Nazisma sum undirhald

Okkara lokali blachman hevur enn einaferð gjørt ein vørr. Nú ákærir hann ein part av føroyingum, serliga konufólk, fyri at vera nazistar.

Hetta er nokkso fantastiskt fyri ikki at siga sera fantastiskt, at maðurin sleppur ótálmaður at hóreiggja sær, sum hann vil, uttan at fáa nakra sum helst ávaring frá formansskapinum á løgtingi, tíansheldur frá løgtingsfólki.

Vit eru so von at siga: hatta er bara … etc., lurta ikki eftir … ella: ongin tekur hann fyri fult … osfr. Men ólukkan er bara tann, at tað eru nógv, sum lurta eftir og taka hann fyri fult.

Viðhvørt fer mín paranoidi heili at hugsa: um hann nú t.d. hevði sagt, at allir menn, sum luttaka í grindadrápi, eru nazistar, ella allir menn, sum buka konurnar, eru nazistar. Hevði hann tá fingið eina ábreiðslu? Nei, eg spyrji bara. Og lat meg skunda mær at siga, at eg yvirhøvur ikki haldi, at menn eru nazistar, heldur ikki teir, sum buka konuna!

Men tað eru summir samfelagsbólkar, sum øll, ið hava áhuga, kunnu hunddálka, sum tey vilja. Og tey kunnu enntá aftaná hunddálkingina siga: eg elski teg, men hati syndina. Ja, skil tað, um tú kanst.

Eitt, sum sló meg eftir hetta famøsa úttalilsið hjá Jenisi, var, at viðmerkjararnir inni á portalinum flest allir vóru menn, og flest allir vóru púra samdir við Jenis og hildu eisini, at konufólk bera seg at sum nazistar. Eg hugsaði við mær: hvussu nógvir av hesum monnum hava verið upp á vegin, hvussu nógvir av hesum monnum hava verið í barnsburðarfarloyvi, hvussu nógvir av hesum monnum taka lut í dagliga strevinum heima við hús … Ja um vit skulu trúgva kanningum og hagtølum í okkara egna landi, so munnu teir vera fáir! Men teir ditta sær kortini at hava avgjørdar meiningar um nakað, sum teir opinbart ikki skilja, what so ever. Eg meini so við, høvdu viðmerkingarnar borið dám av generellum, etiskum umhugsni, so hevði eg ikki tímað at skriva hetta blogginnleggið, tí sjálvandi havi eg virðing fyri, at fólk eru ímóti fríum aborti, men eg havi absolutt onga virðing fyri fólki, og als ikki einum politikara og missiónsmanni, sum skýrir helvtina av sínum egna fólki nazistar.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s