Jarðakona

11.11.11.11.11 sat eg við eitt fundarborð og tosaði við ein rithøvund, sum er kvinna. Á borðinum framman fyri hana stóð eitt lítið tól, eg haldi hon kallaði tað eina spión, í øllum førum stóð tað har, tí uttanfyri lá gentubarnið hjá henni og svav í barnavogni. Hesin lítli gentuóvitin lá og gav ikki ljóð frá sær, so vit báðar fingu tosað okkum lidnar um handritið, sum hon er farin undir at skriva.

Meðan vit tosaðu, gekk ein jarðakona uttanfyri og pikkaði við sínum langa, klæna nevi niður í grasvøllin hjá grannanum.

Á Náttúrugripasavninum siga tey, at jarðakona er ógvuliga sjáldsom at síggja í Føroyum, næstan sum allar kvinnurnar, vit mangla. Men mín jarðakona hevur nú verið her í fleri dagar, og eg kenni tað eftirhondini sum, vit eru vinkonur. Ein fløvi í hesum tíðum, nú manntal er á skránni, og eg millum aðrar havi dittað mær at tala at hesum heitinum. Nakað, sum eg havi hoyrt fyri, tó í allari vinaligheit sjálvandi, sjálvt um tey flestu halda meg vera skítbýtta og fjasuta og tápuliga og egoistiska og vitanarhatara og mangt mangt annað. Men tað er at liva við, tí eg havi mína vinkonu uttanfyri, mína jarðakonu.

Jarðakonan er tó eitt sindur egin, og stygg er hon eisini. Tá eg ætli mær at fáa mynd av henni og komi krúpandi framvið garðinum, har hon gongur og spankulárar aftanfyri, er hon burtur sum ein pílur. Hon fer ikki á flog (kanska okkurt við fear of flying), men hon fer sum eitt skot eftir vøllinum og langt burtur frá mær og míni nútímans útgerð. Tað skal bara mangla, at man ikki skal fáa frið á sínum egna heimavølli, tykist hon halda. Hon er eisini í øðini, tá ið nakrar dúgvur nærkast; við hóttandi rørslum fær hon dúgvurnar at flyta seg burtur, hetta tolir jarðakonan ikki. Hon eigur stykkið, ferdugt!

Eg eri blivin eitt sindur góð við hesa jarðakonuna; hvønn morgun, tá eg eri komin til arbeiðis, hyggi eg út gjøgnum vindeygað at vita, um hon er har enn. Og hey, har var hon aftur!

Eg haldi ikki, hon flýggjaði undan mær, tí hon heldur meg vera býtta og sovorðið, men kanska bara tí at hon vil varðveita sín integritet …

Hon líkist mær eitt sindur, henda jarðakonan!

One thought on “Jarðakona

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s