8. mars røða í Vestmanna 2011

Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.

Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. (Lukas).

Nú heldur kanska onkur, at tey hava gingið skeivt, at tey eru komin í kirkju at hoyra jólaevangeliið. Men so er ikki. Eg vildi bara minna tykkum á, at skjótt fara vit eisini at verða skrivað í manntal. Í novembur í ár stutt undan jólum, fer henda søguliga hending enn einaferð fram.

Tí søgulig er hon, tað siga teir á Manntali. Og tá eg sigi teir, so meini eg teir. Í manntalsnevndini sita nevnliga 4 menn og ráða fyri, hvussu manntalið skal skipast.

Á manntali vita teir væl, at summi eru ónøgd við orðið, men sum teir siga, eftir at hava ráðført seg við tveir menn, sum hava skil fyri máli, so liggur nakað heilt annað í týdninginum manntal enn í týdningnum fólkateljing.

Teir siga, at orðið fólkateljing smalkar átakið til eina einfalda teljing, og manntalið er so nógv annað enn bara ein teljing, siga teir.

Kanska veit eg ikki nóg væl, men fyri mær ljóðar tal og teljing nokkso líkt. Í báðum førum noyðist tú at telja fyri at fáa eina útgreinaða hagtalsmynd av Føroyum. Harafturímóti er stórur munur á orðunum mann og fólk.  Mann kemur av orðinum maður, meðan fólk kemur av orðinum fólk.

Men á heimasíðuni hjá Manntali siga teir, at tað ongantíð hevur verið í teirra tonkum, at mann, sum í hesum høpi er maður, kanska merkir menniskja.

Teir vildu hava eitt navn, sum vísti, at hendingin er annað enn at telja fólk.

Tað kann so gera tað sama, hvussu teir so snara og venda sær, tí eg komi ikki til aðra niðurstøðu enn, at tað liggur bara ein merking í orðinum manntal: tal á monnum.

Teir hava so púra rætt, tá teir siga á Manntali, at Manntal gevur hendingini søguligt høpi og bindur aftur í søguligu gongdina. Hendingin verður eitt mark í Føroya søgu, siga teir á Manntali.

Hendingin við Jósefi, sum var av Dávids ætt, og sum fór avstað í ættarbygd sína at verða skrivaður í manntal og hevði gentuna við sær, sum hann var forlovaður við, var eisini marksetandi. Tit minnast kanska, at Maria, sum unnustan hjá Jósefi æt, átti eitt barn á ferðini, sum kom at broyta ein stóran part av søgu mannaættarinnar.

Nú veit eg ikki, um tað er hetta slagið av søgu, teir á Manntali hugsa um, men fara vit longur aftur í Bíbliusøguna, sum jú eisini er eitt slag av søgu, so verður altíð tosað um menn í samband við manntal: “Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann! (4. Mós. 1,2)

og:

“Takið manntal av allari samkomu Ísraelsmanna, frá tjúguáraaldri og uppeftir, eftir fedrahúsum teirra, av øllum vápnaførum monnum í Ísrael.”

Møguliga er hetta ikki søgan, hugsað verður um á Manntali, men eg fái so í øllum førum gamaltestamentligar associatiónir, tá eg hoyri orðið manntal.

Tað er hetta við signalvirðinum, sum vit so mangan tosa um, at vit eiga at senda eitt signal út um, at soleiðis eru vit, hetta eru okkara virði og at vit eru inkluderandi í staðin fyri ekskluderandi. At vit taka við heldur enn at stoyta frá okkum.

Tað er ikki av ongum, at 8. mars tiltakið hjá Kvinnufelagnum í Havn hevur heitið Machoføroyar.

Tað er nevnliga syndarliga nógv dømi um, at vit búgva í einum macholandi, sum kvinnur flýggja úr.

Hygg bara at kvinnuumboðanini í løgtinginum, sum varð 23 % í mun til 77 % av monnum við seinasta val í 2008. Hóast hetta als ikki er nøktandi, so vóru nógvar røddir frammi, sum ætlaðu at skerja Demokratia, ja ongantíð betur, avtaka Demokratia, tá pengar skuldu setast av á fíggjarlógini. Málið var rokkið, mundu teir halda. Hetta eydnaðist tó ikki. Í staðin var tað gjørt, sum er so vanligt í hesum landinum, vit tippa holið og mótmælini eitt sindur við at geva akkurát so mikið lítið av pengum, at tað ikki er møguligt at gera eitt rættiligt munadygt arbeiði.

Mangan fyrikemur mær, at tað at vera kvinna er sum at vera ein útoyggj!

Tað verður tosað ómetaliga nógv beint upp undir val. Øll lova gull og grønar skógir, men aftaná valið sovnar øll vælvild aftur og fer í ommu sína.

Tey á útoyggj fáa eina maskinu at halda lív í teimum, sum fáa hjartasteðg og umboðini fyri kvinnurnar: Demokratia og Javnstøðunevndin fáa akkurát so lítið av pengum at arbeiða við, at tey høvdu kanska havt meira brúk fyri einum hjartastartara.

Tað er ikki til at siga, júst hvør orsøkin var til at kvinnuumboðanin á løgtingi fór frá 9 % upp á 23 % við seinasta val. Var tað arbeiðið hjá Demokratia, ella tað at Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi. Helst hevur hetta seinna havt stóra ávirkan, so tá ið ætlanin kom í spergament, at vit aftur skuldu fara til fleiri valdømi, var nevnd vald at endurskoða vallógina, har bert ein kvinna var umboðað í mun til 10 menn. Røringur kom sjálvsagt í. Kvinnur óttaðust, at tað fór at fáa avleiðingar fyri politisku skipanina og bert vegna mótmæli frá kvinnufeløgum, Javnstøðunevnd og Demokratia eydnaðist tað at fáa nakrar kvinnur aftrat í nevndina, í staðin fyri nakrar menn.

Og hetta er heldur ikki einasta dømi um nevndir, sum verða settar næstan bara við mannligum nevndarlimum.

Føroyar sigast hava viðtikið 50 % regul fyri kvotur í almennum nevndum. Tað las eg í einum blaði nú fyri stuttum. Hetta ljóðaði so áhugavert. Kanska hevði eg yvirsæð, at vit kortini høvdu javnstøðu onkustaðni? So eg fór at leita: Í Føroyum eru á leið 190 almennar nevndir. At tær eru almennar merkir, at tað eru tey ymsu landstýrismálaráðini, sum hava sett tær at ráðgeva sær í ymsum avmarkaðum spurningum. Eg valdi mær 9 nevndir, sum umboða hvør sítt málaráð, og har vóru tilsamans 41 mans í nevndunum og 20 kvinnur. Hey sigur kanska onkur, so er næstan javnstøða. Men nei, gleði tykkum ikki ov tíðliga. Í tveimum av nevndunum vóru als ongar kvinnur, í 8 av teimum níggju nevndunum vóru formenn og ikki kvinnur. Í einari nevnd var lutfallið 10 menn og 4 kvinnur. Hetta er forrestin stjórnarskipanarnevndin, nevndin sum arbeiðir við eini grundleggjandi lóg, sum skal vera støði undir okkara landi, stinga nakrar almennar leiðreglur upp um, hvussu Føroyar skulu skipast politiskt, og hvørji virði vit skulu byggja á.

So hugsaði eg við mær, at kanska politiska leiðslan í landinum gongur á odda? Men gakk, av teimum 8 nevndunum, sum beinleiðis ráðgeva og viðmæla tann politikk, sum verður rikin her í landinum, sita tilsamans 47 menn og 9 kvinnur.

Nú má eg viðganga, at tá eg var komin fram til hetta, var eg um at bresta út í sjóheitan grát.

Ei undur í, at kvinnur flýggja úr hesum landinum!

Hetta signalið, sum eksluderar ella útihýsir einum parti av føroyingum, hevur alstóra ávirkan á uppvaksandi ættarliðið og er kanska ein stór orsøk til, at úrslitini, sum herfyri vórðu kunngjørd av kanning av ungdómi, nærum leyp skelk á summi.

Tað vísti seg nevnliga, at í mun til onnur ung í Norðurlondum hevur føroyskur ungdómur heilt aðra fatan av t.d. javnstøðu, spurningum, sum eru grundleggjandi fyri, hvussu vit skipa viðurskifti okkara her á landi.

1483 ung í Føroyum við einum miðalaldri nakað yvir 18 ár vóru við í kanningini. Tað er nóg nógv til at gera álítandi hagtøl við.

Tað syndarliga er eisini, at tað ikki bara eru føroyskir dreingir, ið eru eftirbátar, tá talan er um vanliga demokratifatan, nei genturnar vísa líka ræðandi hugrák.
Tá spurt var, um tikið var undir við, at menn eru betri leiðarar enn kvinnur, søgdu 22,3 prosent av føroysku konufólkunum seg vera samdar. Miðaltalið í øllum øðrum londum er 9,8 prosent.
Sama ger seg galdandi, tá ið spurt verður um, um tikið verður undir við at tað sum heild er betri, tá menn taka avgerðir heldur enn kvinnur. Í Føroyum siga 24,5 prosent av ungu konufólkunum seg vera samdar, sum bæði var hægri enn miðal – 8,6 prosent – og hægri enn í øllum hinum londunum.
Ein spurningur snýr seg beinleiðis um kynsmismun; taka ung undir við, at menn skulu hava framíhjárætt til arbeiði, tá ið fá arbeiði eru at fáa. Tá eru føroysk ungfólk eisini í hægra endanum. 35,5 prosent av ungum føroyskum mannfólkum. Og 14,3 prosent av ungum føroyskum konufólkum. Miðaltølini eru 25,9 og 7,1 prosent ávikavist.
Tað kanska mest skelkandi av øllum er, hvussu fá føroysk ung taka undir við, at kynini bæði skulu hava somu rættindi; 57,6 prosent av dreingjum og 79,4 prosent av gentum svara játtandi. Miðaltølini eru 84,7 fyri dreingir og 94,2 prosent fyri gentur, sostatt eru tølini fyri føroysk ung lægri enn í øllum hinum londunum.

Í Demokratia spyrja tey, um føroysk ungfólk mangla góðar fyrimyndir: Tey spyrja, hvat tað sigur um fyrimyndirnar í okkara samfelag? Og hví halda so nógv, av føroysku ungfólkunum, serliga dreingirnir, at kynini ikki skulu hava somu rættindi? Hvat liggur í hesum? Duga vit nóg væl, og geva vit okkum nóg góðar stundir at tosa við uppvaksandi ættarliðini um, at demokrati og javnrættindi fyri allar borgarar eru ómissandi virði, sum tó ikki eru sjálvsøgd.

Tað er trupult at seta fingurin á nakað einstakt, sum er orsøkin til, at so illa er statt í føroyska samfelagnum, hvat viðvíkir javnstøðu og fatan av, hvussu stóran týdning javnstøða hevur í einum samfelag. Teknini eru mong, sum geva ábending um, at okkurt ikki ruggar rætt, og at kvinnur ikki vilja finna seg í hesum longur: fráflytingin t.d. Men eisini at kvinnur og felagsskapir ferð eftir ferð noyðast at vísa á og spæla politistar, tá ið okkurt fer fram, sum ger brot á viðtøkur um, at bæði kyn eru javnstillað í hesum landinum.

Alt føroyska samfelagið er gjøgnumsúrgað av patriarkalskari trúgv, tað sæst aftur í tíðindaflutningi, máli, arbeiði og politikki.

Tíðindaflutningur t.d. Stutt undan 8. mars hoyrdist, at amerikumonnum dámdi so væl føroyskan laks. Hugburður til økismenning: í vikuskiftissosialinum gav sálarfrøðingur Klaksvíkar býi tey góðu ráð at menna virksemi í býnum við at loyva fleiri í slipsi og klædningi framat og legði so aftrat, at sjálvandi mugu kvinnur eisini fáa tilboð um arbeiði, tí annars tíma tær ikki at flyta við monnunum til Klaksvíkar. Løgið at tað ikki skurrar í oyrunum á onkrum: áhoyrarunum ella greinskrivaranum t.d.

Tak málið t.d. Í 2009 skrivaði Granskingarráðið út kapping millum børn, har heitt var á tey um at tekna ein granskara. Tilsamans 230 tekningar komu inn, og tað var hampiliga javnt kynsbýti millum tey, ið teknaðu: 103 dreingir og 127 gentur. Av teimum 230 tekningunum kunnu 58 tekningar takast burtur av sum kynsnevtralur. Eftir eru so 172 tekningar, har 146 vóru av monnum, 21 av kvinnum og 5 av báðum kynum. Tað, sum eisini var tankavekjandi, var, at tað bara vóru gentur, sum høvdu teknað teir 21 kvinnuligu granskararnar, og somuleiðis vóru tað eisini bara gentur, sum høvdu teknað tekningarnar av granskarum av báðum kynum á somu mynd.

Hetta er eitt sera gott dømi um í hvussu er tveir lutir, at málið í stóran mun útihýsir kvennkyni, og at børn mangla kvinnufyrimyndir at spegla sær í. Og tað er ikki tí, at tað mangla granskarar av kvinnukyni. Men at døma eftir kynssamansetingini í Vísindaráðnum, so munnu tey halda, at vit mangla kvinnuligar granskarar, tí har er lutfallið 10 menn og 4 kvinnur.

Hetta fær meg at hugsa um mína egnu kanning av kynsleiklutum í lesibókum, har tað var ógvuliga greitt, at fatanin av gentum og kvinnum er alt ov trongskygd í mun til fatan av dreingjaleiklutum.

Kanningin snúði seg um lesibøkur í føroyskum til 1-3 flokk og úrslitið var sera hugstoytandu, men ikki so ógvuliga óvæntað.

Siðbundna fatanin livir enn í besta velgående: bara við at samanbera hvussu stóran part av tíðini vaksin og børn brúka uttandura og innandura og takast við ymiskt bæði arbeiði og spæl, sæst at pápar og dreingir er mesta partin av tíðini uttandura, meðan mammur og gentur eru inni.

Páparnir í lesibókunum eru 19 ferðir úti og dreingirnir eru 35 ferðirnar uttandura.

Mammurnar eru 4 ferðir úti og genturnar 18 ferðir.

Innandura eru páparnir 17 ferðir og dreingirnir 18 ferðir, meðan mammurnar eru 42 ferðir inni og genturnar 18 ferðir.

Stórur munur er á, hvat tey takast við serliga uttandura. Inni gera tey mat, ansa børnum og spæla. Men uttandura er pápin tann sum skaffar familjuni mat, drongurin spælir nógv fótbólt og gentan spælir okkurt, meðan mamman er rennur til og frá og heintar børn og ommur og abbar og keypir mat í handlinum.

Tá talan er um beinleiðis fyrimyndir, sum børn kunnu spegla sær í í teimum nýggjastu lesibókunum. So eru 33 menn nevndir við navni og 8 kvinnur verða nevndar við navni.

Menninir umboða øki sum religión, søgu, stjørnufrøði, bókmentir, náttúruvísindi, norrøna gudalæru, tónleik og grikska gudalæru. Meðan tær 8 kvinnuligu fyrimyndirnar umboða søgu, stjørnufrøði, norrøna gudalæru og religión.

Fastlæsta fatanin av kynsleiklutum er á ongan hátt mennandi fyri uppvaksandi ættarliðið. Kvinnurørslan hevur vunnið nógvar sigrar øll hesi árini, men tað er sum, at høvdini hava ikki fylgt við. Hóast formlig javnstøða er veruleiki, hóast líkaløn og rætt til arbeiði og útbúgving, so tykist, sum rákið aftur gongur móti tí ljósareyða: vit vilja so gjarna sleppa at seta kynini inn í ávísar boksir. Men nú mugu vit halda fast og stríðast víðari.

Kanska áttu vit at umhugsa um vit vilja lata okkum skriva í manntal?

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s