Røða 8. mars 2007 í Norðurlandahúsinum

Røðan snýr seg um málið og serliga málið í stjórnarskipanaruppskotinum, sum var aktuelt tá. Tíverri er lítið broytt hesum viðvíkjandi.

tú tekur meg at tær

so tætt í tín favn

tit oyggjar so mætar,

Gud signi tað navn

sum menn tykkum góvu

tá teir tykkum sóu

Ikki er ringt at ímynda sær, at hon, sum tekur teg at sær, er móðurlandið, Føroyar.

Tá ið teir illa tiltuskaðir, landnámsmenninir, meini eg altso, koma at oyggjunum og seta búgv her. Ella sum skaldið kvøður: fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld. Og so stíga vit fast á várt gólv og flyta fram kvæði um kappabrøgd í Føroya høll – og tað hava vit gjørt líka síðani.

Tað hevur verið sagt, at teir fyrstu, ið komu til landið, vóru írskir munkar, og at tað tí var ógjørligt at fólka landið, tí at teir, hóast førir fyri so mangt, ikki vóru førir fyri at gerast við barn. Men tað hevur undrað meg í mong ár, hvussu landnámsmenninir úr Noregi hava borið seg at at gerast við barn, men ivaleyst hava onkrir menn, við kvinnukynsgøgnum verið við á ferðini, tá ið teir sóu landið.

Í 1881, tá ið Føringafelag í Keypmannahavn varð stovnað, var treytin fyri at gerast limur í felagnum tann, at tú skuldi vera maður, yvir 14 ár og kønur í føroyska málinum. Tá ið nú orðið maður verður sagt eisini at merkja menniskja, skuldi verið natúrligt, at eisini menn við ongum manskynsgøgnum sluppu at vera limir, men so var als ikki.

Malan Marnersdóttir sigur í Kvinnurøddum, at júst málsøguliga merkingin, har samanfall er millum mann og menniskja, vísir, at menniskju vóru menn: teir áttu jørðina, arvin, avgerðirnar og ábyrgdina.” (Malan Marnersdóttir: Kvinnurøddir 1985, s. 30)

Eftir at føroyskar konur í Keypmannahavn høvdu víst sítt ólydni og stovnaðu egið felag, vórðu treytirnar broyttar í 1897. Orðið maður varð í upptøkutreytunum broytt til ein og hvør, so tey munnu ivaleyst ikki sjálvi hava trúð lygnini um, at orðið maður merkir menniskja, tá ið tað veruliga kom til skarpskeringar.

Í bókini Glottar úr kvinnulívi, sum kom út í 1988 er ein sera áhugaverd grein hjá Mariu Jacobsen, nevnd Valdið og skilnaðurin millum kvinnur og menn. Hon vísir á, at bóndasamfelagið var eyðkent av at vera býtt upp í fýra avmarkað øki: húsið, innangarðs, uttangarðs og tað fremmanda, sum lá uttan fyri bygdina. Uppgávan hjá konunum lá í húsinum og innangarðs og hjá manninum uttangarðs, tvs. í haga, bjørgum og sjógvi og í tí fremmanda. Úteftir varð bygdin umboðað av teimum, sum høvdu størst vald, stórbóndum, embætismonnum og kirkjumonnum, “teir áttu lykilin til sannleikan og høvdu tamarhald á medviti fólksins.” (Kirsten Didriksen: Glottar úr kvinnulívi 1988, s. 109).

Menn umboðaðu familjuna úteftir, á grannastevnum, á vártingi og á løgtingi.

Kvinnur høvdu ikki atgongd á tingi, uttan so at tær høvdu gjørt okkurt ljótt, verið ólýdnar, drivið hor, átt leysingabørn og vóru atvold til tey sokallaðu legumálini á tingi.

Kvinnur hava altíð arbeitt, men felags fyri alt kvinnustarv er, at tað í høvuðsheitum ikki hevur verið virðismett á sama hátt sum mansarbeiði, tað sæst best á, hvør ið fær løn, og hvussu nógv tú fært í løn. (undantøk eru sjálvandi) Tær hava eisini verið tættari knýttar at heiminum enn menninir, sum hava røktað haga og sjógv og tikið sær av øllum samskifti úteftir.

Komi at minnast ein konu, sum ein dagin, hon var elligomul tá, slapp ein biltúr av bygdini til grannabygdina, hetta var í 1980´unum og var fyrstu ferð, hon nakrantíð hevði verið uttan fyri eingjagarðarnar úti í tí fremmanda. Hetta verður sagt fyri at minna á, hvussu ótrúliga stutt tað er síðani, at vit trøllkonur lótu eyguni upp og hugdu niðan fjallið, sum Elin Bjørg Højgaard tekur til í einari barnabók, hon skrivaði í 1977, um býfluguna í reyðum hosum.

Óvanin við at ferðast í tí fremmanda ger, at kvinnur, tá ið tær í alt størri mun fara út um heimið, út á arbeiðsmarknaðin og fáa sær útbúgvingar, eru á herrens mark. Tær gerast tá varar við, at har valdar ein ávís, sera óhóskandi fatan av kvinnum og kvinnuleikluti, sum er sementerað í eitt langt tíðarskeið, meðan kvinnur ikki hava luttikið í hesum partinum av lívinum. Tankar, fatanir ja, stutt sagt alt sum hevur við vitskuna at gera, hvussu tú fatar og ber teg at í slíkum umhvørvi, er grundað á eina túsundára langa traditión, har mannlig virði hava bitið seg fast.

Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í talu og skrift. Talaða og skrivaða málið gevur als ikki rúm fyri henni í almenninum, í staðin er hon í mongum førum útihýst og signalerað verður, at hon er farin inn á serligt mannligt øki.

Hevur mál nakra ávirkan á hugburð og áskoðanir? Ger málið av hvussu vit hugsa ella endurspeglar tað bara okkara áskoðanir og sosialu viðurskifti?

Hvønn dag skapa vit verðina, vit liva í, eftir mannaskaptum reglum. Vit velja, skipa og tulka hendingafloymir fyri at royna at geva lívi meining, og tað eru fá av okkum, sum hava illgruna av, hvussu djúpt grundfestar og einaráðandi reglurnar eru. Tær eru álagdar okkum soleiðis, at tað, vit síggja, staðfestir tað, vit eru leidd at síggja. Og ein av avgerandi faktorunum í tulking okkara av hesum veruleika er málið.

Merkingarreglar, sum eru partar av máli, eru ikki natúrligar, tær eksisteraðu ikki, áðrenn vit fóru at tosa og lógu bara og bíðaðu eftir, at menniskja skuldi koma fram á tær. Tvørturímóti, tær eru mannaskaptar. Tá ið reglarnar so eru har, so hava tær ein vana at gerast góðkendar og sjálvvarðveitandi, uttan mun til um tær eru grundaðar á  misfatanir ella avoldaðan hugburð.

Ein av hesum málreglum er at brúka mannin sum norm. Uttaná kann tað tykjast at vera lutfalsliga meinaleys regla fyri at flokka/skipa lutir og hendingar í verðini, men nærri kanningar avdúka regluna sum eina tað mest gjøgnumtreingjandi og oyðileggjandi reglu, sum er komin til. At hava mannin sum norm, merkir, at standardurin ella natúrliga menniskja er kallur, og tískil eru tey, ið ikki eru av kallkyni, frávik.

Lat meg geva nøkur dømi: um ein skúlanæmingur ætlar sær at skriva setningin: konan er vøkur og ikki veit hvussu vøkur stavast, nyttir einki at fara at leita í einari orðabók, tí orðið vøkur stendur ikki í har sum leitorð. Í orðabókum er leitorðið fyri lýsingarorð í kallkyni, og tí mást tú duga at benda orðið, tú ætlar at brúka, til kallkynsform. Eftir mínum tykki fullkomuliga óhoyrt, men als ikki ónatúrligt í høvdunum á teimum sum gera orðabøkur, tí hetta er siðvenja/reglan.

Ella orðið verkur: í orðabókini verður hetta lýst sum tað at hava ilt, pína, og dømi er: eg havi sovorðnan verk í høvdinum, sjálvt um eg aldrin havi hoyrt nakran við timburmonnum ella hvat tað skal vera, talað um høvuðverk, men heldur um høvuðpínu, longur niðri verður lagt eitt annað orð aftrat, men tað verður ikki lagt út sum leitorð, t.e. orðið verkir, sum verður sagt at vera pína, stutt áðrenn hon eigur. Hatta við stutt áðrenn, er nú sum man tekur tað, tað veldst um so mangt, sum heldur ikki stendur í orðabókum.

Seinastu 30-40 árini hava serliga feministar granskað og kjakast um týdningin av máli kontra hugburði. Tað hevur hildið verið týdningarmikið at broyta málið og bent tað inn á eina kynsneutrala leið. Men at eyðmerkja og umskapa reglar, sum stýra atburði/hugburði er torført, serliga tí at amboðini, tú skalt nýta eru grundað á patriarkalska skipan, har maðurin er normurin, ella sagt við øðrum orðum: málið tú ætlar at broyta, eru partur av patriarkalsku skipanini.

Í Føroyum er einasta, eg veit um, sum hevur granskað og skrivað um mál: Kirsten Didriksen. Í Bókini Færøerne Sprog og køn (1986) leggur hon ikki fingrarnar ímillum í niðurstøðu sínari um støðuna hjá føroyskum konum lýst gjøgnum mál og málbrúk.

1. Konur verða ósjónliggjørdar í fjølmiðlum og vera málsliga diskrimineraðar, tær hava ikki eitt mál, tær kunnu identifisera seg við, tað verður í stóran mun tosað í maskulinum um alt, sum fyriferst í samfelagnum, so konur eru útihýstar bæði visuelt og á málsligum plani í miðlunum.

2. Politisku flokkarnir prioritera konur ógvuliga lágt, tær eru góðar at hava við, tað er kanska politiskt korrekt, men tær eru ikki neyðugar og í summum førum beinleiðis skaðiligar, tí tær kunnu ikki savna atkvøður til flokkin, og í summum førum verða tær hildnar bara at spjaða atkvøðurnar ov nógv.

3. Málnevndin er konservativ, hon hevur altíð sæð spurningin um kynsdiskriminatsjón í málinum sum ein stríðsspurning og vísir á, at forkláringin hevur eina málsøguliga orsøk, sum krevur eitt innlit, sum mong/mangar ikki hava. Hetta hava mangar konur sannað, tá ið tær hava fingið slongt í høvdið, at maður merkir menniskja, og tað heldur tað fram at merkja, so leingi vit góðtaka tað.

Nýggjar norskar kanningar hava víst, at sjálvt um konur eru rættiliga aktivar í politikki og samfelagslívi sum heild, so eru tær nógv ósjónligari í miðlunum enn menn, tær vera sera sjáldan brúktar sum dømi, t.d. í lærubókum, uppgávum o.s.fr. Tað kann Elisabeth Møller Jensen, sum er stødd í Føroyum í løtuni, eisini skrivað undir uppá. Dømi, eg komi at hugsa um, er, tá ið stjórin fyri Statens Museum for Kunst fór frá nú í februar og gjørdist stjóri á Nasjionalmuseet í Oslo. Longu dagin eftir kundi Jyllands Posten vísa á níggju møguligar kandidatar til starvið, og ongin var kona. Elisabeth Møller Jensen kallar tað at vera kynsblindur og reksar í aftursvari til Jyllands Posten upp níggju aðrar kandidatar, sum allar eru konur.

Eg haldi eg gloymdi at siga, at stjórin, sum fór í annað starv, var kona.

Málfrøðingar hava broytt støðu um mál og kyn, eisini í Føroyum. Í des. 1998 segði Málnevndin í einum Orðafari hvat hennara sjónarmið vóru um mál og kyn.

Sagt verður at málið er ikki bert eitt samskiftisamboð, men gjøgnum málið kunnu vit eisini vísa nøkur virði, kenslur og hugburð til tað, sum tosað verður um. Men kjarnin í kjakinum um málið í javnstøðuhøpi snýr seg um ikki at gera mismun millum kynini ella ikki lata nakran vera fyri vanbýti av málsligum orsøkum.

Um trupulleikan við starvsheitum sigur Málnevndin: Mælt verður til at nýta kynsómarkað starvsheiti sum t.d. lærari, fulltrúi, skrivari, leiðari, politistur, sjúkrahjálpari. Men vit hava verri enn so altíð kynsómarkað orð, t.d.: sýslumaður, løgmaður, ljósmóðir, jarðarmóðir. Men vilja vit partú vísa á, at talan er um kvinnu ella mann, ber til at at nýta bæði -kvinna/kona og -maður alt eftir lívkyni: tingkvinna/kona, tingmaður; landsstýriskvinna/kona, landsstýrismaður, forkvinna/kona, formaður, talskvinna, talsmaður o.s.fr. Til ber í summum førum at nýta -fólk ella manning sum kynsómarkaða orðing: arbeiðsfólk, embætisfólk, landsstýrisfólk, tingfólk.

Hetta helt eg, góðtrúgvin sum eg eri, at Stjórnarskipanarnevndin fór at taka til eftirtektar, men so var als ikki.

Stjórnarskipanarnevndin hevur kjakast og viðgjørt ymisku heitini, ið brúkast skulu í slíkari lóg; Men um tú livir í tí fávitskutu trúgv, at tað vóru orðini tingmaður og landstýrismaður kjakast var um, so fert tú púra skeiv. Í staðin varð kjakast um, um landstýri, løgmaður og landstýrismenn heldur skuldu itið: stjórn, forsætisráðharri og ráðharrar. So tað tykist als ikki sum, at tað er komin nøkrum til hugs í heila tikið bara at taka til umrøðu tann veruleika, at av teimum 16 ymisku heitunum, umrødd í nýggju stjórnarskipanini eru 15 kallkynsheiti og eitt hvørkikynsheiti:

Heitini eru: løgmaður, varaløgmaður, tingformaður, tingmaður, landstýrismaður, landssakførari, dómari, dómaraforseti, løgtingsgrannskoðari, landsgrannskoðari, umboðsmaður, uttanríkispolitiskur leiðari, uttanríkispolitiskur samskipari, fúti, fakdómari og løgrættufólk.

Í hinum norðurlendsku tingunum er tað bara Ísland, sum hevur kallkynsheiti við manni, har eita tingfólk: tingmenn, og tey í stjórnini eita ráðharrar.

Í Danmark, Noreg og Svøríki eita tey: medlem, repræsentant og ledamot og í stjórnunum eita tey ministari og statsráð. So tað ber til! Um viljin er til staðar!

Í fyrsta parti undir viðmerkingum um Fólkið og landið, skrivar Stjórnarskipanarnevndin: Føroyar eru millum heimsins elstu lond. Føroyska tjóðin hevur ment seg frá tí degi, norrønir landnámsmenn høvdu við sær stjórnarligar siðir úr Norðanlondum eins og bretsku oyggjunum og skipaðu seg við tingi, løgrætti, vártingum og helst eisini útinnandi og fyriskipandi høvdingum.

Har vóru teir aftur landnámsmenninir, hóast tað munnu vera nøkur ár eftirhondini, at teir komu til landið!

Í apríl í ár vóru 91 ár síðan allir menn fingu valrætt og valbæri í Føroyum. Nú meini eg altso bæði teir við x og y kromosomum og ognum og teir við bara x kromosomum og við ongum ognum.

Ein partur av tí at rudda slóð fyri konum á tingi er at skapa okkum eitt mál, sum gevur rúm fyri konum, og tað ber til!

Eg eri ikki av tí áskoðan, at fólk skulu revsast fyri at kalla konur grussur og formenn og syngja av hjartans lyst saman við Higgins professara: Why can´t a woman be more like a man, men vit eiga at krevja, at tað frá almennari síðu, á tingi, í fjølmiðlum og í lærubókum, verður givist við at kalla okkum menn, og har átti fólkini, ið smíðað hava uppskot til stjórnaskipan Føroya, at víst størri dirvi og vilja.

Keldur:

Kirsten Didriksen: Færøerne Sprog og køn. Husets Forlag 1986

Kirsten Didriksen: Glottar úr kvinnulívi. Egið forlag 1988

Føroysk orðabók A-Ø. Føroya fróðskaparfelag 1998

Marna Jacobsen: Signalvirði, ella spillir navnið ongan? Dimmalætting nr. 21. 30 januar 2007

Malan Marnersdóttir: Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902. Mentunargrunnur studentafelagsins 1985

Orðafar nr. 48, desember 1998. 12 árgangur

Dale Spender: Man made language. Routledge & Kegan Paul 1980

Álit. Stjórnarskipan Føroya. Stjórnarskipanarnevndin 18. desember 2006

Stjórnarskipan Føroya. Uppskot. Stjórnarskipanarnevndin 2006

Toril Swan: Kjønn, språk og ideologi. Språknytt 4/1997

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s