Going to Town

Hann sjálvur, sum tey í útvarpinum siga, øtlar veðrið, hevur øtlað nakað so grúsomma nógv í morgun. So nú siti eg her og pleygi prátið á Facebook, alt meðan eg royni at minka um samvitskubitið við at týða eina myndabók, sum skal til prent skjótt.

Og so hevur ein av mongu tónleikasendingunum verið beint nú. Ótrúliga góð, henda. Lurta eftir Rufus Wainwright: Going to Town. Eg uppdagaði Rufus fyri einum tveimum árum síðani. Eg sigi bara eitt. Tað er gott, at eg ikki havi sum arbeiði at uppdaga fólk, tí so høvdu nógv verið við sviðið soð.

Hesin Rufus hevur sungið nú í nógv ár, hann er sonur Kate McGarrigle, og hana havi eg harfturímóti kent í nógv ár. Kate og Anna McGarrigle vóru systrar og fólkasangarar og góvu plátur út saman, td. Entre Lajeunesse et la sagesse. Á fronskum, og eg skilji ikki ein pinn, men sum tær syngja væl! So Rufus hevur tað ikki frá ongum.

Men aftur til Facebook: vit hava skift orð um abortnevndir og huldufólk og javnstøðu og tryggingarsambandið, ja her hevur mangt og hvat verið á lofti.

So havi eg týtt eitt petti fyri bibliotek.org Ein síða tit mugu fara at hyggja at, og eru tit ein skúli ella eitt bókasavn, ja so mugu tit melda til!

Og so havi eg prentað mær ymiskt út, sum eg skal lesa í vikuskiftinum. Frá Feministiske studier. Eg fari nevnliga at seta meg enn meira inn í tingini, so verið ikki fyri, tit. Ongin sleppur at hvíla á laurberunum.

Og so fada vit út við Howlin´Wolf og Highway My Friend …

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s