Ein postmodernistisk kúgv

Nú ætlaði eg mær ikki at skriva so nógv um kýr í hesum blogginum. Havi havt mítt fair share av kúm og ætli mær ikki fleiri, men helt henda yvirskriftin riggaði so væl kortini.

Hetta, at kýr kunnu vera postmodernistiskar, var ein pástandur, sum kom fyri í sendingini Attraksjon Norge, sum eg sá á TV2 í morgun, tí nú er soleiðis vorðið, at eg havi summarferiu og kann hyggja at sjónvarpi, tá eg vil, fara upp tá eg vil, liggja upp afturá, um tað er tað, eg vil osfr.

Verturin á sjónvarpssendingini var ein Linda Eide. Og hon má sigast at duga at skemta sær og okkum við. Hon ferðast runt í Norra fyri at finna stuttligar og sjaldsamar attraksjónir, ella sum orðabókin vildi sagt tað: atdráttir, freistingar ella áhugaverdar sjónir (hurrá fyri orðabókina!)

Ímillum allar freistingarnar ella attraksjónirnar kemur hon eisini við nøkrum væl valdum gullkornum sum t.d. hvat tú ikki kanst loyva tær, tá tú ert í tjóðarbúna: at banna, at banna og spæla kort samstundis, drekka øl og roykja …

Samanumtikið var tað ikki bara kúgvin (í hesum føri Telemarkskúgvin) sum var postmordernistisk, men øll sendingin.

Tað, sum eg tó helt vera rættiliga skemtiligt, var brotið um ein veg og eina brúgv, sum Stórtingið í 1974 samtykti at byggja frá Eikenes til Ottersteinen í Norra.

Eftir fimm árum var bygdur 5 km av vegi við einum tunli á 500 metrar, og so steðgaði arbeiðið upp! Hetta hevur síðani verið kallað verðsins dýrasti geitastíggjur, tí tá tú komst úr tunlinum, endaði vegurin í ongum ella rættari sagt úti á bønum beint við eitt forberg, tí brúgvin, sum koma skuldi yvir Dalsfjørðin, kom ongantíð.

Sig so tað, tað er ikki bara í Føroyum, at samferðslukervið liggur, sum best ber til, alt eftir hvør er landstýriskona ella -maður fyri samferðslu, ella hvør politikari klárar at sláa harðast í borðið, ella hvør kann vænta sær flest atkvøður, ella hvat er mest politiskt korrekt at gera, ella hvør heldur, at skeri eg teg her, so missi eg teg har, ella hvør eigur mest pengar … ella … ja líka veit eg …

Eg helt hetta vera nokk so stuttligt eisini sæð í ljósinum av, at eg var ein túr í Gásadali í gjár við fólki, sum ikki hevði verið har fyrr, har eg noyddist at guda uppá, at fólk í Gásadali høvdu gingið yvir um fjallið oman til Bíggjar. Tí longu nú er tað óhugsandi fyri ungfólk t.d. at tað skal hava kunnað latið seg gjørt.

Tað tók eisini sína tíð, áðrenn gásadalsfólk fingu sín tunnil, og har er ikki nógv nýtt undir sólini, skuldi eg heilsa og siga, nøkur summarhús eru bygd, stór sum ber ólukkan, vegurin er asfalteraður, eg haldi, tað var tí, at drotningin var har einaferð, og eitt parkeringspláss er gjørt, men so er ikki stórt meira at rapportera haðani. Men búði eg í Gásadali, so vildi eg sjálvandi havt tunnil, og tað leiðir meg so til, at búði eg í Sandoynni so hevði eg eisini viljað havt ein tunnil, so avgjørt.

Og tí skal eg koma við nøkrum tips, sum eg fekk frá sendingini: har vóru fólk full av góðum hugskotum og førdu tey eisini út í lívið. Felags fyri hugskotini var, at tey vóru skemtlig og fingu øll eygu at venda sær ímóti staðnum, sum hevði brúnna fyri neyðini.

Eg var og hugdi at Pipari og Salt í gjárkvøldið, og har vóru sandingar skýrdir sum klandursvætti, so míni ráð skulu vera: gevist at klandrast og royni heldur at minna tykkum á, hvussu tað var at skemtast og hava tað stuttligt. Tað nýtist ikki alt at enda í tvætli fyri tað: Við Dalsfjørðin í Norrra fóru konurnar undir at binda eina brúgv, har vóru so nógvir lappar bundir at enda, at teir sum onganting rukku tvørtur um fjørðin, og í 2005 varð samtykt at fara undir at gera brúnna. Byrjast skuldi í 2009, og hon skuldi vera liðug í ár, men um hon er liðug, meldar søgan onki um …

One thought on “Ein postmodernistisk kúgv

  1. you have a beautiful website , I wish you a nice Saturday greetings from Germany ღDreams☆of☆Shadowღ

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s