Var hetta viðgerðin, Jenis?

Ein av mínum íslendsku facebookvinum legði eina leinkju út við einari heimasíðu, kallað: lovegodsway

Her kanst tú fáa alskyns hjálp til at broyta teg frá homoseksualiteti til eitt vanligt fólk, sum tey siga beinleiðis á heimasíðuni.

Útgangsstøði er, at ert tú homoseksuell/ur, ert tú sjúk/ur. Og av tí at sjúk mugu fáa hjálp, so er tað greitt, at tey, ið standa fyri hesari heimasíðuni, av reinum næstakærleika gera, hvat tey kunnu fyri at grøða tey homoseksuellu.

Eg síggi á heimasíðuni, at tey koyra eitt program, sum skal lekja homoseksuell, og eg hugsaði við mær, um tað mundi vera hetta, Jenis ætlar at brúka. Programmið eitur C.H.O.P.S (Changing Homosexual into Ordinary People). Spurningurin er so, um vit tíma at vera Ordinary people – onkur tímir helst tað.

Stórur dentur verður lagdur á, at foreldrini mugu ansa væl eftir atburði hjá barninum, fyri at taka tarvin við hornunum so at siga. Fyribyrging er øgiliga týdningarmikil, so inni á heimasíðuni er ein langur listi við sangarum og orkestrum, sum kunnu smitta teg við homoseksualiteti. Og her er tað, at tað rennur mær kalt niður eftir bakinum: EG ELSKI AT LURTA EFTIR EINARI RÚGVU AV HESUM TÓNLEIKINUM, so eg eri í vanda fyri at blíva lesbisk – jeee, hvat skal eg gera?

Tað stuttliga er, at heimasíðan eisini hevur ein lista við tryggum tónleiki. Tónleiki, sum ger at títt barn kann vaksa til og blíva vanligt – øh, heteroseksuelt altso.

Stórur munur er á longdini á listunum, listin við vandamiklum tónleiki er alinlangur, og har eru eitt ótal av kendum nøvnum við, meðan listin við trygga tónleikinum er stuttur, og sjálv kennist eg bara við eitt navn. Listarnir báðir minna meg um líknilsið um breiða og smala vegin: tann breiði vegurin er lættur at ganga á, har er alt tað stuttliga, men hann leiðir beinleiðis í fortapilsi, meðan hin smali vegurin er trupul at ganga á, men leiðir til æviga sælu, og eg sigi bara eitt: at við teimum fáu orkestrunum, sum eru á listanum yvir tryggan tónleik, so unni eg teimum, sum lurta, væl at enda í ævigari sælu, tí tað kunnu tey sanniliga ikki hava fingið av at lurta eftir vánaligum tónleiki.

Kanska er ikki rætt at flenna at hesum, men viðhvørt er hetta einasti møguleikin. Kanska flenni eg, tí eg veit, at hetta lýsir eina áskoðan, sum er púra burtur í vón og viti, og tá er lítið annað at gera. Samstundis veit eg, at hetta er kaldur veruleiki. Henda áskoðan sum m.a. Jenis á Rana er forsprákari fyri, kann ljóða, sum var hon sprottin úr reinum kærleika til næstan. Men tá kunnu slíkir felagsskapir, sum hesin eg møtti á netinum, hjálpa til at minna meg og onnur á, at slík menniskjafatan er grundað á reina vanvirðing.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s