Amerikanska orkestrið The Killers hava ein kendan sang, sum kallast Human. Har verður ein regla endurtikin upp í saman: are we human or are we dancer? Einaferð las eg í einum viðtali við limir í orkestrinum, at teir vóru deyðatroyttir av at svara spurninginum: hvat meina tit við, tá tit syngja handa setningin?
Eg skilji væl, at fólk spyrja, tí tað tykist ikki at vera nakar beinleiðis mótsetningur í tí, at vera menniskja ella dansari.
Tú kanst jú vera bæði, haldi vit.
Men nú eri eg sera takksom fyri, at The Killers hava noktað at svara spurninginum, tí hesa seinasta tíðina havi eg hugsað nokkso djúpt yvir hetta, sum hendir í landi okkara, og eg eri alt meira farin at ivast í, um vit í grundini eru menniskju ella dansarar.
Tað er júst henda andsøgnin millum menniskja og dansara, sum er so altumráðandi: eg haldi, at um The Killers høvdu tímað at svara, so høvdu teir kanska sagt, at menniskju alt meir og meir eru farin at verða sum robottar, fullkomiliga liðleys og lívleys, í staðin fyri at bukta seg og vríggja og skapa sær eitt sindur, ja tora at siga frá, at vit ikki tíma hesa undirbrotligheitina meira, at vit ikki longur góðtaka blint allar fyriskipanir, sum landið vil hava okkum at góðtaka og sum privata vinnan, t.d. bankarnir vilja hava okkum at svølgja rátt.
Og ja – tað er hetta við BankNordik, sum fekk meg at seta mær sjálvari spurningin, um ikki tíð er, at vit fara í holt við eitt sindur av sivilum ólýdni?
Svenska orkestrið Bo Kaspers Orkester hava givið nógvar góðar fløgur út, m.a. frá 2003, har sangurin Dansa på min grav er á:
Jag vil lära dig att dansa, om det någon gang blir av, syngja teir, eftir at hava greitt frá, at vit verða lærd at krúpa, ganga í takt, marsjera, standa í rað, klappa hendurnar: lära dig bocka og att buga för någon idiot.
Tað er mangt, sum bendir á, at eitt og hvørt tiltak bæði frá almennari og privatari síðu sleppur ókritisera framvið: loysunarorðið hjá tí almenna er sentralisering, skúlar skulu niðurleggjast, kommunur skulu leggjast saman o.s.fr. o.s.fr. og tað ljóðar í fyrstu atløgu sum søtur tónleikur, tí hvat kann vera betur enn, at vit øll standa saman sum ein maður og enntá spara pengar samstundis?
At tað so saman við at bankar og posthús snara lykilin um í hvørjari bygd í Føroyum, spakuliga byrjar at líkast onkrum slagi av avtofting, tað kanska er ein veruleiki, sum vit fara at gráta um, um nøkur ár. Eg veit líka.
Men eitt veit eg, og tað er, at sigur tú nakað sovorðið sum, at tú ikki gongur blint inn fyri hesum samanleggingum/niðurleggingum, so verður tú í besta føri hildin at vera konservativ og í ringasta føri idiot.
Og eg sum helt, at sentraliseringsstýri var eitt barn av kommunismuni, nú tykist tað, sum hon er loysnin á øllum trupulleikum, vit hava í hesum landinum.
Eg veit ikki, um The Killers høvdu góðtikið mina útlegging, men it´s a free country, tað er við tónleiki, sum við poesi, tú kanst útleggja hann, sum tú vilt, og skulu vit so ikki njóta The Killers samstundis?
Jú, tað skulu vit so heilt sikkurt!
Fríggjadagin, tá uppgávan er latin inn, fari eg bankashopping og eg havi eisini hugsa, at nú er tað saten’eme uppá tíðina, at vit hølva okkurt slipsadjór av….verbalt, um vit skulu verða høflig.
Herfyri hoyrdi eg, at danskarir ýldu og tútaðu sum svakir fanar, hvørjaferð okkurt varð avgjørt politiskt, at stjórnin tordi næstan ikki at flyta seg. Eg hugsaði: maaaaah, tað má verða deiligt!!! Tað er umvent í Føroyum.
Heilt forbannað gott sagt! Eg eri púra samdur!
Men vit gera bara onki við tað!
Havi hug at protestera, men verði væntandi bara avskrivaður sum ein undirsjóvartunnils-nøt!
George Orwell segði einaferð: All animals are equal, but some animals are more equal than others