NEI! segði lítla skrímsl – og eg

Í gjáramorgunin, tá eg fór frá húsum, hekk ein so fitt pappírsrulla á úthurðslásinum. Í ljósareyðum bandi var hon.

Í útvarpinum, segði ein av stigtakarunum, at liturin er symbolskur – hetta skuldi vera ein ábending um, at framtíðin fer at verða ljósareyð, tá ið vit leggja saman í eina kommunu í Vágoynni.

Eg gleðist altíð yvir, tá ið fólk eru virkisfús – vísa initiativ, men tað er ikki altíð, at eg felli fyri boðskapinum – heldur ikki um hann er ljósareyður.

Nú er tað so, at vanliga hevur orðið JA nakað positivt yvir sær og orðið NEI akkurát tað øvuta. Men eg eri so forgjørd, at lívið hevur lært meg, at tað mangan kann vera líka so positivt at siga Nei.

Í myndabókini Nei! segði lítla skrímsl, happar stóra skrímsl lítla skrímsl. Lítla skrímsl ræðist og torir í fyrstani onki at siga, men so tekur tað sær um reiggj og sigur NEI. Boðskapurin er sjálvandi , at (í hesum førinum) børn ikki eiga at lata sær alt lynda, tey mugu lærast at seta mørk, higar og ikki longri.

Ikki soleiðis at skilja, at eg kenni meg happaða av nøkrum, nei so absolutt ikki, men onkursvegna haldi eg, at hesi initiativríku við teimum ljósareyðu bondunum halda, at bygdaráðið í Sørvági fer við teimum sum við børnum. Tí tað má vera tí, at tey eru so ill um, at meirilutin í bygdaráðnum hevur gjørt sína støðu greiða og heitir á borgararnar um at atkvøða nei.

Fyrst er at siga, at ein áheitan ikki er eitt krav ella ein ordri, sum viðmerkjarin vildi vera við í útvarpinum í gjáramorgunin. Tvørturímóti – tað er ein bøn. Tað er bara at fara í orðabókina at hyggja.

So er tað komið uppá pláss.

Kanska halda tey, at vit eru so løtt at yvirbevísa, at vit ikki megna at hava okkara egnu fatan av, hvørt hetta er rætt ella ikki – men tað er at hava sera lítið álit á sær sjálvum. Á borgarafundinum sum var um kommunusamanlegging sótu seks fólk og royndu at sannføra okkum um, hvussu gott tað fór at verða at leggja saman, og bara ein talaði ímóti. Um vit vóru so løtt at sannføra, so hevði úrslitið verið eitt rungandi ja í gjár. Eg haldi ikki, at bygdaráðið er farið út um mark við hesari áheitanini – tvørturímóti, nú vita vit øll, hvør vil hvat í bygdaráðnum, bæði vit sum atkvøða ja og vit sum atkvøða nei. Tað kunnu vit øll hava í huga, nú bygdaráðsvalið stundar til, og tað fara vit at hava í huga.

Sjálv eri eg fullkomiliga sannførd um, at tað er ikki rætt at atkvøða fyri samanlegging. Hetta er eitt mál, sum er út um alt mark illa lýst. Eg haldi á ongan hátt, at framtíðin fer at verða ljósareyð av einari samanlegging. Eg eri eisini sera ivasom um tankan at leggja skúlamál út í kommunurnar. Haldi hetta er ein so avgerandi táttur í tilveruni, at hann eigur at vera ein landsuppgáva. Eg dugi ikki at síggja, at skipanin sum er nú, er skeiv. Men sjálvandi, eg siti ikki inni við allari vitan um tilveruna.

Øll eru púra ivaleys í, at vit eiga at samstarva tvørtur um kommunumark, og tað verður eisini gjørt og kundi helst eisini verið gjørt nógv meira. Vænti eisini, at tá ið Albert er komin niður aftur á jørðina eftir ósigurin í gjár, so dugir hann eisini at síggja tað.

Tað er púra greitt, at nógv skal til, fyri at fólk skulu taka undir við tankanum um at leggja eitt kommunustýri niður. Fyrst og fremst er tað hetta trygga, sum dregur. Vit vita, hvat vit hava. Tey skulu sleppa hugsanini um, at vit hava tey fólkavaldu her hjá okkum í bygdini, stutt sagt, at nærdemokrati verður til nakað fjart, teknokratiskt nakað, og so ikki at forgloyma ímyndin av at koma at standa verri í tí økonomiskt við samanlegging við eina kommunu, sum ekur á knøunum. So er tað eisini nervøsiteturin fyri, at tað reint geografiskt er ivasamt, hvussu væl Sørvág verður fyri í oynni, uttan mun til hvussu jabbað verður um, at tað tekur bara fimm minuttir at koyra. Havi ein varhuga av, at sørvingar halda seg vita, at tað koyrist bara ein veg, nevnliga yvireftir. Og við tí, sum er farið úr bygdini, sum tó hvørki vit ella kommunurnar hava valdið á, so er nærliggjandi at hugsa so. Hesin tankin um at alt fer at doyggja út, tí nú skulu vit hugsa um heildina, ger helst, at fólk ræðast.

Miðsavnan er lyklaorðið, tað er politiskt korrekt eisini, ja so korrekt, at tú næstan skammar teg við at siga, at tú ert ímóti, at alt skal trýstast saman í stórar eindir. Men hinvegin, tá eg hoyri okkara politikarar, sum als onki hava upp á hjarta, what so ever, so fái eg heilt góða samvitsku kortini av at hava atkvøtt nei. Ja, eg havi gjørt sum lítla skrímsl, eg tordi at siga nei!

Og nú eg havi rullað pappírið í tí ljósareyða bandinum út, fái eg enn betri samvitsku: hon er slett ikki skrivað til mín, tí har stendur: Nú stendur tú við línini í hondini. Vilt tú draga hana einsamallur ella saman við øðrum?

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s