Børn í heilagum herferðum

Í morgin eru 10 ár síðani, at vit øll fingu ein skelk av álopunum á tvíburatornini, har 3000 fólk doyðu.

Nógv er sagt og grundað yvir hesa hending, og eitt ótal av bókum, greinum og filmum eru gjørd yvir hesa vanlukkuna, sum rakti fólk í USA, og í morgin verður stórt minningarhald í New York.

Nógv hava liðið undir hesum, sum fór fram, og hava helst ikki gloymt henda sorgarleikin enn, men tíverrri er heldur ongin ivi um, at onkur hevur fingið fyrimun av hendingini, skilt á tann hátt, at onkur hevur brúkt hendingina fullkomiliga óskammað fyri at varpa ljós á muslimar og islam á ein hátt, sum fær mong fólk at koyra alt í ein pott og bara ganga út frá, at ert tú muslimur, so ert tú eisini terroristur.

Vit síggja tað eisini hvønn dag her í landinum, tá ið t.d. heitt verður á danskar politikarar um ikki at akvøða í ST fyri, at palestinensar skulu fáa ein viðurkendan stat. Hetta tykist vera eitt ovurhonds stórt krav í Vinarfelagnum Føroyar-Ísrael og eitt kardinalpunkt í valstríðnum hjá Miðflokkinum. Tað hevur eisini ovurhonds nógv at týða fyri Fólkaflokkin, Jørgen Niclasen er púra samdur við felagið Føroyar-Ísrael um hetta, og vit síggja tað í lesarabrævi hjá Astrið Breckmann, valevni hjá Fólkaflokkinum, sum kallar øll fasistar, sum vilja stuðla palestinensum í at fáa eitt viðurkent land at liva í, tí sum hon sigur, teir hava stolið landið frá Ísrael.

Fasisma tykist hava fingið eina fullkomiliga nýggja definitión, sambært Astrið, og søgulig fakta eru fullkomiliga vend á høvdið. Men helst hevur hon havt góðan lærumeistara, hann plagdi at vera tikin úr leikum at lúgva so illa, at nógv fóru at trúgva honum sum fráleið.

Vit upplivdu somu skeran yvir ein kamb, tá í massakran á Utøya var 22. juli. Har leyp eitt valevni hjá javnaðarflokkinum á leistum og proklameraði, at nú høvdu muslimar aftur verið upp á spæl …

Børn eru eisini sera viðkvom og løtt at benda, so tú fært tey at dansa eftir tínari píbu, komi júst nú í tankar um útbreidda fenomenið at brúka børn í stríðnum móti aborti t.d. nakað sum tók seg upp í USA, og sum nú hevur breitt seg til Europa. Við at síggja børn í mótmælisgongum, so vónar tað vaksna anti-abort fólkið, at vit skulu fáa ringa samvitsku, tí at tey ganga sum livandi prógv um okkara ógerningar.

Børn verða eisini brúkt í samband við 9/11.

Ongin ivi man vera um, at tað er neyðugt at greiða børnum frá, tá slíkir sorgarleikir sum álop á sakleys menniskju fara fram, tað veri seg í New York, Oslo, Tel Aviv ella hvar tað skal vera.

Vanliga hugsandi menniskju plaga tó at leggja sær orðini væl og hugsa seg væl um, áðrenn tey fara í holt við at greiða frá so viðkvomum evnum, men ikki eitt forlag í USA, sum júst nú hevur givið út teknibók til børn við myndum av hendingunum í New York fyri 10 árum síðani, tað ið síðan fór fram aftaná og endar við hendingina í Pakistan, tá Osama Bin Laden varð tikin av døgum. Í teknibókini eru neyvar frágreiðingar um tær ymsu myndirnar, og her verða fingrarnir á ongan hátt lagdir ímillum.

Muslimar eru pr. definitión ekstremir terroristar og sera vandamiklir, og amerikanarar eru júst tað øvuta: friðarelskandi demokratar. Hetta, sambært teknibókini.

Bókin er ætlað børnum millum 6 og 8 ár. Hon byrjar við mynd av teimum báðum rúkandi tornunum, har flogførini hava rent seg inní, og so er bara at fara at leggja lit á; seinasta myndin er av einum amerikanskum SEAL-hermanni, sum peikar við byrsinini eftir Bin Laden, sum goymir seg aftan fyri skjúrtið á konu síni.

Eg spyrji, sum mong onnur, er hetta hóskandi máti at greiða børnum frá lívsins álvara?

2 thoughts on “Børn í heilagum herferðum

  1. Djiiisus kreist, sigi eg bara. Hvør hevur givið hasa teknibókina út? Eg las eisini eina grein í gjár um eina amerikanska bók, ið fólk eru farin fullkomiliga í tvíningar um. Bókin eitur Maggie goes on a diet og hon er ein tap-teg bók til børn serliga gentir. Verðin er av lava, mamma.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s