Tíð til sjálvrannsakan

Tað eru nógv í hesum døgum, sum fara inn í seg sjálvi og spyrja, um okkurt kundi verið gjørt øðrvísi.

Las beint nú eina grein í Politiken, har filmskaparin Lars von Trier sigur seg angra, at hann nakrantíð hevur gjørt Dogville. Tað vísir seg at Breivik hevur havt Dogville sum ein av trimum yndisfilmum. Men sjálvandi veit Trier, at tað er umsonst at siga so, tí hansara ætlan var ikki sama ætlan sum tann hjá Breivik, heldur tvørturímóti.

Hetta er ein av tvørleikunum við frælsinum at siga og skriva tað, tú hevur eina meining um. Tó so, í einum og hvørjum demokratiskum samfelag er neyðugt, at tú sleppur at bera fram tína meining um viðurskifti, trupulleikin er bara tann, at vit kanska eru í so sein at koma fram við mótargumentum, tá ið vit síggja, at onkur kemur fram við einari meining, sum fellur okkum fyri bróstið!

Kanska átti eg at tala at, tá ið til dømis ein inni á Facebook kunnger, at onki annað skuldi verið gjørt við arabar enn at teppibumbað teir! Tá ið slíkir fullkomiliga ørir pástandir koma fram, havi eg hug bara at rista við høvdinum og siga: her lades alt håb ude. Men tað er ikki rætt! Vit mugu tala at, tá okkurt verður sagt og gjørt, sum er ein háðan móti menniskjum!

Elsta dóttir mín, Tina, er ein ótroyttilig stríðskvinna í so máta, hon letur aldri eina rasistiska ytring fara aftur við borðinum. Vit tosaðu um hetta í gjárkvøldið, og eg komi við mínari sinniligu viðmerking: pick your battles, meðan hon minnir á prestin Martin Niemöller, tá ið hann í einari prædiku segði nøkulunda soleiðis:

„Als die Nazis die Kommunisten holten, habe ich geschwiegen; ich war ja kein Kommunist.
Als sie die Sozialdemokraten einsperrten, habe ich geschwiegen; ich war ja kein Sozialdemokrat.
Als sie die Gewerkschafter holten, habe ich nicht protestiert; ich war ja kein Gewerkschafter.
Als sie mich holten, gab es keinen mehr, der protestieren konnte.

Tað er farin nógv sjálvrannsakan fram í Týsklandi eftir kríggið, og nú tykist tað, sum vit enn einaferð verða mint á, at óndskapur er alla staðni rundan um okkum og má berjast niður við, sum Stoltenberg so væl sigur tað, meira opinleika meira demokrati, meiri humaniteti, men ikki naiviteti, ella sum ein ung genta segði aftan á hópdrápið:

”Om én mann kan vise så mye hat, tenk hvor mye kjærlighet vi alle kan vise sammen.”

Hvat kunnu vit so gera í okkara lítla landi? Jú, vit kunnu tala at, tí somu menniskjafíggindaligu hugsjónir, sum finnast í øðrum londum, eru eisini at finna hjá okkum! Og vit kundu lært okkara uppvaksandi ættarlið at kjakast, at skifta um orð, at argumentera fyri sínum sjónarmiðum í staðin fyri at tosa um at teppibumba og snara heysin av … stutt sagt at brúka høvdið til tað góða í staðin fyri tað ónda. Tað er alfa og omega fyri demokratiið, at tú lærir teg at reflektera og at argumentera. Her er ein stór uppgáva hjá okkum ommum, foreldrum, lærarum, ja stutt sagt øllum, sum hava við børn at gera.

Hesin sangurin hjá Ole Paus, sum fær meg at hugsa um mítt egna lítla land, er vorðin ein av teimum, sum hevur verið nógv sungin og spældur hesar dagarnar í Noregi.

Á hesari síðuni ber til at senda eina heilsan til Noreg: Kondulansuprotokoll

Til ungdommen

Kringsatt av fiender,

gå inn i din tid!

Under en blodig storm –

vi deg til strid!

Kanskje du spør i angst,

udekket, åpen:

hva skal jeg kjempe med

hva er mitt våpen?

Her er ditt vern mod vold,

her er ditt sverd:

troen på livet vårt,

menneskets verd.

For all vår fremtids skyld,

søk det og dyrk det,

dø om du må – men:

øk det og styrk det!

Stilt går granatenes

glidende bånd.

Stans deres drift mot død

stans dem med ånd!

Krig er forakt for liv.

Fred er at skape.

Kast dine krefter inn:

døden skal tape!

Elsk og berik med drøm

alt stort som var!

Gå mot det ukjente

fravrist det svar.

Ubygde kraftverker,

ukjente stjerner.

Skap dem, med skånet livs

dristige hjerner

Edelt er mennesket,

jorden er rik!

Finnes her nød og sult

skyldes det svik.

Knus det! I livets navn

skal urett falle.

Solskinn og brød og ånd

eles av alle.

Da synker våpnene

maktesløs ned!

Skaper vi menneskeverd

skaper vi fred.

Den som med høyre arm

bærer en byrde,

dyr og umistelig,

kan ikke myrde.

Dette er løftet vårt

fra bror til bror:

vi vil bli gode mot

menskenes jord.

Vi vil ta vare på

skjønnheten, varmen

som om vi bar et barn

varsomt på armen!

Nordahl Grieg, 1936

Forboðið – aaahhh

Ja, ójavnt er býtt, meðan ‘Schlecksystrarnar’ og Contador og aðrir góðir menn stríða seg niðan kongateinin á Tour de France, so havi eg jollað mær við nøkrum so ósunnum sum vaflum. Og ikki eiti á ósunt. Uppskriftin er tann hjá Jonhild úr Klaksvík. Ja, tað er altso tær, sum hvør húsmóðir í Føroyum við eitt sindur av virðing fyri sær sjálvari hevði standandi á hillini einaferð, og tær eru áðrenn hinar klaksvíkskonurnar komu við tí lætta og leskiliga, tí lættar kunnu tær hjá Jonhild ikki sigast at vera, men harragud sum tær eru leskiligar!

Grundingrediensirnar hjá Jonhild er margarin og sukur, take it or leave it.

Og tað geri eg við gleði. Sjálvt vaflujarnið er eitt elligamalt hjá mammu, sum eitur nakað so ókent sum Maybaum. Tað er tonsatungt, men bakar sum ein dreymur.

So nú hava Contrador og teir 66,5 kilometrar eftir, og Jørgen Leth er sum vant í hopla, tí er tað nakað hann hevur skil fyri fyriuttan konufólk sjálvandi, so er tað Tour de France.

So nú sigi eg sum franskonurnar: bon appétit!

Ein postmodernistisk kúgv

Nú ætlaði eg mær ikki at skriva so nógv um kýr í hesum blogginum. Havi havt mítt fair share av kúm og ætli mær ikki fleiri, men helt henda yvirskriftin riggaði so væl kortini.

Hetta, at kýr kunnu vera postmodernistiskar, var ein pástandur, sum kom fyri í sendingini Attraksjon Norge, sum eg sá á TV2 í morgun, tí nú er soleiðis vorðið, at eg havi summarferiu og kann hyggja at sjónvarpi, tá eg vil, fara upp tá eg vil, liggja upp afturá, um tað er tað, eg vil osfr.

Verturin á sjónvarpssendingini var ein Linda Eide. Og hon má sigast at duga at skemta sær og okkum við. Hon ferðast runt í Norra fyri at finna stuttligar og sjaldsamar attraksjónir, ella sum orðabókin vildi sagt tað: atdráttir, freistingar ella áhugaverdar sjónir (hurrá fyri orðabókina!)

Ímillum allar freistingarnar ella attraksjónirnar kemur hon eisini við nøkrum væl valdum gullkornum sum t.d. hvat tú ikki kanst loyva tær, tá tú ert í tjóðarbúna: at banna, at banna og spæla kort samstundis, drekka øl og roykja …

Samanumtikið var tað ikki bara kúgvin (í hesum føri Telemarkskúgvin) sum var postmordernistisk, men øll sendingin.

Tað, sum eg tó helt vera rættiliga skemtiligt, var brotið um ein veg og eina brúgv, sum Stórtingið í 1974 samtykti at byggja frá Eikenes til Ottersteinen í Norra.

Eftir fimm árum var bygdur 5 km av vegi við einum tunli á 500 metrar, og so steðgaði arbeiðið upp! Hetta hevur síðani verið kallað verðsins dýrasti geitastíggjur, tí tá tú komst úr tunlinum, endaði vegurin í ongum ella rættari sagt úti á bønum beint við eitt forberg, tí brúgvin, sum koma skuldi yvir Dalsfjørðin, kom ongantíð.

Sig so tað, tað er ikki bara í Føroyum, at samferðslukervið liggur, sum best ber til, alt eftir hvør er landstýriskona ella -maður fyri samferðslu, ella hvør politikari klárar at sláa harðast í borðið, ella hvør kann vænta sær flest atkvøður, ella hvat er mest politiskt korrekt at gera, ella hvør heldur, at skeri eg teg her, so missi eg teg har, ella hvør eigur mest pengar … ella … ja líka veit eg …

Eg helt hetta vera nokk so stuttligt eisini sæð í ljósinum av, at eg var ein túr í Gásadali í gjár við fólki, sum ikki hevði verið har fyrr, har eg noyddist at guda uppá, at fólk í Gásadali høvdu gingið yvir um fjallið oman til Bíggjar. Tí longu nú er tað óhugsandi fyri ungfólk t.d. at tað skal hava kunnað latið seg gjørt.

Tað tók eisini sína tíð, áðrenn gásadalsfólk fingu sín tunnil, og har er ikki nógv nýtt undir sólini, skuldi eg heilsa og siga, nøkur summarhús eru bygd, stór sum ber ólukkan, vegurin er asfalteraður, eg haldi, tað var tí, at drotningin var har einaferð, og eitt parkeringspláss er gjørt, men so er ikki stórt meira at rapportera haðani. Men búði eg í Gásadali, so vildi eg sjálvandi havt tunnil, og tað leiðir meg so til, at búði eg í Sandoynni so hevði eg eisini viljað havt ein tunnil, so avgjørt.

Og tí skal eg koma við nøkrum tips, sum eg fekk frá sendingini: har vóru fólk full av góðum hugskotum og førdu tey eisini út í lívið. Felags fyri hugskotini var, at tey vóru skemtlig og fingu øll eygu at venda sær ímóti staðnum, sum hevði brúnna fyri neyðini.

Eg var og hugdi at Pipari og Salt í gjárkvøldið, og har vóru sandingar skýrdir sum klandursvætti, so míni ráð skulu vera: gevist at klandrast og royni heldur at minna tykkum á, hvussu tað var at skemtast og hava tað stuttligt. Tað nýtist ikki alt at enda í tvætli fyri tað: Við Dalsfjørðin í Norrra fóru konurnar undir at binda eina brúgv, har vóru so nógvir lappar bundir at enda, at teir sum onganting rukku tvørtur um fjørðin, og í 2005 varð samtykt at fara undir at gera brúnna. Byrjast skuldi í 2009, og hon skuldi vera liðug í ár, men um hon er liðug, meldar søgan onki um …