Knæfall fyri Eivør

Eg noyðist at geva meg. Eg eri fallin fyri Eivør Pállsdóttur.

Tað skuldu nógvar fløgur til, áðrenn eg mátti ásanna, at hon er ein sonn stjørna!

Minnist hana, tá ið hon traðkaði fram í Clickhase, ein eitt sindur villur fuglur. Onkur mølmaði um, at hon kanska hevði roykt hash, tí hon var so løgin. Men helst hevur hon ikki tað, tí hon er bara so ómetaliga sjarmerandi og egin.

Ikki tí, havi altíð hildið hana havt eina framúr fantastiska sangrødd, men havi ikki svermað so nógv fyri tekstunum. Eitt sindur ov naivir fyri mín smag.

Men seinasta fløgan Room hevur vent øllum á høvdið inni í knokkinum á mær, eg kom at hugsa um fantastisku sangarinnuna Kate Bush, og so mátti eg sjálvandi fara á útgávukonsert hjá henni. Ongin skal kalla meg fordómsfulla. Nú skuldi Eivør hava ein kjans.

Og hon sveik á ongan hátt trúnna hjá mær á, at hon er ótrúliga musikalsk og væl spælandi.

Ok, eg suffaði eitt sindur, tá hon byrjaði við rímuna Rura, rura barnið. Åh gud, hugsaði eg, hetta verður aftur ein konsert við trummudansi og deslige, men so fór hon og fólk hennara á pallinum rættiliga í gongd, og har var eitt brak av einari konsert, simpulthen. Eg sveimaði í einum sælum rúsi alt kvøldið, og sjálvt um eykanummurini vóru tvey av teimum gomlu naivu sangunum um m.a. Elinborg og Elisabeth Mariu, so mátti eg bara viðganga, at ein sum kann fáa ein sang burtur úr hesum báðum nøvnunum, má vera musikalsk! Og sjálvt tá ið hon tók hasa óluksáligu trummuna fram og fór at messa, so mátti eg viðganga, at tað ljóðaði slett ikki so galið.

Tað einasta, sum órógvaði meg, vóru projektørarnir, sum vóru ið so naskir, mátti blunda viðhvørt, tá alt gjørdist gult ella blátt fyri eygunum á mær, og so helt eg meg skilja á lagnum, at ljóðið ikki var, sum tað átti alla tíðina, men pyt, sum danir siga, har var so nógv frálíkt at tað var peanuts afturímóti.

So summa summarum, er bara eftir hjá mær at gera av, um eg skal keypa fløguna á Itunes ella í Expert.

One thought on “Knæfall fyri Eivør

  1. Aftaná hattar ummælið vóni eg, at Eivør eisini fer at hava konsert her á leið, so eg kann hoyra nýggju løgini hjá henni.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s