At taka orðið

Í 1980 kom ein forvitnslig bók út á donskum við heitinum At erobre ordet, sum kanska kann týðast til at taka orðið ella at ognast orðið. Rithøvundurin er Toni Liversage, sum í 1989 fekk Thit-prísin fyri lívlangt arbeiði at geva kvinnum mæli og søgu.

Bókin At erobre ordet er ein gjøgnumgongd og samanbering av teimum fyrstu árunum, tá ið  arbeiðarakvinnur fóru at skipa seg í fakfeløg í Onglandi, Týsklandi, Danmark og USA. Tvs. serliga árini frá 1870 ´unum til tríatiárini.

Aftanfyri á bókini stendur m.a. um hetta at taka orðið: … hvordan de på trods af enorme indre og ydre barrierer overvinder tavsheden og mændenes ordmonopol –

Hetta hugsaði eg mangan um nú, meðan viðmerkingar ruku aftur og fram serliga á facebook um átakið at boykotta Manntal.

Nakað, sum serliga eyðkendi kjakið, vóru tær túsundtals viðmerkingarnar um orð við mann sum fyrsta liði í orðinum. Aftur og aftur varð mann spurd (ur), um vit nú skuldu broyta øll orð við maður/mann, og undir øllum hesum  viðmerkingunum lá eitt speirekandi huglag, sum skuldi gera hetta at boykotta Manntal til nakað fullkomiliga tápuligt, í øllum førum vónleyst.

Tað, sum eg fyrst og fremst hefti meg við, umframt tað at slíkar viðmerkingar sum heild eru fullkomiliga høpisleysar, var, at ongin tyktist hugsa, at hetta júst prógvaði, hvi tað var so altavgerandi at mótmæla. Tað er sagt mangan áður, men tað ber til at endurtaka: føroyska málið er eitt kynsmál, tvs. vit hava trý kyn í málinum, kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn, men kallkynið er tað stýrandi og normsetandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tú brúkar kallkynsform at geva til kennar eina støðu, sum hevur bæði við kall-, kvenn- og hvørkikyn at gera. Eg hugsi serliga um orðið mann, sum er eitt fornavn og er avleitt av kallkynsorðinum maður. Vit brúka tað ógvuliga nógv í talumáli og í stóran mun eisini í skriftmáli. Sambært orðabókini er mann tað sama sum ein, onkur, tú, tey vit o.a. Men uttan mun til um tú ert ein kona ella maður, so tekur orðið mann kallkynsform aftrat sær, tú sigur t.d. mann verður so glaður at síggja hetta … tað er altíð gott at verða bjóðaður við í veitslu …  osfr. Tvs. at tú tosar, sum um tú var ein maður, eisini tá ið tú ert ein kona. Vit vita eisini, at flest øll starvsheiti eru kallkyn, og tey taka sjálvandi eisini kallkynsform aftrat sær. Tá eg hugdi inn á starv.fo, sá eg, at 47 størv vóru leys at søkja í løtuni, søkt varð eftir kokki, línumanni, KT-samskipara, námsfrøðingi, pedagogi, starvsfólki, bilmálara, plátusmiði, deildarleiðara, KT-fólki, búskaparfrøðingi, sveini, lærlingi, verkfrøðingi, granskingarhjálpara, fíggjarleiðara, sjúkrarøktafrøðingi, timburmanni og handverkara.

Í løgtinginum hava vit sambært logting.fo ikki tingfólk, men tingmenn. So Eyðgunn og Kaj Leo eru bæði menn. Í landstýrinum er Annika Olsen landstýriskvinna, men á A-liðnum er hon landstýrismaður og varaløgmaður, og sjálvsagt er Elisabeth løgtingsmaður! Í javnaðarflokkinum eru Rigmor og Eyðgunn partar av einari tingmanning, tað eru Sirið, Gunvør, Bjørt og Kristina eisini, bara í Tjóðveldinum. Í sambandsflokkinum eru Rósa, Edva og Jóna partar av tingbólki.

Í orðabókum brúka vit kallkyn sum grundform og leitorð, tað nyttar einki at hyggja at lýsingarorðum í kvenn- og hvørkikyni. Tey standa ikki í orðabókum sum leitorð. Einasta undantakið er Mín fyrsta reyða orðabók eftir Dorte Buhl Rønnenfelt (Marna Jacobsen týddi og brúkti øll kyn), hon kom út í 2007, og Sponsk – Føroysk skúlaorðabók eftir Randi Meitil og Birgit Remmel, sum kom út í 2009.

Tey, ið speirekandi tóku til øll orðini við mann sum forskoyti sum dømi um, hvussu tápuligt átakið við Manntali var, høvdu ikki úr at gera at finna orðini. Í Føroysk orðabók (Føroya fróðskaparfelag) eru umleið níggju teigar av slíkum orðum í orðabókini, meðan tað til samanberingar eru umleið tríggir teigar við orðum sum hava bæði konu/konufólka/móður sum forskoyti. So í grundini siga hesar viðmerkingarnar onki annað enn, at tað er hart tiltrongt at varpa ljós á, at málið spælir ein ómetaligan stóran leiklut í, hvussu vit fata tilveruna, og at vit eiga at arbeiða hart fyri at taka orðið ella at ognast orðunum. Tað sigur eisini nógv um, hvussu tilveran hevur verið frá tíðarinnar morgni, men hugstoytt, at tað ikki skal vera so frægt av mansmóti (!) til at tora at fylgja við í ynskjunum um at stremba eftir einum javnlíkum samfelagi.

Tá eg finnist at yvirdimensioneraðum kallkyns málbrúki, tosi eg á ongan hátt um, hvat fólk siga og skriva privat, tað verða tey um. Ætli mær ikki at standa við upprættum fremstafingri og tala at, men eg haldi, at tað átti at verið fullkomiliga natúrligt, at almennir stovnar í mestan mun vilja fremja kynsneutralt málbrúk. Nakrir glottar eru – viðhvørt sleppa vit bæði at lesa og hoyra t.d. landsstýriskvinna ella løgtingskvinna. Og orsøkin til at so er, er heilt vist, tí at kvinnur hava tikið orðið ella hava ognað sær orðið. Tað hevur smittað av á miðlarnar! Men enn manglar í stóran mun, at almennir stovnar sum t.d. løgting og landstýri brúka orð, sum eru inkluderandi í staðin fyri ekskluderandi.

Eitt annað, sum hevur verið ført fram ferð eftir ferð í kjakinum um Manntal, er, at hetta als ikki er nóg týdningarmikið til at boykotta. Ført hevur verið fram, at vit eiga at vera við í manntali, so vit fáa hagtøl at arbeiða við í Føroyum. Tað hevur størri týdning enn at øsa seg upp um eitt orð. Kvinnur hava víst á, at tað ber til at mótmæla á annan hátt, m.a. við at strika heitið út á skjalinum og svara spurningunum kortini, meðan aðrar (tær fægstu sjálvandi) hava sett uppá, at hetta ikki var nóg mikið, at tað var neyðugt at mótmæla hesum við at lata vera við at svara.

Er hetta so rímiligt? kunnu vit so spyrja okkum sjálvi. Tað er tað sjálvandi eftir mínum tykki. Málið er myndað av teimum, sum hava valdið. Vit mugu minnast til, at føroyskt mál sum heild í mong ár hevur verið undir donskum oki, tað var tann tíð, at ikki var loyvt at undirvísa á føroyskum, at ikki var loyvt at prædika á føroyskum osfr. henda rætt fingu vit ikki sum gávu, men vit tóku okkum rættin við at ogna okkum orðini.

Fyri bara nøkrum fáum vikum síðani vórðu vit í útvarpinum mint á málstríðið í Hoydølum, sum fór fram í 1976, har eini tólv studentar noktaðu at skriva undir uppá, at teirra uppgávur skuldu týðast til danskt fyri at kunna blíva rættaðar og dømdar og fáa próvtal. Hallóv, kundu vit kanska sagt, hvat  østu tey seg upp um, kundu tey ikki bara skriva undir, so var trupulleikin loystur, tey vóru jú sloppin at skriva uppgávuna á føroyskum, so hvat gramdu tey seg um? Men nei, tað hildu tey als ikki, og henda dagin í útvarpinum tók ein av ikki-undirskrivarunum samanum og segði, at hetta var eitt sera týðandi stig á leiðini til at broyta viðurskiftini í føroyska undirvísingarverkinum og menna føroyskt mál í skúlunum.

Vit vóru kanska heldur ikki fleiri enn 12, sum noktaðu at skrivast í manntal; hvat niðurstøðan av hesari aktiónini verður um eini tretivu ár ella so, er ikki til at spáa um, men eg vildi mett, at hon var fult á hædd við aðrar aktiónir, har ein tilsíðissettur bólkur roynir at gera vart við týdningin av at taka orðið.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s