Áh shit, her eru makrónir í eisini!

Turið, eitt av mínum fittu børnum, skal niður aftur í morgin. Hon skal byrja at arbeiða á Nordisk Kulturfond, og seinni fer hon undir triðja semestur av teaturvísind.

Yvirskriftina eigur Turið. Hon stavar frá eini sælari stund fyri bara einum tíma síðani uppi á Hotel 62N í Sørvági.

Vit hava verið á hotellinum og roynt bufféina. Oh halgadoy, tað var gott!

Matstovan hevur fingið nýtt teppi á gólvið, og tað bøtti í stóran mun um heildarinntrykkið!

Og tað smakkaði væl, og vit høvdu gjørt av frammanundan, at vit skuldu eta so nógv, at vit vraltaðu út aftur í bilin, at ganga kom ikki upp á tal.

Har var ein salatbarr, og fyri ein ordans skyld fingu vit okkum upp í ein lítlan asiett av grønum, gulum og reyðum. Men so var tað bara sós og eplir fyri rest!

  

Har var neytakjøt og fleskasteik og stokt flak og eplir og leykur og sós og minestronesuppa. Og omaná alla herligheitina fingu vit okkum kaffi og fýrakantaða lagkaku við makrón/hindberkremi og jarðberjum á einum tjúkkum lagi av róma omaná.

Turið eigur yvirskriftina, men eg eigi útgangin:

Helviti, hetta er søtt!

2 thoughts on “Áh shit, her eru makrónir í eisini!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s