Tá ið vitið svevur, kemur ódjórið fram

Eg og nakrar vinkonur vóru og hugdu at sjónleikinum: Tey óndu á Tjóðleikpallinum.

Áðrenn eg fór, las eg eitt ummæli, har sagt varð, at hetta var sera týðandi spurningar, ið fram vóru tiknir, men at tað ikki lá nógvur sjónleikur í tí.

Eg eri grundleggjandi ósamd. Hetta var ein framúr væl leiktur sjónleikur. Sum ein griksk tragedia – stutt og greitt. Kórsangararnir stóðu har framman fyri okkum: tvær kvinnur og ein maður, sum spældu leiklutir sum børn, politistar, mammur og pápar.

Ein einføld uppseting, sum nam við tað innasta í mínari sál, og sum enn ikki er farin frá mær.

Tí hesin bloggur.

Eg minnist væl, tá ið hetta hendi við tveimum dreingjum, sum tóku ein smádrong og drupu hann á ein fullkomiliga kensluleysan hátt. Ófatiligt søgdu øll – og tað er tað eisini. Eg las eina bók, sum forlagið Klim gav út stutt eftir, har eg havi yvirskriftina frá: Tá ið vitið svevur.

Tann, ið skrivað hevur sjónleikin, hevur helst eisini kent til hesa bókina og aðrar við, sum hava viðgjørt evnið.

Eg minnist, at eg einaferð sá ein film um ein pínara í einum fongsli – spurt var, um vit øll kunnu gerast so kensluleys, at vit fáa okkum til hetta – og sjálvandi siga vit automatiskt: nei, ikki eg. Men kortini er tað so ræðuliga vanligt, at vit pína eitt medmenniskja – allar tær søgur vit hoyra um framferðir í kríggi, fyriuttan hetta bara at fara í kríggj, so tað at vit fara illa við fangum og fólki annars í reinari hevnisøki ella við tí endamáli at fáa okkurt burturúr: Norski filosoffurin Lars Fr. H. Svendsen, sum skrivaði Ondskabens filosofi, hevði kanska kallað hetta slagið av óndskapi fyri instrumentellan óndskap.

Eitt, sum kom sera væl fram í sjónleikinum, var hetta: Hvussu blind vit í grundini eru, hóast bæði vakmyndatól og menniskju, sum ganga framvið.

Og blind eru vit, má eg sanna, nú Gerhard Lognberg gav listafólki av grovfílini í gjár í tinginum. Hann skírir seg sjálvan at vera óndan. Nú veit eg ikki, hvussu óndur Gerhard er – hann sigst vera blíður maður, soleiðis í allari almindiligheit, men eitt er vist, at tá ið vitið svevur, kemur ódjórið fram!

Og hví eg sigi, at vit eru blind? Jú, tí at reaktiónirnar eru sum ikki eianferð: hatta er bara Gerhard, (fyrr Óli) ongin tekur undir við honum, vit mugu bara gloyma hatta tvætlið, fólk eru ikki so býtt, at tey taka undir við slíkum. Men er tað nú vist? Hevur nakar hugt at atkvøðutalinum hjá Gerhardi?

Nei, um rætt skal vera rætt, so tekur Javnaðarflokkurin og blakar mannin út úr flokkinum – hansara menniskjasýni átti at verið fleiri míl frá einari sosialistiskari menniskjafatan.

So óndskapurin, sum gevur sær útslag í konkretum valdsgerðum – sum t.d. at tú drepur eitt sakleyst barn, og tann óndskapurin, sum Gerhard sigur seg umboða, hava tað til felags, at hann sleppur at hóreiggja sær, so leingi vitið svevur.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s