Fótbóltur og kvinnufótbóltur

Herfyri kom ein sjáldsom bók út í Danmark. Tað var bókin Katrine-anfører på landsholdet. Hvør er so henda góða Katrine, spyrja vit.

Ongin ivi man vera í, at mong munnu kennast við navnið Christian Poulsen. Hóast eitt sera anonymt sen-navn, so vita vit, at hann er liðskipari hjá danska landsliðnum. Men Katrinu kenna vit ikki – ella í øllum førum, so skulu vit vera meira enn almindiliga áhugað í fótbólti fyri at vita, at hon eisini er liðaskipari hjá danska landsliðnum, tað vil siga – landsliðnum hjá kvinnum.

Katrine Skovgaard Pedersen er defensivur miðvallaleikari, hon gjørdist landsliðsskipari í 2003, og í 2007 varð hon vald í verðinsliðið hjá FIFA. Hon hevur spælt við donskum, enskum, norskum og svenskum liðum. Hon hevur við 173 landsdystum spælt 44 fleiri dystir enn danski rekordhavarin Peter Schmeichel, men heldur ikki hetta ger, at vit vita, hvør hon er.

Hóast hon kanska kann gleppa burtur ímillum á hillinum við øllum teimum túsundtals fótbóltsbókunum um mannligar spælarar, so eru danskir ummælarar á einum máli um, at bókin er kærkomin íblástur hjá teimum, kanska serliga gentum, sum hava brúk fyri kvinnuligum fótbóltsspælararum at síggja upp til ella at spegla sær í.

Hóast danska kvinnulandsliðið kann kallast at spæla á elitustøði, so eru fáir pengar og lítil prestiga í fótbóltinum. Munur er á londum tó, í Norra er størri virðing fyri kvinnufótbólti, har fáa tær, sum eru grundstamman í norska landsliðnum, 20.000 kr um mánaðin í løn, meðan Katrine Søndergaard Pedersen fær 3000 kr um mðr.

So kunnu vit spyrja, hvussu vorðið er hjá okkum. Helst er skilið líka ringt og kanska vánaligari enn í hinum Norðurlondum. Fyri at síggja nakað á skrift um føroyskan kvinnufótbólt mást tú brynja teg við bæði toli og sjóneyku.  Og hetta sjálvt um vit hava bæði 1. deildarlið, 2. deildarlið og gentulið, og eisini sjálvt um tær spæla bæði steypadystir og landsdystir og taka lut í EM.

Seks lið kappast í landskappingini í 1. deild. KÍ er á odda við 28 stigum, og AB er beint í hølunum á teimum við 23 stigum, síðan koma B36, VÍK, Skála og HB.

Føroyskur kvinnufótbóltur hevur ikki eina langa søgu. Tað hevur ikki eydnast mær at finna útav, nær tey fyrstu kvinnuliðini vóru sett á stovn, men á heimasíðuni hjá FSF stendur, at kvinnurnar kappaðust fyrstu ferð um FM í 1985. Tá varð kappast í 1. deild, gentudeildini og smágentudeildini. Síðani fyrst í níti árunum hevur eisini verið kappast í yngstu gentudeildunum, og meistararnir í kvinnufótbólti hava síðan 2001 tikið lut í Europa Cup.

Eitt annað prógv fyri, hvussu ósjónligar kvinnur eru í fótbólti, eru fótbóltskortini, sum oljufelagið Magn er farið undir at geva út. Eg minnist, at eg orðaði við onkran, at tað var nú løgið, at fótbóltskort ikki vóru givin út við kvinnuligum fótbóltspælarum. Viðkomandi hugdi upp á meg, sum var tað raplað fyri mær.

Ein orsøk til ikki at taka tær kvinnuligu spælararnar við kundi verið, at bara spælarar í Vodafon deildini sleppa við, men tá eg nú lesi tíðindaskrivið frá Magn um kortini, síggi eg, at har eru spælarar frá 1. deild við eisini, nevnliga spælarar úr AB, FC Suðuroy og TB. So tað heldur ikki.

Nei, helst er tað hetta, at vit ganga og billa okkum inn, at ongin tímir at samla upp á kvinnuligar fótbóltspælarar – møsn og tvætl- hervið geva vit okkara uppvaksandi ættarliði, sum nú eru børn, nógv fleiri fordómar, enn tey í veruleikanum hava.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s