Verðins áttanda vidundur

Vaknandi húsafasadur nú náttin er deyð, spyrja hvønn annan hvar fáa vit nú morgunbreyð

(kári p)

 

Tað er altíð gott at vera í Keypmannahavn, sjálvt tá næturnar eru súrligar.

Henda náttin hevur tó ikki verið súrlig. Kom aftur úr Frankfurt í gjár og gisti nú hjá einari dóttur í Keypmannahavn.

Øðrvísi inntrykk í Frankfurt í ár. Fyrstu ferð eg havi upplivað, at so nógv fokus hevur verið á føroyska básinum. Tað vanliga hevur verið, at Bókadeildin, har eg arbeiði, og Nám hava sitið kroyst saman á einum bási, har absolutt onki var at skriva heim um, meðan vit nú hava økt nakað betýðiligt bæði um fermetrar og um úttsjónd.

Og tað hevur absolutt verið til fyrimuns, bæði á ein og annan hátt. Fólk hava gingið í stríðum streymi yvir til básin og práta, summi bara av áhuga fyri teimum vøkru myndunum, sum prýddu básin og onnur av bókmentaligum áhuga. Og sum altíð er, tá farið verður út í heim, so royna øll at bedýra, hvussu fantastiskta vakurt og gott tað er at búgva í Føroyum. Og vit gloyma alt um, at tað í løtuni fer fram eitt valstríð harheima, har valevnini kappast um at jorda hvørt annað, tí at tey sjálvandi øll hvør í sínum lagi hava besta boðið uppá, hvussu vit loysa so at siga allar trupulleikar í landinum.

Eitt vita vit tó øll, sum ganga her og royna at selja bæði bøkur og land, at listin hevur ikki góðar dagar í Føroyum, her hugsi eg serliga um bókmentirnar, men eisini aðrar sum t.d. sjónleikurin. Og landið, tað man heldur ikki hava tað ov gott, ungdómur, stakir upphaldarar, útbúgvingar, sálarsjúk, útlendingar, nei fá meg ikki í gongd …

Stuttligt var í ár á bókamessuni í Frankfurt, av tí at vit eisini alla tíðina høvdu fólk á básinum, sum kundi taka ímóti fólki, sum kom at spyrja seg fyri. Tað var avgjørt ein fyrimunur. Tað hevur jú verið soleiðis, at vit øll hava verið í sving so at siga alla tíðina og hava verið í ymsum høllum og havt fundir við forløg úr øllum heiminum. Tað hava vit eisini gjørt í ár, men samstundis hava vit vita, at fólk hevur verið eftir, sum hevur kunna tikið ímóti fólki, gjørt avtalur og greitt frá um bøkur og rithøvundar.

Vit hava lært ein hóp í ár og vóna sjálvandi at hetta fer at halda fram. Básurin má ikki minka aftur, vit mugu hava fólk í móttøkuni, og vit mugu gera okkum betur út at selja bøkur, ikki bara keypa. Og so má Mentamálaráðið vera viðspælari, vit mugu hava greiðar reglur um t.d. týðarastuðul. Mentamálaráðið má seta eina æru í at fáa føroyskar bókmentir týddar til onnur mál, og tað inniber, at pengar eru at lata til týðarastuðul, at heimasíða um føroyskar bókmentir verður røkt og dagførd og at føroyskir høvdundar fáa nógv betri sømdir og verða betur umboðaðir enn nú, og her hugsi eg seliga um vaksnamannabókmentirnar. Tað gevur absolutt ikki meining, at rithøvudnarnir sjálvir noyðast at selja sínar bøkur. Tað mugu onnur gera – sjálvt um tey duga at skriva, so duga tey ikki neyðturviliga at selja bøkur.  Haldi, tá eg sjálv skal siga tað, at okkara barnabókarithøvdundar hava eitt hampiligt talirør. Tað kann altíð gerast betri, ongin ivi um tað, tað hava vit m.a. lært í Frankfurt í ár. Stutt sagt: fyri at meira ferð skal koma á hetta økið krevst meira pengar – hetta fer at síggjast aftur í umsetningi, á ein og annan hátt – lat ongan iva vera um tað. Vit hava nógv og væl skrivandi fólk, og vit hava nógv væl skikkað fólk, sum dugir at selja vøruna.

Vit eiga at spegla okkum í íslendingum – sum ikki einaferð – harragud! Landið er beint nú við at koma aftur á føtur – hevur ligið í knúsi, men tey ganga við upreistari pannu og eru ivaleys í, at tey eru verðins áttanda vidundur – og tað løgna er, at trýrt tú tí, so ert tú tað eisini.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s