Electric Ladyland

Ahhhhh, denn dagur. Eg havi ognað mær ein iPad, og í gjár bar eg hann í føvninginum inn um gáttuna sum eina brúður, og í morgun havi eg sitið og hugna mær við hesum yndisliga apparati.

Hm, tit hoyra kanska, at eg eri single?

Eg minnist mína markleysu virðing fyri tøknini, tá eg fyrstu ferð fann útav, at okkurt æt Amazon.com. Eg bílegði mær eina bók frá teimum, heilt úr Amerika, og síðan hugsaði eg í fleiri vikur um hetta fantastiska fyribrigdi, har eg fekk atgongd til allar heimsins bøkur, ja kanska serliga bøkur, sum eg ikki vanliga sá í vindeyganum á Gamla hvønn dag. Undranin er ikki burtur enn, men adrenalið er ikki so høgt nú, tá eg bíleggi, at nakað er at óttast fyri.

Og so er tað so hugnaligt við hesum tøknligu vidundrunum, tey tosa við teg, t.d. sigur mitt wordpress við meg: Howdy, Marna, hvørja ferð eg loggi meg inn. Og onkursvegna síggi eg fyri mær ein kátan suðurstatsmann hvørja ferð. Teir finnast helst eisini.

Í heila tikið haldi eg hetta, sum hendir á tøknliga økinum, er ein gáva til menniskjað, serliga haldi eg, at Apple er ein gáva til menniskjað, tað er okkurt við Apple, sum er onkursvegna so tølandi, og tí kunnu tit ætla, at eg var upp í loft, tá eg leyp av songini í morgun, skundaði mær at fáa mær ein temunn og so leyp eftir padduni.

Og nú havi eg sitið og leitað í Apple Store og funnið mær avísir at lesa og bøkur, ikki um at tala.

Eg fekk enntá eina ókeypis bók, gud viti hví, spildurnýggj: Lykkelig I Nørdland eftir Dorte Toft, hon sum avdúkaði IT-Factory. Hon skrivar um, hví gentur ikki velja sær tær hørðu útbúgvingarnar, inginørarar, teldurfrøðingar og annað, sum gevur nógva prestige og pengar, og sum DK manglar fólk til.

Undirheitið er Hvem bygger fremtiden? En tankevækker til fædre, mødre og andre, der påvirker pigers studievalg. Eitt hon vísir á, er at pápar hava sera stóra ávirkan á framtíðar lestrarval hjá gentum, so her hvílir ein stór ábyrgd á teirra herðum! Sig so tað.

Tá ið gentur velja tey matematikktungu, mansdomineraðu fakini frá, velja tær samstundis at siga nei til nøkur av tryggustu størvununum í krepputíð, smidlig arbeiðsviðurskifti og nakrar eyka milliónir krónur aftrat í lívstíðarinntøku.

Tað eru nógvar orsøkur til, at gentur velja slíkar útbúgvingar frá, ein er, at menn fáa pikkfall av klókum gentum/kvinnum, tí gera gentur seg ofta býttari enn tær í veruleikanum eru … eg má siga, eg eri blivin klókari í morgun …

Nå, alt meðan eg siti og ruri padduna í føvninginum og lesi hesa spennandi bókina, so spælir Orchestre Révolutionnaire et Romantique undir leiðslu av John Eliot Gardiner løg eftir Hector Berlioz, og eg má fyri tíggjundu ferð viðganga, at mær dámar ikki Berlioz. Helst var tað navnið á orkestrinum, sum fekk meg at keypa fløguna. Eg var íðin lesari av dupultverkinum Victoria og verdensrevolutionen eftir Ingu Eriksen, tá einaferð í 70´unum.

So – nú fari eg at eta mær eina deiliga salat við artiskokkum í, grillaðir og súltaðir. Um nakar veit, hvar artiskokk-land liggur, so sig frá – eg flyti hagar skjótt.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s