Longd og breidd og innihald

Var á borgarafundi nú eitt kvøldið um kommunusamanlegging.

Nú skulu vit skjótt á val at siga ja ella nei til samanlegging, men hví vit skulu tað, er mær ein gáta, tí tað tykist, sum vit verða samanløgd, um vit vilja tað ella ikki.

Alt frá lagkøkubotnum, skúlaflokkum, Føroyar/Danmark til stovnar og kommunur verða løgd saman. Tað tykist vera uppi í tíðini. Eg havi ikki enn hoyrt eitt kvekk um, at tað loysir seg økonomiskt at leggja saman. Eg gjaldi enn akkurát líka nógv í kringvarpsgjaldi, og eg fái akkurát líka lítið afturfyri, og journalistarnir eru akkurát líka vánaligir, sum teir altíð hava verið, fyri nú bara at taka eitt dømi um samanlegging. So much fyri øktari fakligheit, sum annars var eitt av kardinalpunktunum, sum hesi forslidnu høvd borðreiddu fyri okkum har á borgarafundinum.

Og tá ið vit hava lagt saman, so fara kommunustýrini opinbart pr. automatikk at hugsa visionert, tey fara at taka avgerðir, sum koma øllum borgarum til góðar, tey fara yvirhøvur ikki at hugsa um atkvøður, har verður als onki kríggj um, at um vit samtykkja nýggjan fótbóltsvøll í Miðvági, ja so skulu vit pínadoy hava ein í Sandavági eisini (hugsað dømi).

Endi var ikki á, hvussu fantastiska væl tað fór at lata seg gera at fáa størri fakligheit, betri umsiting, meiri pengar, nærri demokrati og eg veit ikki alt tað góða, tey høvdu á lofti har í fimleikarhøllini hetta kvøldið.

Tað einasta, eg fekk burturúr, var, at tað er ótrúligt so illa fyrreikað hesi landsins kosnu menn og ein kvinna vóru. Ja, fyri at siga sum er, so var kvinnan altso best fyrireikað, sjálvt um eg ikki trúði henni tvørtur um eina hurðargátt.

Og hvat er hetta við okkara politikarum? Hvørja ferð teir fara at tosa um at skapa arbeiði og trivnað serliga á bygd, so tosa tey um at byggja ellis- og røktarheim. Teir mála fyri okkum eitt rættiligt Eldorado av spennandi arbeiðsplássum, avbjóðingum og øktari tilflyting til Føroya, tí vit hervið hava gjørt tað møguligt hjá teimum mongu útfluttu kvinnunum at koma aftur og fáa arbeiði. Spennandi arbeiðspláss? Avbjóðingar, hugsi eg við mær: at vaska reyvar á gomlum fólki?

Eg veit, eg veit, eg eri forb. órein. Tað er kanska handa kanningin hjá javnstøðunevndini, sum fær tað at kóka innan í mær.

Tað varð tosað nógv um pengar á fundinum. Og pengar hava nógv at siga, tað vita vit. Fíggjarmálaráðharrin vildi vera við, at vit fóru at blíva nummar trý í pengastyrki, beint aftaná Eystur kommunu. Helt fíggjarmálaráðharrin, at hann tosaði við ein barnagarðsflokk? Nei helst ikki, sjálvt barnagarðsbørn høvdu kravt meira innihald, enn tað sum var borðreitt við á hasum fundinum. Eg sat alla tíðina og hugsaði um mína bygd, og hvørja lagnu hon fór at fáa. Og sjálvt um Kári P. Højgård tosaði um, hvussu glað øll vóru í Grønlandi um, at tey høvdu lagt saman, og at allir grønlendarar mundu skrædna í látri, tá ið teir hoyrdu, hvussu nógvar kommunur vit hava í Føroyum, so hugsaði eg um mina bygd, sum er so óheppin (ella heppin, hvat veit eg), at liggja sum eitt slag av blindtarmi í oynni. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at ongin kapitalistur við sína fullu fimm tímir at hava nakað virksemi í Sørvági, tí tað má vera tí, at báðar bankarnir og posthúsið eru lukkað og flutt yvir til Miðvágs.

Og hetta fer at standa við og versna, um ikki sørvingar taka sær um reiggj og siga, at lívið er annað enn longd og breidd. Har krevst eisini eitt innihald.

Eg fari als ikki at atkvøða ja til samanlegging, sjálvt um eg veit, at vit øll fyrr ella seinni verða kroyst skríggjandi saman í eitt.

Eg vil hava nógv størri vissu fyri, at hesi fólkini, sum skulu stýra okkum, hava bara onkrar visjónir, aðrar enn tær, sum hoyrdust á borgarafundinum a la: tá ið okkara skúli er liðugt bygdur, verður hann nógv størri og betri enn tykkara.

Gud forbarmi seg. Og her er tað, at eg má koma við einari áheitan á tykkum útisetar, eisini tykkum, sum vaska reyvar. Komið heim for guds skyld, áðrenn vit drukna í landsbýtossum her á klettunum!

Annars noyðast vit bara gera, sum Jim gamli segði á sinni: When the music´s over, turn out the light.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s