Nikifor

Sá ein heilt einastandandi film í gjár inni á Cinemateket. Mój Nikifor, æt filmurin, sum er polskur, gjørdur í 2004. Leikstjórin er Krzysztof Krauze. Nikifor var naivistiskur málari, og í filminum verður hann spældur av tí yvir 80 ára gomlu sjónleikarakvinnuni Krystyna Feldman. Eitt bragd, hon varð heiðrað við á Gdynsk filmfestivalini.

Nikifor var føddur í býnum Krynica í 1895 og doyði í 1968. Hann livdi fra hondini í munnin alt sítt lív, var hildin at vera evnaveikur og analfabetur. Ikki fyrr enn seint í lívinum var funnið útav, at tungan var næstan samanvaksin við góman, og tað var orsøkin til, at hann næstan ikki tosaði.

Filmurin snýr seg um seinasta part av lívinum hjá Nikifor. Í 1960 fór málarin Marian Włosiński, sum eisini búði í Krynica, undir at betra um korini hjá Nikifor.

Hetta er ein hjartanemandi lýsing av at Marian, sum í grundini offrar seg fyri tí gamla málaranum, sum ikki er væl sæddur, fólk eru bangin fyri honum, hann hevur eina løgna medferð, og so er hann sjúkur av tuberklum og kann smitta.

Marian, sum í fyrstani er irriteraður inn á henda gamla løgna mannin, verður at enda góður við hann og tryggjar honum ein hampuligan lívsenda. Tá ið Marian hevur skipað fyri, at ein stór umfatandi listaframsýning av verkum hansara verður á Zachęta- gallarínum í Warszhawa, er Nikifor so ússaligur, at hann ikki orkar at ganga upp trappurnar á savninum, og Marian noyðist tí at bera hann sum eitt barn.

Nikifor hevur ikki nógv gott at siga um listaverkini hjá Marian, hann sigur alla tíðina, at Marian ikki dugir at mála, so tað er ikki upp á rós, at hesin ungi listamaðurin roynir at pjøssa upp á tann gamla listamannin. Tí lætnar tað fyri hjartanum á okkum áskoðarum, at Nikifor á deyðastrá sigur við Marian, at hesin kortini dugir at mála. Ein hóskandi tøkk til eitt menniskja, sum hevur roynt at vísa næstakærleika og virðing fyri einum øðrum  menniskja.

Eg hugsaði alla tíðina um okkara naivistiska málara Frimod Joensen, tá eg sá henda filmin. Frimod var úr Bursini á Sandi, hann fekk eisini ein vælgerara, sum hjálpti honum at sleppa at mála. Bursan var ikki hildin at vera væla hús á Sandi, men har var fult av kreativiteti og lívi, og man ikki Frimod akkurát sum Nikifor hava teknað bæði á kaffipakkar og pappeskjur, tí hann bara noyddist at tekna.

Filmurin er heilt einastandandi væl upptikin. Hann fer fram fyri mesta part um veturin, tá kavin liggur meturhøgur alla staðni. Myndirnar eru sum gomul postkort, tú plagdi at fáa um jólini, hvítt, ljósablátt, fantastisk panorama. Náttúran er framúr vøkur og stórsligin. Tríggir grundlitir ganga aftur, gul hús, hvítur kavi og reyð fløgg og so tann reyði bilurin hjá Marian mitt í øllum tí hvíta.

Her er ein biti av filminum: Enjoy!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s