Fyrimyndarligt

Ikki so langt síðan gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út Hina stóru bókina um familjur. Eg var í útvarpinum og royndi at tosa væl fyri bókini, og tikið var væl ímóti henni, skal sigast. Treyðugt so, onkrum dámdi ikki, at samkyntar familjur vóru nevndar í bókini,  og legði okkum undir, at vit viðmæltu slíkum familjukonstellatiónum. Nú kann eg bara tosa fyri meg sjálva, og eg viðmæli sjálvandi slíkum familjukonstellatiónum, um tað er tað, man vil, men í bókini eru als ongi viðmæli um hvørki hetta ella hatta familjuslagið, bert verður staðfest, at familjur eru ymiskar, stórar og smáar, fátækar og ríkar, hetero og homo osfr.

Í dag, júst í hesi løtu, er Stockholm Pride, og í tí sambandi er vert at seta ljóskastaran á tvær bøkur, har familjur av øðrum slagi enn okkara vanligu kjarnufamiljur við mammu, pápa og børnum eru normurin. Hetta eru barnabøkur, har tvær mammur ella tveir pápar eru kjarnin í familjuni.

Jag vill ha baklava.

Kalle Güettler & Pia Halse.

Onkur kennist kanska við Kalle Güettler. Tað er hann, sum er við í rithøvundatriouni saman við Rakel Helmsdal og Áslaug Jónsdóttur, sum skriva tær so væl dámdu Skrímslabøkurnar.

Í hesari bókini kemur Perian í skúla við baklavakøkum, og høvuðspersónurin í bókini vil eisini hava baklava, so hann fer heim til mammurnar hjá sær og vil hava tær at keypa, men tær vita ikki, hvat tað er, og stórasystirin í húsinum skjýtur upp at leita eftir teimum á netinum, men hvat er netið fyri nakað?

Í bókini verður einki hóvasták gjørt av, at tvær mammur eru í familjuni. Tað er bara so.

Bókin er givin út á forlagnum Olika í 2010, sum er eitt forlag við einum púra greiðum endamáli, at geva bøkur út, sum bróta frá norminum.

http://www.provlas.se/jag-vill-ha-baklava/

Pija Lindenbaum er eisini eitt navn, sum nógv kanska kenna aftur. Bókadeildin hevur givið tvær bøkur út hjá henni: Tá ið mamma Áka var í ørviti og Regin og barbidukkurnar.

Serliga Regin og barbidukkurnar er normbrótandi, av tí at hon sigur søguna um ein drong, sum dámar væl at sparka fótbólt, men sum sanniliga eisini dámar at spæla við barbidukkur, men at tað kann vera eitt sindur trupult at verða tikin í álvara bæði av vaksnum og børnum, um tú ert ein drongur og dámar dukkur. Men tað loysir seg at enda!

Forlagið Rabén & Sjögren gav í 2006 út bókina Lill-Zlatan och morbror raring eftir Pija Lindenbaum. Pija bæði skrivar og teknar sjálv.

Ella eigur nógvar mammubeiggjar, og allir síggja eins út og eru so keðiligir, uttan Tommy! Ella elskar Tommy, og hann er alt annað enn keðiligur! Hann gevur henni gávur og finnur upp á alt møguligt stuttligt. Men so ein dagin er ein Steve har, sum Tommy býr, og hann fer ikki til hús aftur, og Ella er frá sær sjálvari av øvundsjúku og roynir, hvat hon kann, at sleppa av við Steve.

Tað verður ongastaðni sagt, at Tommy og Steve eru samkyntir, men tað liggur undirskilt í tekstinum. Onkur ummælari hevur fýlst á, at tað eru ov nógv steriotypusering í bókini: Tommy er frisørur og øgiliga litglaður, meðan Steve er maðurin í forholdinum. Men sum ummælarin Helena Ferry sigur: Pija Lindenbaum hevur skrivað eina týdningarmikla søgu, sum vísir, at eitt samkynt parlag er natúrligt, og tí má hetta við steriotypunum koma í aðru røð.

Tað tekur tíð at bróta niður fastar normar. Tað fer kanska at ganga eitt sindur av tíð, áðrenn ultimativa myndin av parinum í einari romantiskari sólsetursmynd er av einum samkyntum pari.

Í nýggju lesibókunum um Hervør og Høgna eru einligar mammur og pápar komin við, og tað er at gleðast yvir, tí hetta er veruleiki fyri nógv børn.

Helst fer at ganga rúm tíð, áðrenn samkyntar familjur verða at síggja í lesibókum fyri børn. Men til tá kunnu vit so lesa góðar søgur eftir fólk, ið bæði duga at skriva og at tekna, og sum tora at bróta upp úr nýggjum.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s