Neyð lærir lamnan mann at, ja hvat …?

Nú ein dagin kom eg fram á nøkur postkort, sum fingu meg afturav í stólinum, so nógv flenti eg.

Tað vóru postkort, sum Dansk Handicap Forbund hava útgivið fyri nøkrum árum síðani.

Teknarin var John Callahan, og eg gjørdist sjálvandi forvitin eftir at vita, hvør hesin Callahan var.

Tað fyrsta, eg komi fram á, er ein nekrologur í New York Times frá 2010, so hann er altso deyður. Síðan finni eg útav, at hann bara gjørdist 59 ára gamal.

John Callahan var føddur 5. februar 1951, vaks upp á einum barnaheimi, til hann varð ættleiddur. Drakk sum eitt hol í jørðini, var fyri einu bilóhappi ein leygardag 22 juli 1972, sum lammaði hann frá bringuni og niður.

Hvat hendir so, tá ið tú finnur útav, at tú ongantíð fært gingið aftur, ongantíð fært latið teg í sjálvur, vríggja tærnar ella fáa standing?

Jú, tú heldur fram at drekka sum eitt hol í jørðini, og tað gjørdi John Callahan líka til 1978, tá hann fór í viðgerð hjá AA felagsskapinum.

Tað hendi eftir, at hann ein morgun í juni sat einsamallur heima, hjálpari hansara Alex var farin og hevði lagt eitt glas av valium eftir til hansara at eta. Trupulleikin var bara tann, at hann hevði gloymt at lata tað upp. Callahan brúkti ein tíma uppá at fáa lokið av glasinum við tonnunum, men uttan úrslit. At enda misti hann glasið á gólv og hugdi at, meðan tað trillaði burtur.

Hann hevur sjálvur fortalt, at hann sat í fleiri tímar og hugdi at glasinum og føldi, hvussu vreiði bilgdist upp innan í honum. At enda fór hann at skríggja og banna eftir Várharra og kalla hann bæði eitt og annað, til hann at enda var málleysur. Tað var hetta, sum fekk alt at koppa á, og hann fór í viðgerð og fekk spakuliga skikk upp á seg sjálvan aftur.

Callahan hevði altíð dámað at tekna, men óhappið gjørdi tað sera strævið. Eftir viðgerðina fór hann spakuliga aftur í holt við at tekna við at lata aðra hondina skumpa hina spakuliga eftir pappírinum, og skjótt hevði hann fornermað næstan hvønn einasta samfelagsbólk í Portlandi, har hann búði.

Hann var kendur sum ein, ið fornermaði hvønn tað skuldi vera: brekað, heimleys, tjúkk fólk, alzheimer sjúklingnar feministar og franskmenn. Hann læt seg ikki merkja av, at hann fekk hatursbrøv, sum ákærdu hann fyri rasismu, sexismu, aldursrasismu og fyri at vera sjúkan, siðaspillandi og ólekkran.

So við og við gjørdist hann kendur í øllum USA, men tað, sum serliga gjørdi hann kendan, var bókin Don´t Worry, he Won´t Get far On Foot, og tað var júst henda tekningin, sum fekk meg at fara afturav í stólinum:

Tekningarnar hjá Callahan vóru antin/ella, næstan sum South Park: antin elskar tú tær øgiliga nógv ella hatar tú tær av  innasta hjarta.

Til dømis tekningin av einari matstovu kallað the Anorexic Cafe við skelti í vindeyganum, har tað stóð: Nú afturlatin 24 tímar um samdøgrið, ella tekningin av einum blindum, svørtum biddara við skelti, har tað stóð: Hjálp mær, eg eri blindur og svartur, men ikki musikalskur.

Í 2006 stendur ein grein í Willamette Week um John Callahan, har hann sigur seg vera komnan yvir vreiðina, sum helt honum koyrandi í so nógv ár. Hann er givin at vera eftir kvinnum sigur hann. Í staðin er hann farin at gera musikk.

Hann tjenar nógvar pengar, hevur tríggjar heilsuhjálparar, sum hann betalir sjálvur, ein ørindadrong og ein hýruvognsførara, sum koyrir hann higar og hagar. “In general, it´s expensive being me,” sigur hann. Tekningarnar hjá Callahan hava givið honum nógvar trupulleikar, hann hevur fornermað jødar, svørt, djóravinir og you name it. Onkur hevur kallað tekningarnar hjá honum svart skemt, sjálvur kallaði hann tað yvirlivilsis skemt.

One thought on “Neyð lærir lamnan mann at, ja hvat …?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s