So er country- og bluesfestivalurin langt síðan farin aftur um bak. Eitt megnar tiltak, sum ikki hevur mær so nógv fyri at takka. Eg stuðlaði við einum atgongumerki og einum soni, sum stóð vakt í fýra tímar. Men sum eg plagi at siga, vit kunnu ikki øll vera í kórinum, tí so tømist salurin, tá øll fara upp at syngja.
Tann fyrsta, eg hitti, tá eg fór oman á festivaløkið var Albert Ellefsen bygdaráðsformann í Vága kommunu, sum bjóðaði vælkomin á countryfestival. Tað er góður stílur!
Sjálvt um hetta ikki er tónleikur eftir mínum høvdi, (eg vil heldur hava Mick Jagger enn Ragnar í Vík), so má eg siga, at onkur skal hava hetta slagið av tónleiki. Og treyðugt so, teir úr Froðba vóru framúr, hóast fjøldin heldur vildi hava Jørgin og Jákup. Og Henning Stærk dugdi sítt kramm, ongin ivi um tað.
Tað, sum eg serliga hefti meg við, var, at alt var so gjøgnumført. Tað var kelað fyri detaljunum. Har var okkurt bæði fyri børn og vaksin.
Veðrið var fínt, økið var framúr væl egnað, og alt fór sámiliga fram. Lítið av svansi sum á Roskilde og á G, og helst tí at her var ongin tjalding. Festivalurin var ikki ætlaður hesum slagi av fólki, sum misskil meg rætt í allar mátar eisini eru fitt fólk. Men nútímans ungdómur er ikki júst kendur fyri at elska country & western.
Hetta hugsaði eg eisini um, tá eg hoyrdi, at countryfestivalur skuldi verða í Sørvági. Jeee, so oldnordiskt, hugsaði eg. Hetta var júst ein av orsøkunum til, at eg helt tað vera dødens pølse at búgva í Sørvági, tann tíð tað var. Heingireyvar, brúllkrem, rullandi barrir og cowboystílur hevur ongantíð verið mín koppur av te. So partar av tátíðar ungdómi vóru heldur ikki allir so alsknir fyri country.
Men nú er man komin aftur til útgangsstøði, eitt sindur meira brýnd í kantunum av lívsins álvara, men framvegis við hesari kensluni av, at alt er við tað gamla, fólk streyma til Magna Christiansen og aðrar cowboyar, meðan Uni Debes og froðbingarnir tíverri ikki rúmast í huganum á teimum, sum kampera og teimum, sum skjóta blomstur á ólavsøku og fáa bamsu afturfyri.
Men sum sagt, vit skulu øll vera her.
Eg lurtaði eftir Toft, Una Debes, Henning Stærk og froðbingarnar sat eg í vindeyganum og lurtaði eftir.
Tað er stuttligt, at vit í oynni hava eitt slíkt tiltak at bjóða fram. Og eg unni teimum, ið skipa fyri, alt tað besta.
Eg haldi at sørvingar vóru glaðir fyri tiltakið. Tá eg leygarmorgun, annan festivaldag, fór heim í Á at keypa, kom ein maður og spurdi ein gamlan mann, sum er ein av næstu grannunum hjá festivalinum, um tey høvdu larmað illa niðri á plenuni. Tað gjørdi ikki petti, segði hesin gamli, eg larmaði bara sjálvur.