Fagra nýggja verð

Nei, nú gongur av skriðjuni, ítróttur fær eina millión aftrat, sum verður tikið frá mentan. Høvuðsyvirskrift í fjølmiðlum henda dagin: at ein ella annar føroyskur fótbóltsspælari var sloppin at byrja inni á onkrum útlendskum liði, og í fyrradagin sá eg eina heila opnu í Dimmu við nágreiniligum uppgevilsum av, hvussu gingist hevði við vekt, akslum, mjadnum, bringu, lørum, armum, miðju og feitti hjá Rúna, Høgna, Maluni og Thominu.

Í Danmark vil ein ministari hava sett fullkomiligt bann ímóti at roykja og selja sigarettir um nøkur ár.

Eg sigi bara eitt – tað fer at verða longri og longri ímillum, at framtíðarfólk fara at skera út í gleðisróp: tað er deiligt at liva …

Alt fer at verða so forútsigiligt, vit fara at kanna og skanna fostur og taka tey burtur, um onkur møguligur skavankur vísir seg, ongin fer at roykja, drekka, banna eta ov nógv ella ósunt. Kanska sex fer at blíva bannað eisini, og vit fara at gera børn í reagensgløsum burturav, nógv lættari at kanna og skanna, og so nógv effektivari eisini.

Burtur verða allir skeivir ekistensir – tey evnaveiku, sum faktiskt eisini ríka okkara lív líka nógv sum tey evnaríku. Ongar villar diskussiónir huldar í einum øgiligum roykskýggi og ølskvettum á borðinum. Øll fara at fáa bót fyri at vera politisk ókorrekt. Í staðin fara veingir at vaksa út úr rygginum og gloriur á høvdinum, so pussikrem og teppibukarar fara at fáa góðar dagar.

Vit fara simpulthen at strutta av sunnheit – og kanska fara vit at liva ævigt.

Eg ætli mær ikki at forherliga ringa heilsu, so langt burturfrá tí – men álvaratos – nú sigi eg sum sviar: sakta i backarna.

Men nú er nóg mikið grenjað á hesum sinni: eg fari út at sóla mær. Nei! Bíða! Tað kann man eisini doyggja av. Nå – kanska um eg nú smyrji meg inn í faktor 75? Og í øllum førum, so má tað gerast nú, áðrenn tað eisini verður bannað.

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s