinum, tíansheldur at geva teimum nakra umbering fyri tað, teir hava gjørt.

Viðvíkjandi likvideringini av Osama Bin Laden: hví eru tað so fá, sum seta spurnartekin við, um tað kann verjast, at ein stjórn í einum landi fer inn í eitt annað land við hermonnum og ger eina atsókn í einum húsum fyri at drepa ein mann, sum hevnd fyri nakað, sum henda stjórnin sigur, at hann hevur ábyrgdina av?

Eg helt, at altjóðu reglur vóru galdandi fyri øll –  men tær eru  eftir øllum at døma ikki galdandi fyri amerikansku stjórnina – tak bara Guantanamo Bay – um hetta ikki er brot á allar reglur um rættartrygd, so veit eg onki.

Og at drepa ein mann, sum ikki er vápnaður – hví skal eg góðtaka tað? Sjálvt um eg  á allar mátar seti nógv størri spurnartekin við menniskjafatanina hjá islamistum enn hjá t.d. amerikanarum, og til eini hvørja tíð heldur hevði valt tað amerikanska modellið fram um tað, sum verður grundað á islam?

Verjan hjá amerikumonnum var, at Osama brúkti eina av konum sínum sum skjøldur. (denn fani, hann virðir ikki konufólk), Á henda hátt skuldu vit fáa vaml fyri hesum vittugginum, sum vit vita, hevur blóð av nógvum ósekum á samvitskuni. Og tað hevur hann, tað vita vit!

Men tað keðiliga er, at hetta vísir seg at vera sera ivasamt, nú vísir tað seg, at hvørki Osama ella konan ella vaktirnir hava  gjørt nakra vápnaða mótstøðu:

”(he still “resisted,” officials say, although it’s unclear how one resists a heavily armed special forces team without a weapon)”

Soleiðis sigur Joshua Holland, sum saman við Noam Chomsky hevur vágað sær at lagt eitt øðrvísi sjónarmið fram um, hvørt hetta var rætti framferðarháttur og um amerikanarar hava vunnið kríggið á terrorismuni, ella um Osama Bin Ladin ikki er blivin enn meira martyrur enn hann var frammanundan.

Eg eri bangin fyri tí!

Barack Obama, segði við “60 minutes” í gjár, at mátin teir blakaðu hann út á havið, gjørdu teir so “respectfull” og “with dignity”, ið teir kundu.

Hann vildi verða við, at teir góvu Osama meira virðing, enn hann hevði víst við at týna tey 3000 fólkini, ið doyðu á 9/11.

Hann endar samrøðuna við at siga:

“… but then again, that’s what makes us different from them.”

Eg eri speechless … ab so lute ly speechless.