Hjartað eitt tjaldur

Viðhvørt eri eg so óluksáliga bleyt av mær. Eg kann gudhjálpitúmær enntá fáa klump í hálsin, tá eg siti og rættlesi eina barna- ella ungdómsbók, tí eg haldi at okkurt er so væl skrivað, so syrgiligt, so fantastiskt at eg noyðist at svølgja eina eyka ferð.

Tónleikur og bøkur er nakað, sum kann gera meg so ólukksáliga rørstrømska viðhvørt.

Eg lurti altíð eftir tónleiki í bilinum á veg til og frá arbeiði. Ógvuliga sjáldan eftir útvarpinum, tað er líkasum ikki eg at svinga meg upp í tær høgu hæddir av at hoyra Bjørg greiða frá, nær tú kanst taka suttuna frá barninum ella onkran, sum ætlar at býta hálsketuna hjá sær um við eitt gásakrov.  Men halló, vit skulu jú øll vera her, so í staðin fyri at ilskast, so sløkki eg útvarpið og koyri heldur cd-spælaran drøn frá. Onki er sum at sleppa at ráða yvir sínum egna lívi, um tað so bara eru tey trý korterini millum Sørvág og Havnina!

Men aftur til tað rørstrømska: eg keypti mær fløguna hjá Guri Hansdóttur nú ein dagin, hon er fabulagtiga góð! Og tá ið fløgan var komin at enda, og Guri fór at syngja yrkingina hjá Guðrið Helmsdal Nielsen Morgun í mars, so var eg levereð, og tárini byrjaðu at renna niður eftir kjálkunum. Eg veit ikki hví, eg eri so, men kanska er tað okkurt við, at tá ið tað er so ómetaliga vakurt, so verður tað næstan syrgiligt?

Í heila tikið bindi eg hendingar í míni tilveru nógv saman við tónleiki: Sonne Smith til dømis, he made my day tann 19 juni 1982, tí tað var morgunin eftir, at eg vaknaði upp eftir at hava átt Jenny, mína næst føddu dóttur. Úr útvarpinum streymaði tónleikurin hjá Steppenwolf, røddin á John Kay kíndi mær morgundegnum við tónunum av Tenderness. Tað kunnu ikki hava verið orðini, sum kíndu, tí tey hóskaðu als ikki til støðuna, kanska var tað bara hetta eina orðið tenderness …

Eg komi at minnast beint nú ein gamlan film úr Húsavík, har tey sita og hyggja at sjónleiki, hann er øgiliga syrgiligur eftir øllum at døma, tí tað er týðiligt, at fólk sita og snýsa sær framman fyri pallin og turka tár úr eygnakrókunum. Vit hava mangan lyndi til at siga, at soleiðis er ikki longur, vit verða so stoppfóðrað við inntrykkum av hesum og hasum, at vit ikki lata okkum taka av fótum so lætt, men ikki veit eg. Eg tosaði við ein arbeiðsfelaga í dag, sum hevði verið og hugt at The Hunger Games (og tað var eg eisini forrestin) og har hevði eitt av børnum hennara teskað, at onkur hevði grátið, tá ið Rue doyði í filminum, soe … helst er tað onkur annar enn bara eg, sum gongur høgt upp í tingini – tó skal sigast, at sjálvt um filmurin var góður (og bókin sjálvandi nógv betri), so hevði eg ikki brúk fyri lummaklúti ta ferðina.

One thought on “Hjartað eitt tjaldur

  1. Halló, spolier alert! Ikki tað, eg fylgi ikki nógv við í Hunger Games og nú kann eg definitivt strika hann av listanum.😉 Tað seinasta eg brølaði til var Helle Helle, á dú á dú. Eg líkist tær meðni!

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s