Guds kirkjugrund aleina

Tosaði við ein í gjár um fólkaheilsuráðið og tær útmeldingar, hetta ráðið við Páli Weihe á odda koma við í hesum døgum, og sum summir politikarar taka ímóti við muss og klemm. Hesin, eg tosaði við, vildi halda, at hetta vóru bara ráð, okkum nýttist ikki at fylgja teimum, vit høvdu framvegis okkara egna vilja. Eg harafturímóti eri av tí áskoðan, at tað valdast, hvør ið kemur við ráðunum, og nær tey verða givin. Um tey sum nú falla í góða jørð, so kunnu tey sagtans gerast direktiv heldur enn ráð.

Hugsaði um hetta, nú eg var so skítbýtt at seta meg at hyggja og lurta eftir ólavsøkugudstænastuni.

Ein fullkomiliga forbeinaður maður í svørtum kjóla og við pípukraga fekk sett allar vónir og optimismu so grundiga upp á pláss.

Øll sungu glað og fró um Guds kirkjugrund og alt, sum hetta bar við sær. Um hann, sum Av himni kom at leita sær halgu brúður hann

Skrólið stóð í skríggjandi andsøgn til tey 5000 fólkini, sum gingu skrúðgongu til frama fyri rættindi hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum  í Føroyum.

Tað var í fyrradagin.

Í dag fingu vit sum vátan vøtt frammaní, tí presturin á Gjaranesi fekk sagt púra greitt, at tit kunnu halda, hvat tit vilja, men tað verður over my dead body – og helst onkran annan eisini, tí har sat umboð fyri alt vald í Føroyum og tók undir við hesum og saman við øllum kirkjufólkunum sang um trúarvillingarnar, sum eru úti eftir at særa kirkjuna..

Har var alt samankomið  – prestavaldið, politiska valdið, dómsvaldið, danavaldið, trúgvin og politikkurin blandaður saman í ein vavgreyt.

Og kortini lata vit okkum dupera: av bispi, sum tosar salvelsesfult um menniskju og menniskjarættindi, at vit øll skulu vera her, at vit ikki eiga at peika fingur eftir nøkrum; vit eru um at detta á reyvina av, at ein prestur í Fuglafirði tosar søtliga á Facebook um tær báðar týdningarmiklu skrúðgongurnar, tað hjá Faroe Pride og tað í dag, og vit hava fullkomiliga gloymt, at allir hesir prestarnir couldn´t care less. Teir ætla ongantíð at geva samkyndum nakran rætt til at gifta seg, tíansheldur halda, at tað er rætt at hava nakað við sítt egna kyn at gera.

Gud skapti mannin og kvinnuna, hann hatar samkyndleika. Tað var boðskapurin í Havnar kirkju ólavsøkudag.

When will we ever learn?

Ein sprøklut kúgv við garðaliðið …

Viðhvørt hendir sovorðið óvæntað, stuttligt.

Sum í gjár tá eg var á veg út á Gomlurætt eftur Hanusi, mínum einkarsoni.

Koyrandi framvið Mjólkarvirkið Búnaðarmanna síggi eg fyrst eina bláa kúgv uppi á takinum á virkinum (eg hyggi upp, meðan eg koyri), og beint aftaná eina kúgv í øllum ælabogans litum standandi á beiti uttanfyri MBM.

Hurra, hugsaði eg við mær. Sjálvt mjólkarvirkið ger klárt til pridina! Tí hvat kann hetta annars symboliserað?

Takk MBM – eg skal keypa enn meira mjólk og jogurt frá tykkum. Og tað noyðast vit helst, tí útlitini fyri, at tað skal fara at gangast væl hjá hesum annars mynsturdømi av einum føroyskum virki, eru ikki góð í løtuni. Sá eina yvirskrift herfyri, sum boðaði frá, at tað eftir øllum at døma ikki fór at bera til at keypa føroyskar mjólkaúrdráttir um eini tvey ár.

Alt gott um kampagnuna Keyp føroyskt, men tað skal meira til enn tað, fyri at vit kunnu halda okkara egnu framleiðslu koyrandi. Mjólk er dýr, ógvuliga dýr, tá tú eigur nógv, smá børn, sum helst skulu drekka nógva, góða mjólk, og helst føroyska, if you don´t mind me saying so.

Fyri nøkrum árum síðani eydnaðist fólkaflokkinum at avtaka mest sum allar stuðulsskipanir í føroyskum jarðarbrúki, vit skuldu kappast á jøvnum føti við New Zealand og Danmark og Ongland og Russland og USA og jú neym it. So tær tvær krónurnar aftrat upp á mjólkina mugu vit bara taka við. Og nú hava vit jú fingið flatskatt, so tað skal nokk fara at ganga!

Nå – jajajaja, sigi eg sum hin eitt sindur tjúkki drongurin í Angora, det er jo bare helt i orden.

Men aftur til kúnna: Høvuðsyvirskriftin á komandi pridini er: Hvat er natúrligt? Sanniliga! Ein sprøklut kúgv er ikki natúrlig, men vit elska hana allíkavæl. Men fyri alt tað: ein kúgv á bási við einari maskinu á júgrinum er heldur ikki so øgiliga natúrlig, men vit elska mjólkina allíkavæl! So, hvat er í grundini natúrligt? og nú tá eg hyggi inn á heimasíðuna hjá LGBT, so síggi eg, at har eru nógvar stuttligar myndir av, ja, hvørjum? Jú – kúm, men tær er langt burturfrá so sprøklutar, sum tann uppi á mjólkarvirkinum.

Hyggið bara sjálv.

Ritstjórin kvøður

Hálvt ár farið aftur um bak. Nú hevur man sitið í brennandi sól í nógvar vikur og arbeitt við bókum, meðan sveittin hevur likið niður eftir bakinum. Burtur eru øll minni um ein kaldan vetur og vátt vár, ýlandi vindar og kava. Hugsanin um at flyta til Florida, har tað altíð er heitt og gott, er langt síðan farin aftur í gloymskunnar hav, men bíða bara. Um nakrar fáar mánaðir fara tankarnir um at flyta aftur at spøkja, undranin yvir, at nakar við síni fullu fimm hevur búsett seg her í hesum lorta landi, har tað altíð er kalt, og har politikarnir eru nøkur neytahøvd við greytheilum og als ongum visjónum.

Men sum er, syngi eg saman við Bernhardi Brim:

Nú eru vit øll frí

á tann gleðiliga tíð.

Nú skal ei heima verast,

Vit skulu út at ferðast,

Hurrá, hurrá, hurrá!

Eitt hálvt er er farið aftur um bak, umgyrd av bókum og góðum fólki við góðum ætlanum og engagementi. Krabbafólki, sum leggur doyin á at skapa gott lesitilfar, so at øll børn í hesum landinum, skulu sleppa at lesa góðar søgur. Fólki, sum ætlar, at nú skal tað vera: nú skulu vit út um landoddarnar at promovera okkum. Vit duga eisini!  Fólki, sum hvønn mánað fær tað at bera til, fær eitt spildurnýtt, fagurt glitrandi barnablað út til børn at lesa. Fólki, sum roynir at gera flottar faldarar, so lærarar skulu síggja, hvussu ógemeina nógv gott tilfar, vit eiga á okkara egna máli.

Og so er tað hetta at samstarva við forløg og agentar, rithøvundar og teknarar, týðarar og rættlesarar, grafikarar og prentarar. Royna at finna creme de la creme av bókum á marknaðinum, so okkara børn eisini skulu hava møguleika at fáa tær bestu, mest spennandi, romantisku, blóðdryppandi, hugtakandi, vøkru frásøgnirnar, sum gera, at vit fáa fríari tankar, betri hugskot, mót upp á lívið.

Til tey heilt smáu, hava vit  givið út bøkur um tøl og orð, litir og djór, suttur og bamsur. Til tey eitt sindur størri hava vit givið út bøkur um at verða ættleidd, um at hugsa um at onnur skulu hava tað gott, um Nóa, sum bjóðar øllum við í ørkina, og so hava vit leitað eftir einum hvølpi og givið nýggjar pixi-bøkur út, har tvær teirra eru upprunaføroyskar og eru um eina kúgv, sum eitur Raska. Og hvør kennir ikki Rasku, hon stendur jú á hvørjum borði í hesum landinum. Tey børnini, sum eru farin at lesa, kunnu lesa um spøkilsi og risaperur, um gladiatorar í gamla Rom, um Mumi og eina gentu, sum  eitur Molly, og sum dugir at hypnotisera.

Og tey ungu, sum tíverri fáa alt ov fáar bøkur á føroyskum, kunnu lesa um heksir og deyðsleikir, sum verða fyriskipaðir sum eitt reality show.

So víða verður komið um á hesum arbeiðsplássinum, og væl noyðist tú at fylgja við fyri at lofta rákunum, sum gera vart við seg úti í heimi. Og væl mást tú seta teg inn í tær vísindaligu kanningarnar, sum gjørdar verða av børnum og lesing, myndum og forstáilsi, dreingjum og gentum og hvat hvør lesur, av máli, kynsneutralt ella ikki, og mangt, mangt, mangt, mangt, mangt annað, sum er so óalmindiliga spennandi.

Men nú verður lívið við bókum sett á pausu, nú skal vera max relax, hurrá, hurrá, hurrá.

Øh, kanska ikki allíkavæl …

Tvey hálvi verða eitt

Nýggj kanning í Onglandi av lesivanum  ger enn einaferð vart við, at støðan við dreingjum og lesing er katastrofal.

Dreingir tíma snøgt sagt ikki at lesa!

Øll, sum hava eitt sindur millum oyrini, vita, at tað er ein fullkomiliga ómøgulig støða. Eitt framkomið samfelag hevur brúk fyri fólki, sum lesa, eisini mannfólki. Umframt at lesing kann geva fólki ein hóp av hugskotum og góðari barlast at hava við sær víðari fram.

Nógv hava hugskotini verið til at royna at broyta støðuna. Eitt tað minst konstruktiva er at skjóta konum í skógvarnar, at tær eru ov nógvar í barnagørðum, skúlum og hvat veit eg.

Grenjið um, at skúlin er ov femininur, er høpisleyst. Latið konurnar fáa frið, tær gera tað, tær kunnu. Tað, sum manglar, eru fleiri mannligir lærarar, sum kunnu geva dreingjum og gentum burtur av sínum lívsroyndum.

Kvinnur eru helvtin av himlinum, var ein nógv brúkt kinesisk frasa í sjeytiárunum. Vit kunnu parafrasera og siga, at hin helvtin eru menn. Og teir mangla nógva staðni, um ikki alla staðni. Og tit vita helst, hvar teir eru í yvirtali.

Sjálvandi eiga vit at taka hetta, at dreingir ikki lesa, í størsta álvara. Kendi enski rithøvundurin Michael Morpurgo hevur eitt boð uppá, hvat kann gerast.

“Perhaps it is partly that we need to love books ourselves as parents, grandparents and teachers in order to pass on that passion for stories to our children. It´s not about testing and reading schemes, but about loving stories and passing on that passion to our children.

(teachersnetworkblog á the guardian, 2. juli 2012)

Tað er so ómetaliga týdningarmikið, at vit læra okkum at brúka orðini, at finna upp á nýggj orð, at argumentera og fortelja søgur. Tað er altavgerandi í einum demokratiskum samfelagi. Annars 1) verður tað moykeðiligt at liva og 2) ella tú verður rend/ur um koll, av tí at tú ikki klárar at svara fyri teg.

Hetta er sanniliga galdandi fyri bæði kyn. Bæði gentu og drong.

Kanska áttu vit at gjørt sum ongilsmenn- og konur. Sett á stovn eina heiðursløn fyri børn, sum royna seg  við orðum. Har hava tey heiðurslønina Wicked Young Writer´s Award, sum skal geva børnum hug og dirvi at royna seg. Ongin leggur í, um rætt er stavað, ella komma er sett, har tað eigur at vera. Nei, høvuðssakin er boðskapurin. Hevur tú nakað upp á hjarta, sum tú vilt fortelja øðrum?

Bara heitið á prísinum sigur mær, at her eru tey á rættari leið. Og hervið er hugskotið borið víðari til mentafólk av øllum slag í Føroyum. Bjørn Kalsø, Herálv Jacobsen  og Maud Wang Hansen t.d. Setið á stovn eina tílíka heiðursløn,  og tit onnur, foreldur, ommur og abbar og lærarar: latið børnini finna útav, hvussu fantastiskt tað er at hoyra og fortelja søgur.

Drukni tey í søgum, skrøggi  og reypi av øllum handa slagi. Tosið við børnini, fáið tey at tala fyri seg, um tey ætla at argumentera fyri einum pakka av bommum, einari biografbillett ella einari øl, bara okkurt. Fyrr ella seinni finna tey útav, hvussu stuttligt tað er.