Nei, nei nei: eg havi ikki mist tarvin út, hann er her enn, far inn á obg og vita, um tú skilir yvirskriftina ella les bara víðari.
Í gjárkvøldið var eg komin í somu kenslustøðu sum Tróndur í Gøtu, tá hann suffaði og fór aftur í song. Harragud fyri eitt val!
Her verður onki vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er rætta lagið, men heldur, høgra, høgra, høgra, høgra tað er (eftir øllum at døma) rætta valið.
Eg má bara eta tað í meg: føroyingar vilja hava samband, meira blokk, meira pengar til tey ríku, onga javnstøðu millum kyn, als ikki skrásett parlag, meira privatisering, meira at sæta sær sjálvum etc etc
Nú sigi eg sum ein ung, eg kenni: harragud Hanus Samró! Hatta verður sum við Henrik Old, vit eru javngomul, og nú skal eg dragast við hansara reaktioneru meiningum restina av lívinum.
Og javnaðarflokkurin, hvat skal man siga um hann, eg má bara siga, væl gagnist tit trý, Eyðgunn, Rigmor og Aksel, hetta fer mangan at vera, sum maðurin segði: baldrut.
So sjálvt um Tjóðveldið gjørdi eitt katastrofalt val, so eri eg hóast alt fegin um tey, sum komu inn – uttan undantak!
Men so var tað hatta um at eta tað í seg: í morgun eri eg komin í somu kenslustøðu sum Irma Louise Rombauer; tá ið maður hennara tók lívið av sær, fekk skelkurin hana at taka aðrar partar fyri: hon varð noydd at fáa tankarnar inn á aðrar banar og fór at savna matuppskriftir saman, sum hon seinni gav út í bók, Joy of Cooking æt bókin, og hon kom út í 1931, árið eftir at maðurin var deyður. Og hvussu veit eg hetta? Jú, tí tá eg trongi til at fáa hugin á aðrar leiðir enn inn í køliskapið, har eg eti alt upp í tarvloysi, ja so lesi eg um mat í staðin, og har eigi eg eina so ógemeina stuttliga bók, sum eitur Life is Meals, sum hjúnini James og Kay Salter hava skrivað. Bókina fekk eg frá Nicholas Callaway, fyrstu ferð eg var á bókamessu í Frankfurt; Nicholas Callaway er tann, sum gav út bøkurnar hjá Madonnu, sum vit eisini eiga á føroyskum. So eg vænti, at Nicholas hevur hildið, at eg trongdi til eitt sindur av ugga, nøkur love handles ella var hann bara vinarligur, tí tað var hann, og bókin er blivin lisin mangan morgun, tá hungurin eftir søtmeti hevur gjørt um seg. Tað fína við bókini er: at hon er ein dagbók: ein uppskrift, ein filosofisk hugleiðing ella onkur søgulig hending, sum sjálvandi hevur mat sum grundessens, er at finna til hvønn dag í árinum.
Og hygg! Nú havi eg longu gloymt valið.
Um eina løtu fari eg at eta seyðarhøvd, men eg skyldi at siga, at eg ikki fann uppskriftina í míni amerikansku bók.