Søti, lítli eingil mín: Go the fuck to sleep!

Eg eri vorðin omma fyri triðju ferð og hesin heiti menniskjaungi, sum Jóannes Nielsen kallar sín Boga í  Trettanda mánaðinum, svevur ein hóp. (enn)

Ein ógvuliga serstøk bók, sum lýsir júst hesa støðuna at sova, er ein, kallað Go the fuck to sleep. Hon kann tykast at vera ein myndabók til børn, men er faktisk ein myndabók til vaksin, sum ferð eftir ferð koma í tað líðilangu støðu at skula leggja børn at sova ella minnir okkum ommur á, sum minnast, hvussu ræðuligt tað kundi vera viðhvørt.

Júst rætta bókin til tykkara, sum hóast sítt ógvusliga heiti, er ein týðilig lýsing av tær, sum elskar títt barn, men sum er við at gerast sansaleys, tí ungin liggur við víðopnum eygum og krevur bæði hetta og hatta, og tað einasta, tú hugsar um, er at sleingja teg niður í eina sofu og slappa av, tí tú hevur bara so óluksáliga nógv brúk fyri tí!

Bókin kom út í USA í juni 2011, tað er rithøvundurin Adam Mansbach, sum hevur skrivað, og Ricardo Cortés hevur myndprýtt.

Bókin er stutt sagt genial! Hon er skrivað upp á rím, við einum monotonum skrivistíli, næstan sum ein lullaby, ella Rura rura barnið, um tú vilt. Tónin minnir meg eisini um fantastisku yrkingina Vøgguljóð hjá Jóannesi Patursson:

Søti, lítli eingil mín

er so góður við pápa sín,

víl tú hann skal taka teg,

bera teg ein langan veg

yvir breyt og yvir stein,

ikki skal tú fáa mein;

hittur hann vegin stranga.

hann er førur at ganga,

gongur hann bjørg og skorar blá,

upp um fonn og niður um gjá,

fimur er hann á føti,

so varliga hann flytur teg

allan henda langa veg

fram á grøna fløta.

Hagar kemur mamma tín,

tekur hon lítla eingil sín,

leiðir hann til húsar brátt,

nú skal hann sova sær í nátt,

hann hevur ferðast allan dag,

alt bar honum væl í lag;

pápin gekk vegin stranga,

tí hann var førur at ganga,

bar hann um bjørg og skorar blá,

upp um fonn og niður um gjá;

fimur var hann á føti,

so varliga hann flutti teg

um allan hendan langa veg,

tí fann eg teg aftur á fløtu.

Ókey, hetta kann sjálvandi merkja ferðin hjá sáðkyknunum eftir egginum upp um bjørg og skorar blá, you know, møðsamt, men tíbetur er eggið har og leiðir teg til húsa brátt. Men hinvegin ber eisini til at siga, at hetta er bare ein kærleiksváttan til barnið frá pápanum, sum verjir tað móti øllum vandum, sum ber tað yvir um bjørg og skorar blá og komin aftur á fløtu, er mamman har og leggur barnið at sova. Her er absolutt ongin konflikt, mamman er jú har og orðnar paragraffarnar við sovingini. Í Go the fuck to sleep verður onki sagt um tað, sum er hent frammanundan niðurfaringarløtuni, her er tað pápin, sum roynir at fáa barnið at sova:

The cats nestle close to their kittens now.
The lambs have laid down with the sheep.
You’re cozy and warm in your bed, my dear
Please go the fuck to sleep.

Teksturin er sagdur í einum inniligum næstan bønligum tóna, hann er spot on gerandisdagin hjá einari barnafamilju. Sjálvandi eru øll ikki líka glað um, at henda reglan: go the fuck to sleep verður tikin upp í saman og endar øll ørindi, hetta er jú ein amerikansk bók. Onkur hevur ógvuliga speirekandi kallað sítt ummæli Go the bleep to sleep.

Bókin fangar ógvuliga beinrakið hesa støðuna at leggja børn at sova og pilkar allar mytur burtur, so tú sært støðuna júst soleiðis, sum hon kann vera viðhvørt. Kanska lætnar tað enntá fyri tær, tú kanst gott hugsa hesar ræðuliga tankar, uttan at tú ætlar tær at gera teg inn á barnið ella elskar tað minni. Eisini myndirnar í bókini lýsa hesa tvístøðuna, hetta at tú elskar hetta barnið, men er við at kvalast kortini. Litirnir eru ógvuliga sterkir, luftin er ofta blóðreyð, men grasið er grønt, og barnið hevur eitt bønligt eygnabrá, sum ger, at støðan verður lýst júst so desperat, sum hon mangan kann vera.

Eg kom fram á ein upplestur av bókini nú ein dagin. Tað er Samuel L. Jackson sjónleikari, sum lesur søguna, og tað ger hann meistarliga, og sum hann sjálvur sigur um hetta at leggja dóttur sína at sova: I did say, go the fuck to sleep, to her a lot:

3 thoughts on “Søti, lítli eingil mín: Go the fuck to sleep!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s