Sussijournalistikkur

Tað munnu vera mong, sum halda hetta orðaskiftið um manntal kontra fólkatal at vera tað reina nalvapilkarí.

Tað er eisini týðiligt, at nógvar av viðmerkingunum eru rein láturliggering og er ætlað at føra orðaskiftið heilt av sporinum.

Nú geri eg annað enn at pilka nalva; var upptikin av onkrum øðrum, tá Dagur og Vika var send tann 7. november, har millum annað tosað var við Øssur Winthereig um mótstøðuna móti Manntali.

Men nú havi eg havt tíð at hyggja at innslagnum, og sum ikki einaferð standi eg eftir við kensluni av, at her vóru tær reinu almindiligheitir luftaðar, og maðurin, ið opinbart er talsmaður úteftir fyri Manntal, slapp at siga, júst hvat hann vildi. Als onki spurnartekin varð sett við nakað sum helst av týdningi.

Høvuðsatfinningin at heitinum Manntali hevur verið og er enn, at heitið útihýsir kvinnum, tað er ótíðarhóskandi á allan hátt. Til hetta svaraði Øssur, at hann dugdi nú at síggja, at nakrar kvinnur vóru ímóti orðinum, men at nógvum øðrum dámdi tað væl.

Her átti journalisturin, sum sjálvandi átti at havt sett seg inn í málið at spurt, hvørji hesi onnur vóru, sum dámdu tað so væl. Men nei, Øssur sleppur at sussa víðari um bæði eitt og annað, sum stórt sæð onki hevði við júst hetta málið at gera, t.d. dátueftirlit, ráðgevar í løgtinginum, lóg um manntal og mangt annað. Tað, sum var áhugavert fyri sjálvt hetta málið um heitið á orðinum, er júst, hvørji tey eru, sum dámdu hetta heitið so væl, og við hvørjum grundgevingum tað varð hildið fast við heitið beint ímóti áheitanum frá Javnstøðunevndini og Kvinnufelagssamskipan Føroya, og sum eg skilji eisini áheitanum frá løgtingslimum.

Tá ið eg ikki fái henda spurning svaraðan í Degi og Viku, so má eg gita mær fram til, hvørjum øðrum dámdu tað so væl, og tó – gita nýtist mær ikki, tí á heimasíðuni hjá Manntali stendur, at teir hava leitað í orðabókini og spurt á Setrinum:

“Vit spurdu eisini málnevndina um teirra hugsan. Málnevndin hevur ikki viðgjørt fyrispurningin, men Marius Staksberg svaraði fyrispurninginum soleiðis:

Eg havi tosað við Jógvan í Lon, sum er formaður í Málnevndini, og vit samdust um, at tað er í lagi at brúka manntal fyri fólkateljing. Fyri stuttum var eitt líknandi mál um mannarættindi og menniskjarættindi, og tá mælti Málnevndin til at halda fast við mannarættindi.

Rætt er tað, at vit vóru ávarðað móti at velja navnið manntal, men valdi kortini at gera tað. Tí vit hildu og halda, at hending verður lýst betur við hesum orðinum.” (manntal.fo)

Eftir hesum at døma hevur tað dámt 2 monnum á Setrinum og einum 5-6 monnum á Manntali. Tilsamans umleið 8 monnum í mun til nakrar kvinnur, sum tikið verður til í samrøðuni við Øssur Winthereig. Men eg kann heilsa og siga, at tað í øllum førum eru fleiri enn 8 kvinnur í Kvinnufelagssamskipan Føroya. Nakað væl meira.

Grundgevingin fyri at velja manntal fram um fólkatal er m.a. sum tað stendur skrivað á heimasíðuni:

“Hvat er munurin á fólkateljing og manntali?

Orðini bæði merkja stórtsæð tað sama. Vit valdu manntal, tí vit halda at tað betur kann lýsa, at uppgávan er nógv størri enn at telja íbúgvaratalið í Føroyum. Manntal fevnir eisini um eina býlisteljing.” (manntal.fo)

Her má eg siga, at teir hava dugað illa at lesa orðabókina, tí í henni stendur:

manntal h 5 1 tað at telja íbúgvar (t.d. í landi el. á avmarkaðum øki), fólkateljing, skriva í ~; fyrsta manntalið í Føroyum var í 1769 2 (gl.) ikki ~ einki menniskja, ikki eitt mannkykt

Hvussu teir á Manntali fáa hesa víðkaðu skilmarkingina inn í orðið manntal er mær ein gáta, og tað átti journalisturin eisini at spurt um.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s