Rekkjukoyring – What the f …?

Eg gloymi tað hvørt ár!

Tollaksmessudagur: Eg tulli runt í køkini  í allari stillheit. kóki eplir, sum skulu gerast til heita eplasalat afturvið snerkta kjøtinum jólaaftan, kóki rís, so tað er klárt til rís a la mande, reyðkál stendur á komfýrinum og simrar í svøkum varma, og spakuliga breiðir góði reyðkálslukturin seg runt í húsinum og fær okkum øll í rætt jólalag. Vit eru so at siga til reiðar at bjóða jesupápanum vælkomnum í henda heim …

So hendir tað – knappliga fara vit sjóleys uppfrá úr stólunum og eru um at fáa piparnøtirnar í rangastrúpan. Øgilig ýl hoyrast knappliga um alla bygdini – okkurt er ravruskandi galið – jólini er avlýst – vit hyggja við villum eygum at hvørjum øðrum. Hvat hendir her?

So út í vindeygað at hyggja – og har sæst ein laaang røð av bilum koyra framvið húsunum út á Bakka, við ýlan og tútan og róp og skrál. Mín fyrsti tanki er: hava sandavágsingar nú aftur vunnið í badminton? Feira tey Jørginsa flatskatt?  (Jørgin er jú sørvingur, sum tit helst vita), ella man tað vera so livandi galið, at bensinprísurin er farin niður. Okkurt er á vási.

Eg inn á portalin at vita, onki. So vágaportalin, onki. Facebook, kanska onkur sigur okkurt um, hvat gleðiligt er hent harinni, men nei, heldur onki.

So er bara eftir at sms´a til ein miðving, sum minnir meg á, at hetta er rekkjukoyring, og tað er tað hvørt ár, tá klokkan er farin av tólv. Tað er fyri at feira, Jesu føðing. Ok, sigi eg, og síggi ordiliga býtt út í høvdinum. Hvat bleiv av kamelkoyring og Bethlehem og sovorðnum?

Aftaná sigur onkur mær, at einir 150 bilar hava koyrt framvið, tvs. at alt, sum rakk niður á pedalirnar her í oynni, hevur verið úti og koyrt, og hetta er tað barnið hoyrir:

Dútt dútt … ýýýllll … fuck you … skrambli skrambli … klirri klirri … pour some sugar on me … fuck you bitch … slubri slubri … dúúúúút … hrnnn hrnnn … skriiiii … heyyyyy …. floyoyoyt … nú er alt bara minnir … jauuuuuuu …. jiiii ….. blinki blinki … jihaaa … jeyyy …

Call me old fashioned, men altso rekkjukoyring og Jesu føðing?

WHAT?

One thought on “Rekkjukoyring – What the f …?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s