Hússj!

10. apríl 2007 tóku tríggjar kvinnur, Bjørt Samuelsen, Gunvør Balle og Janet Fríða Johannesen, stig til at seta á stovn dátugrunnin kveik.fo

Tað var púra greitt frá byrjan, at endamálið var at varpa ljós á, at tað í Føroyum funnust hópin av skikkaðum kvinnum, sum kundu átaka sær samfelagsuppgávur á jøvnum føti við menn.

Tað, sum prógvaði hetta, var m.a. slagorðið: Rætti maðurin er ofta ein kvinna! Og postkortið við myndini av kvinnuni við einum fingri fyri munnin og spurninginum: Ert tú sjónlig?

Nú er tað so hent, at kveik.fo ikki er til meira í tí líki, tað var ætlað. Tað løgna er, at ongin tykist hava varnast hetta!

Í mai 2011 yvirtók Føroya Arbeiðsgevarafelag dátugrunnin og sigur í tíðindaskrivi, at: “Ætlanin við kveik.fo var frá byrjan, at heimasíðan við tíðini skuldi mennast víðari til eina meira fjølbroytta heimasíðu/dátugrunn, sum eisini kundi nýtast til onnur endamál.” (www.industry.fo). Onki verður tó sagt um, hvussu síðan skal mennast annað enn, at nú verður hon opin fyri kvinnum, monnum og lesandi.

Spurningurin er so, var hetta tað, tær á kveik.fo ætlaðu við dátugrunninum, og er ikki yvirorðnaði málsetningurin við at gera kvinnur sjónligari líka sum horvin út í tóman heim? Tað haldi eg sæst á øllum brøgdum.

Tað er helst so, at hetta við dátugrunninum hevur kravt nógv at teimum, sum stílaðu fyri, men at siga, at teirra ætlan var at menna grunnin til eisini at fevna um menn, fær meg at halda, at onkur pellar.

Kveik.fo var sett á stovn fyri at gera kvinnur sjónligari, allar greinir og øll tíðindi inni á síðuni høvdu henda høvuðsboðskap í sær. Uttan undantak. Fyri at siga tað stutt var dátugrunnurin eitt alternativ til teirra sum pr. automatikk vóru boðin nevndarsessir, tað vil sjálvandi við øðrum orðum siga: monnum.

Eitt er so tað, um grunnurin í veruleikanum tænti sínum endamáli. Tá ið dátugrunnurin var eitt ára gamal, var sagt, at millum 1000 og 3000 leitingar vóru inni á grunninum um mánaðin, men hetta sigur ikki so nógv um, hvørt kveik.fo hevur tænt sínum endamáli og gjørt kvinnur sjónligar. Bara at døma eftir skeiva kynsbýtinum, sum framvegis er í nevndum, hevur hann tað ikki. Annað er so tað, at kanningar av úrtøkini mangla í stóran mun, eg veit meg ikki hava sæð nakra kanning, sum vísir í hvønn mun kvinnur á kveik. fo hava verið spurdar, hvørt tað hevur havt nakað úrslit fyri tær at hava skrásett seg á kveik.fo. Tað meti eg vera ein sera viðkomandi spurning, sum støða ikki verður tikin til, áðrenn dátugrunnurin verður handaður Føroya Arbeiðsgevarafelag.

At dátugrunnurin nú er ein heilt annar við heilt øðrum endamáli er púra greitt. Tað er harmiligt, men hinvegin púra natúrligt, tá ið hann verður handaður Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann er meira at kalla vorðin ein starvsportalur, og tað má hann væl eisini vera undir veingjabreiði hjá einum arbeiðsgevarafelag.

Tað, sum undrar meg, er, at tað sær ikki mætari út enn, at vit kvinnur antin eru líka glaðar ella bara líkaglaðar.

 

 

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s