Erkvisni?

Ein dagin las eg eitt Bazar ella las er kanska nakað nógv sagt, har er lítið og onki at lesa, mest myndir av gentum og kvinnum í fínum klæðum.

Tað havi eg fyri so vítt onki ímóti, men mær var dátt við, tá eg legði blaðið frá mær, og tað kom at liggja við baksíðuni upp, tí har var ein lýsing frá amerikanska mótaskaparanum Marc Jacobs, sum gjørdi meg øgiliga illa fyri!

Lýsingin, sum eg havi lagt við her, men við ringum tannabiti skal sigast, er av sjónleikarakvinnuni (ella kanska rættari gentuni, hon er hóast alt bara 17 ár), Dakotu Fanning. Hon situr við einari fløsku av luktilsi, sum eitur Oh, Lola (!), sum hon heldur um við vinstru hond.

Eg troysti mær ikki at fara út í smálutir við greiningini, men biði lesarar døma sjálv, tó vil eg siga, at orð sum smágenta, mannligur kynslutur, sum er alt ov stórur í mun til avmyndaðu smágentuna (ella kanska rættari: barnið), avgonga, ónomin genta í ljósareyðum kjóla etc etc. vóru orð, sum fóru ígjøgnum heilan á mær, tá ið eg sá hetta.

Eg veit, hetta er ringt at tosa um, men eg haldi altso, at tað er neyðugt at visa á, hvussu stórkapitalurin brúkar evni í sínum lýsingarherferðum, sum tala til lægsta felagsnevnara í menniskjum.

Evni sum neyðtøka, strangulering, gruppisex, anorexi og mangt annað, sum liggur og riðar á kantinum til at vera ósmakligt er ikki óvanligt í lýsingarheiminum. Tað hava m.a. fyritøkur sum United Colours of Benetton, Calvin Klein, Dolce Gabbana og Duncan Quinn gjørt sær dælt av.

Tá ið eg brúki yvirskriftina Erkvisni, so er tað tí, at eg viðhvørt fari at ivast í, um eg lesi ov nógv inn í ymiskt. Kanska er tað bara eg, sum eri so erkvisin, at eg onki toli? Men hinvegin so haldi eg tað vera vert at gera vart við tílíkt, sum fær meg at kenna meg illa.

Tá ið hugsað verður um, hvussu viðurskifti hjá mongum børnum eru bæði her í landinum og aðrastaðni, so hevur tað týdning at geva sær far um støðuna hjá teimum. Her má eg geva Anniku Olsen eitt herðaklapp fyri tankarnar um at seta á stovn eitt Barnaumboð, veit at tankin hevur verið frammi fyrr, haldi, at tað var Páll á Reynatúgvu sum einaferð hevði ætlanir um hetta. Vónandi verður tikið undir við hesum.

Ein slík lýsing sum henda í Bazar er helst lóglig, men hon symboliserar eina ólekkra hugsan um børn og seksualitet, sum eg í øllum føri ikki kann taka undir við.

Og eg man ikki vera einsamøll um at vera erkvisin: tá ið eg fór at googla hesa lýsingina, kom eg fram á, at enski felagsskapurin Advertising Standards Authority hevur fingið lýsingina bannaða í Bretlandi, men tað sama er so ikki hent aðrastaðni – hence skelkin eg fekk av at lesa Bazar.

Eg eigi ikki so ræðuliga nógvar pengar, so nakar vandi er neyvan fyri, at eg fari at keypa merkir sum hesi og onnur, men eg kann bara siga við tykkum, sum eru stinkandi rík: Keypið onkur onnur merki enn hesi, sum umboða eina pengagirnd, har  als ongi mørk eru fyri, hvat tey kunnu lýsa við.

Biddaragongd

Eg má viðganga tað – eg havi sitið og hugt eftir kjólum í vikuskiftinum.

Tvs. eg havi hugt eftir øðrum eisini: undirbrotligheitini, sum er so tápulig, at tú nærum krympar tær og heldur teg vera í einum H.C. Andersen ævintýri samstundis.

Fólk bukka og skava og níga, og smílini eru so fastkleprað, at tað helst fer at ganga fitt av døgum, áðrenn tey fáast av aftur. Ja øll – uttan Margretha, tí hon kann smílast um alt fimmoyrað. Eg meini so við, sóu tit hatta flotta teppið, hon hevur fingið á gólvið ella gávukortið upp á toyserviettar til 120 persónar, sum hon sjálv sleppur at sniðgeva?

Nógvir av teimum umleið tjúgu tímunum vóru brúktir at bedýra okkum øll um, hvussu ótrúliga vitandi Margretha er, um at nýggjársrøðurnar nærum eru legendariskar: minnist tú hina frá nítjanhundrað og grønkál? hon var um tað og tað og setti rættiliga hetta og hatta í perspektiv. Men veruleikin er tann, at sjálvt um Margretha er ein vitandi persónur, eru nýggjársrøðurnar ikki stórt frægari enn okkurt blogginnlegg hjá mær her í Egnum rúmi, men eg eri ikki drotning, so tað, sum eg sigi, verður ongantíð legendariskt. ØV!

Tað, sum eftir mínum tykki var mest tærnakrympandi, var tó føroyska sangkórið inni á ráðhúsinum í Keypmannahavn. Fyrst av øllum skilti eg ongantíð, hví tey vóru har, tey sungu jú ongan føroyskan sang. Kanska var tað bara fyri at vísa á teir fittu og óskyldigu tegnarnar í drotningaríkinum: grønlendingarnar og føroyingarnar í sínum tjóðarbúnum. Tragikomikkurin gjørdist fullkomin, tá ið eitt orkestur fór at spæla onkran marssj gjørdan til drotningina, og grønlendarar og føroyingar fóru at veittra við smáum dannebrogsfløggum!

Har stóðu hesi grannvaksnu fólkini og veittraðu við ímyndini av donskum hjálandavaldi. Og tað tyktust tey gera uttan himpr.

Eg hugsaði við mær, at nógv vatn er runnið í ánna síðan seksti- og sjeytiárini, tá ið føroyingar m.a. veittraðu við papptalerkum inni á Fólkatingi: nú standa sama slag føroyingar, allarhelst flestu lesandi, og eyðmýkja seg sjálvi frívilliga inni á ráðhúsinum í Kongens København! Nei, tá var meira go í teimum, sum sóu reytt!

Og annars so gliðu føroyingarnir eftir bonaðum gólvum saman við hinum í donsku yvirstættini, lóggávu- og trúarvaldi í ljósareyðum slipsum, Guðrun og Guðrun, men mest í tjóðarbúna og smíltust um alt fimmoyrað. Tó sluppu føroyingarnir ikki líka nær drotningini sum hini sjálvstøðugu. Sum plástur á sárið hevði Jógvan fingið kors og bånd og stjerner på, so at hann hevði okkurt eyka at dingla við meðan hann bukkaði fyri henni.

Men sama ger, undirbrotligheit ella ei, eftir hátíðardagarnar fekk Kaj Leo sum vátan vøtt framman á, bara 9 milliónir aftrat. Nei her má tøvast og bukkast og nígast enn meira – tí virðiligheit, tað leggja vit ikki ein lort í.

 

Óðar, gamlar konur

Hurrá – enn er vón fyri mær. Mær nýtist ikki at taka til takka við øllum, tá eg blívi ordiliga gomul. Kanska fari eg ikki líkafram at keða meg í hel á ellisheiminum!

Í San Francisco hava nakrar gamlar konur fingið nokk, tær eru farnar upp á barrikadurnar. Tær hava fingið íblástur av øllum hesum ungu, sum hava tikið Wall Street, og høvdu tær vitað av teimum, sum bukaðu karamelleskjur uttan fyri Løgtingið, høvdu tær heilt vist tikið undir við tí átakinum eisini.

Hesar gomlu millum 69 og 82 ár gjørdu herfyri av fara at mótmæla uttan fyri eina undirdeild av Bank of America í býnum. Tær búgva allar á ellisheimi og kalla seg The Wild Old Women. Við átakinum run on the banks hava tær kravt lægri kostnaðargjøld, og at bankarnir gevast at reka fólk frá húsi og heimi.

Henda dagin, tá tær savnaðust uttan fyri bankan, nakrar í rullustóli, vóru tey i bankanum so illa við, at tey snaraðu lyklinum um, so ongin slapp inn. Tær gomlu vóru bæði bilsnar og sera fegnar, tí sum tær søgdu, tær høvdu ongar ætlanir um at storma bankan. Tær veittraðu við skeltum og hvørki róptu ella marsjeraðu, tí sum onkur onnur tók til, tað var ógjørligt, tí ein teirra brúkti iltmaskinu.

So – altso, um eg nú livi so leingi og sleppi inn á ellisheimið á Sýnini, so skulu Bank Nordik og Eik í Miðvági ikki føla seg for trygg. Tí sjálvandi fari eg at mobilisera, so títt og knapt, tey vága sær at hækka ella lækka nakað sum helst, sum mær ikki dámar.