Eg havi eitt ótal av síðum á Facebook, sum mær Dámar. Ein av teimum eitur We are supporting Manal Alsharif.
Av og á hyggi eg inn á tær ymsu síðurnar fyri at vita, um nøkur dagføring er, ella um eg evt. skal deleta og gloyma alt um hana.
Í morgun las eg tey gleðiligu tíðindi, at Abdullah kongur í Saudi Arabia hevur givið kvinnum valrætt. Tað vil siga bara til lokalval ikki til parlamentið.
Men tað er so avgjørt ein byrjan! Bara fyri at taka okkum sjálvi sum dømi, so sluppu føroyskar kvinnur at velja til kommunustýri í 1908 og til løgtingið í 1918. So tað gongur rætta vegin, eisini í Saudi Arabia.
Grundin, til at eg setti meg fyri hesari síðuni á Facebook, var tó ikki valrættur, men rætturin hjá kvinnum at koyra bil. Tann 17. juni setti hon seg og aðrar við aftan fyri róðrið á bilum og koyrdu runt í býnum. Fyri tað varð hon handtikin og sat 10 dagar í fongsli. Eg haldi ikki, kvinnur í Saudi Arabia enn hava fingið henda rættin. Tær noyðast framvegis at biðja eitt mannfólk koyra fyri seg og biðja menn um loyvi at fara at ferðast.
Tað er í grundini heilt ótrúligt, at rætturin at velja ikki er sjálvsagdur, men tað er hann als ikki. Bara síðan eg varð fødd, hava 65 lond givið kvinnum sínum valrætt. Flestu lond eru í Afrika og Asia, men tað seinasta europeiska landið, eg kenni til, er Liechtenstein, sum gav kvinnum valrætt í 1984.
Og givið er kanska skeiva orðið at brúka, tí tað er so vist og sannheit, at kvinnur hava stríðst og stríðast enn, verða dripnar og/ella fongslaðar fyri at fáa ein rætt, sum vit her hjá okkum halda vera púra sjálvsagdan.
Ein av teimum í Saudi Arabia, sum júst hevur stríðst fyri m.a. rættindum at velja er Samar Badawi. Hon gjørdist av fyrstan tíð kend, tí hon noktaði at lata pápa sín vera yvirformyndara hjá sær. Hon er 32 ára gomul enkja og eigur ein son. Av tí at hon er einkja, skal hon hava ein yvirformyndara, og tað gjørdist so pápin, sum umframt tók sær rætt til at buka hana av, um hann fann tað fyri gott. Hetta setti hon seg upp ímóti og varð fongslað og sat sjey mánaðir í fongsli, til hon slapp út á vetri í 2010 og fekk ein annan yvirformyndara nevnliga mammu- ella pápbeiggjan.
Men henda góða Samar er ikki til at teppa, hon heldur fram at stríðast m.a. fyri valrætti, og nú hava hon og fleiri aðrar medsystrar hennara “fingið” henda rættin, sum enn er avmarkaður, treyðugt so, men hóast tað er ein stórur sigur fyri hesar kvinnur, sum liva undir einari sera strangari sunni lóggávu.
Og sjálvt um tær ikki hoyra meg, so fari eg at ynska teimum hjartaliga til lukku við sigrinum.