Umhvørvi

Var herfyri og vitjaði Sørvágs skúla í samband við, at kommunan og skúlin bjóðaðu okkum at síggja úslitið av arbeiði, ið kommunan hevur sett í verk í skúlanum.

Eg má siga, at hetta var stuttligt at síggja, og serliga var tað áhugavert at hoyra um verkætlanina við jørðhita, sum kommunan er farin í holt við í tøttum samstarvi við Jarðfeingi.

Sum eg skilti, so hava vit í Sørvági við hesi verkætlanini minkað CO2 útlátið við 20 %, og tað má sigast at vera nakað, vit kunnu gleðast um. So æres den, som æres bør.

Treyðugt so, onkur sigur mær, at talið á fólki, ið svimur í skúlanum, er fallið sera nógv, og at hetta er orsakað av, at hylurin er alt ov lítið upphitaður. Orsøkin, til at svimjihylurin er so kaldur, sigst vera, at heitari vatnið er, størri er talið av bakterium, og at vatnið tá má klorast meira. Men er kalda vatnið úrslit av miskiltum spariídni, so má okkurt gerast við tað.

Tað hevur verið nógv tos um í miðlunum, at valevni lova gull og grønar skógir nú upp til valið. Haldi ikki, at vit á lista B lova meira, enn vit megna at halda, hóast tað er neyðugt at síggja veruleikan í eyguni, at fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi er minkað, so hvørt lániskuldin er vaksin. Ein uppgáva, sum kommunan noyðist at fullføra, er kloakkirnar í kommununi, sum mugu gerast lidnar, tað er lógarkravt og skal vera liðugt innan 2015. So longu her, er greitt, hvar ein partur av inntøkunum hjá kommununi skulu fara.

Eg eri av tí áskoðan, at vit eiga at halda fram hesa góðu leiðina við umhvørvisvinarligum atgerðum. Møguleikarnir fyri skiljing av ruski eru nógv størri, enn vit gera brúk av. Sama við endurnýtslu. Eg síggi fyri mær møguleikan at hava eina sokallaða trumlu til at savna glasfløskur frá húsarhaldi, sum so kunnu endurnýtast aftur. Somuleiðis íløt til battarí. Hetta er nakað, sum eigur at standa mitt í bygdini, so at fólk fáa til vana at taka ein posa við brúktum agurkusalatgløsum við sær at koyra í trumluna. Einaferð hava vit nóg mikið av gløsum til rabarbusúltutoyi, og onkustaðni skulu vit sleppa av við tey. Og trumlurnar kunnu gerast á Westmek í Sørvági. Hvat tá?

Aðrastaðni td. í Danmark hava tey nakað tey kalla ’storskrald’, hví hava vit ikki tað úti á bingjuplássinum? Kundi hugsast, at onkur hevði eina útblakaða sofu fyri neyðuni, og um fólk komu aðra staðni frá, ongantíð betur.

Vit eiga at fara væl um og royna at tryggja framtíðina eisini hjá teimum, sum koma aftaná okkum. Slíkar atgerðir kosta ikki stein og allan heim, men at lata vera við at gera nakað, kann koma at kosta okkum dýrt í framtíðini. Øll hava vit ábyrgd fyri umhvørvinum – eisini vit í Sørvágs kommunu.

Bygdin og nútíðin

“Har úti liggur Mykines og verjir mina borg.

Har upp kemur flogfarið úr London.”

Hesar báðar reglurnar geva við fáum orðum eina sera góða lýsing av tí at búgva í Sørvágs kommunu.

Samansetingin av at vera bæði bygdafrell og globotrottur er eyðsýnd og hevur í mong ár merkt okkum, sum búgva hesumegin vatn.

Vit hava samband hvønn dag við útheimin, og onkursvegna haldi eg, at tað hevur gjørt okkum  ógvuliga avslappað.

Samband við útheimin er púra natúrligt. Her kemur fremmandafólk í túsundatali til, og summi koma enntá oman til Sørvágs og víðari til Mykinesar, meðan onnur fara víðari á leið.

Tá ið eg fyri einum trimum – fýra árum síðani vendi aftur til Sørvágs at búgva, gjørdi eg tað tí, at eg visti, at tað als ongin trupulleiki var at pendla millum Sørvág og Havnina.

Men helst hevur tað, at eg eri uppvaksin her í bygdini, gjørt tað, at tað var lættari fyri meg at seta búgv her aftur. Verri er við øðrum, sum ikki hava nakað ávíst tilknýti til økið. Tey kenna tað kanska ikki líka natúrligt at seta búgv her. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit gera tað attraktivt at búgva her.

Bara hetta at vit verða færri og færri, sum skulu lyfta eldraøkið upp á eitt støði, sum vit øll kunnu liva við, ger, at tað er alneyðugt, at vit vera fleiri.

Nútímans menniskja krevur so nógv meira enn bara eini hús at búgva í og barnagarð og skúla til børnini. Nógv meira skal til fyri at fáa fólk at støðast.

Tað hevur eisini alstóran týdning, at kommunan, har tú setur búgv, bjóðar tær vælkomnum, sendir tær eitt bræv, har sagt verður frá, hvørjir hentleikir eru í bygdini, hvat tú kanst gera í frítíðini, og hvussu tú sleppur til lækna td. Slík signal fáa teg at kenna teg væl og gera, at tú beinanvegin fert at kenna teg sum heima.

Og sjálvandi eigur kommunan at hava væl virkandi heimasíðu, har so nógv kunning sum gjørligt er at finna. Umframt at øll tiltøk eiga at verða lýst á heimasíðuni. Eitt so natúrligt sum at hava kunning á enskum á heimasíðuni er upplagt og sjálvsagt.

Nú er langt síðani, at vit válaðu heim eftir Niðara vegi – sjálvt um øll yvir ein vissan aldur fáa stjørnur í eyguni av tankanum. Nú er tíð at flyta okkum fram og taka við teimum avbjóðingum, sum eitt modernað samfelag krevur av okkum.

Við botni fyri eygað

Herfyri var eg boðin at sita í pallborði hjá Demokratia og tosa um kvinnur og kvotur í politikki.

Eitt av tí, eg kom at nevna, var, at kvinnur eru verri fyri serliga í arbeiðslívi, tí tær aloftast verða heftar saman við barnsburði og møguleikanum fyri at fara í farloyvi.

Eg var hartað av einum áhoyrara fyri, at slík argumentir niðurgjørdu kvinnur. Hetta var als ongin trupulleiki, varð hildið.

Viðhvørt, tá tú fært slíkt at vita, at tú niðurger kvinnur, blívi eg so øgiliga illa við, tí er tað nakað, ið liggur mær fjart, so er tað at niðurgera fólk, tað veri seg bæði kvinnu og mann. Ella tað haldi eg sjálv í hvussu er.

Nú havi eg so lisið eina kanning, sum sigur mær, at hetta, eg segði meg hava ein varhuga av, í grundini er kannað og verificerað.

Í spurnarkanning av 1422 arbeiðsaktivum verkfrøðingum og cand.scientum undir 30 ár siga 13 procent av kvinnunum og 6 procent av monnunum seg vera spurd eftir, hvørjar ætlanir eru við at fáa børn.

Tað er ikki loyvt at spyrja slíkt í arbeiðssamrøðum, og arbeiðssøkjandi hevur loyvi at nokta at svara; spurningurin er so, hvussu væl tað hjálpir tær, sum situr við sveittabrot til samrøðu og noktar at svara einum arbeiðsgevara um nakað, hann spyr um.

Flemming Drossen frá Dansk Arbejdsgiverforening sigur, at sjálvt um tað er býtt av arbeiðsgevaranum at spyrja um slíkt, so kennir hann seg mangan noyddan. Tað kann vera dýrt hjá serliga einum lítlum virki, at fólk fara í barsil, og at ein avloysari skal setast inn í tingini av nýggjum, kann koma at ávirka arbeiðsgongdina.

Vit vita, at tá ið kvinnur eiga børn, er tað aloftast tær, ið taka barnsburðarfarloyvi, so tað skal ikki eitt forsligið høvd til at rokna út, at tær standa altso verri fyri í arbeiðslívinum.

 

Nú kemur heimahjálpin – øh, eg meini heimahjálparin

 Heimahjálp kv

(alment veitt) hjálp til gomul el. sjúk heima við hús

 

Heimahjálpari k

Ein ið veitir heimahjálp

 

Hevur tú nakrantíð sæð ein mannligan heimahjálpara? Nei ha? Men sambært Føroysk orðabók frá Føroya Fróðskaparfelag finnast teir.

Enn eri eg ikki so fyri, at eg havi heimahjálp fyri neyðini, men eg gleði meg, tí kanska heimahjálparin verður ein lekkur ein a la Mad Man?

Áh nei, forrestin, tað verður hann helst ikki. Tað er bara heimahjálpin, tvs. kvinnan, sum veitir hjálpina, sum verður gjørd til ein mann.

Tað er á ongan hátt óvanligt, at orð hava fleiri týdningar – eisini í føroyskum, men okkara heimahjálp, sum ger eitt so fantastiskt arbeiði millum gomul og sjúk, skal so aldrin sleppa upp í part í orðabókini!

Hetta og mong onnur dømi eru um, at orðabók í føroyskum høpi ikki er ein grunnur við orðum, sum fólk brúka, men kunstigar fabrikatiónir, sum onkrir subjektivir málfrøðingar hava sett sær fyri skal í.

 

Sjálvandi skuldi tað staðið soleiðis í orðabókini:

 

Heimahjálp kv

1)     (alment veitt) hjálp til gomul el. sjúk heima við hús, 2) ein ið veitir heimahjálp

 

Hvat tá?