Hetta hevur verið ein stuttlig, gevandi og lærurík tíð.
Vit ellivu, sum hava stillað upp á lista B, hava líka frá byrjan havt tað framúr gott.
Vit hava havt mangt gevandi prát, serliga um kommunalpolitikk, sjálvandi. Og vit eru slpppin at lufta okkara visjónir fyri, hvussu vit kundu hugsað okkum, at ein fyrimyndarlig kommuna er.
Vit eru sera ymisk bæði í sinn og skinn, men felags fyri okkum øll er, at eru komin til eina semju um, hvat vit halda er gott í Sørvágs kommunu, hvat vit halda vera minni gott og hvat vit halda manglar í stóran stíl.
Tað hava vit so roynt eftir førimuni at gjørt vart við á facebook, í bloggum, á Vágaportalinum, á valfundi og í práti við fólk.
Eitt, vit hava til felags, er tann smittandi láturin – hvussu ofta hava vit ikki brostið útúr av onkrari góðari søgu, einari eygleiðing, einari stuttari fyndugari viðmerking.
Onki er so gott, sum at duga at flenna at sær sjálvum, soleiðis fyribyrgja vit, at vit taka okkum alt ov nógv hátíðarliga.
Her – meðan vit bíða – fekk eg hug at seta nakrar bitar saman av øllum tí, ið er komið fram í valorrustini frá lista B – sjálvandi:
Um ferðavinnu:
Sum tit vita, er Mykines nokk tann størsta attraktiónin í Føroyum fyri tann einstaka turistin, tað eru uml 10.000 fólk, sum koma til Mykinesar um árið, so tað er uppá tíðina at verja hesa náttúruperlu.
Anne Sophie Nordendal
Sørvágs havn
At hava skipaði viðurskifti hevur stóran týdning á einum kaiøki. Til dømis skulu bátarnir fáa kunning um, hvussu teir fyrihalda seg til millum annað rusk, tá teir koma inn. Eisini skulu øll tey, sum halda til har úti fáa skipaði viðurskifti, so pláss er fyri øllum.
Barbara R. Mouritzen
Útstykking
Royndirnar hava víst, at tað er ov lítið skil í, tá ið útstykkingar fara fram. Tað mugu gerast greiðar reglur fyri hvørt øki sær, sum verður útstykka, so at ongin er í iva um, hvat er galdandi. Her má betri skil fáast á.
Vit mugu krevja, at allir borgarar skulu vera líkastillaðir og føla seg sum ein part av okkara kommunu.
Hóast kommunurnar sum kunnugt ikki løgdu saman, so skuldi onki verið í vegin fyri at kommunur, fakfeløg, vinnulívið og onnur áhuga í oynni kunnu samstarva. Nevnd átti at verið sett at kanna, hvat kann gerast á vinnuøkinum her í Vágum fyri at styrkja oynna.
Helgi Mouritsen
Nærdemokrati
Fjórða hvørt ár hava borgararnir høvi til meta um avrikið hjá tí einstaka kommunustýrislimunum. Hetta gevur eisini borgaranum høvi til fáa nýggja og visionera orku inn í kommununa, sum vilja arbeiða fyri teirra søk – tí uttan borgarar hava vit onga kommunu, og tískil er tað okkara høvuðsuppgáva, at fremja tað í verki sum borgararnir ynskir, tí vit eru talirørið hjá borgaranum.
Hugin Skaalum
Kloakkirnar
Tað er burturvið at so lítið er gjørt við kloakkirnar seinastu átta árini. Pengarnir hava sanniliga verið til meir enn sum so.
Her hava eldri undanfarin bygdarráð tó verið meiri framskygd, so meginparturin av Sørvági og Bø liggur í samskipaðum teymum, klárir at føra út á streymasjógv.
Vit vilja virka fyri at hettar verður gjørt, soleiðis at vit øll kunnu hugsað betri tankar enn nú, tá vit síggja spælandi børn í ánni.
Jákup á Stongum
Trivnað
Nútímans menniskju vilja hava annað enn bíligar bústaðir, skúla og barnagarðar. Ungar barnafamiljur hava brúk fyri, at umstøðurnar hjá børnum og ungum eru góðar, at spælipláss eru til børnini, at stað er, har tey ungu kunnu hittast, práta og skapa nakað saman, at hugsað verður um, at børn og ung hava brúk fyri meira enn sunnudagskúla og fótbólti. Alt gott um tað.
At vit vaksnu hava ymiskt at fara til sum td. eitt nútímans bókasavn. At vit hava brúk fyri einum opnum, demokratiskum umhvørvi, har tað er lætt at fáa kunning um tað, sum fer fram, td. við einari væl virkandi heimasíðu
Marna Jacobsen
Ferðslutrygd
Fleiri og fleiri børn, verða av foreldrum teirra koyrd í skúla, og er tað tá vandastøður kunnu uppstanda. Bilarnir steðga á báðum síðum og seta børnini av, og renna tey síðan tvørtur um vegin. Serliga í hesi myrku tíð, tá bilarnir standa við fullum ljósum er hetta lívshættisligt.
Her kundi ein loysn verið, at Skúlavegur bleiv gjørður einsrættaður parmanent ella í tíðarbilinum har skúlin letur upp og aftur. Aðrar loysnir kundu eisini verði nøktandi, so sum gonguteigar og gongubreytir framvið vegnum. Lat okkum steðga hesum áðrenn ólukkan hendir.
Ragnar í Haraldstovu
Fíggjarstýring
Tey, sum hava valdið í kommunustýrinum, hava sitið – meira ella minni tey somu – í 8 ár. Í hesum 8 ára skeiðinum eru brúktir nógvir pengar. Gamaní nógv meira ta fyrru setuna enn ta seinnu, men framvegis rættiliga nógvir pengar.
Vit hava eisini fingið nógv hesi árini, men mann kann veruliga seta spurnartekin við, um íløgurnar altíð hava verið so skilagóðar.
Rasmus Niclasen
Ung og trivnaður
Besta investeringin fyri framtíðina, er at investera í ungdómin.
Skulu vit gera okkum nakra vón um, at ungdómurin flytur aftur til okkara kommunu, skulu vit gera tað attraktivt at koma aftur higar.
Tað eigur at verða soleiðis, at tá tey fara burtur úr bygdunum, at nema sær útbúgving, er tað ein sjálvfylgja, at tey velja teirra heimstað, at seta sær búgv, tí har tey koma frá, eru bestu karmarnir fyri børnini og tey ungu.
Vit hava uppskot um, at eitt trivnaðarfólk/samskipari verður settur í starv sum skjótast, hetta fyri, at viðkomandi fólk saman við bygdarráðnum, skal skipa fyri, at ungdómurin hevur okkurt stað at samlast í og verða saman um, undir skipaðum viðurskiftum.
Súni F. Selfoss
Eldraøkið
Vit – kommunan – skylda okkara gomlu eitt dynamiskari eldraøki.Vit skulu minnast til, at tað eru okkara gomlu, sum hava borið okkara lokalsamfelag uppi. Og líka so alneyðugt tað er at gera skúla og barnagarð, líka neyðugt er, at vit gera teimum eldru virðiligar karmar.
Thordis Skaalum
Staðbundnar nevndir
Serliga er nærdemokrati umráðandi har smærri kommunur vera lagdar saman til størri eindir, og serliga um tey vera lløgd saman við einum størri øki. Bøur, Mykines og Gásadalur eru dømi um tað. Hesi økir áttu at havt eina staðbundna nevnd, sum SKAL hoyrast av bygdaráðnum, tá avgerðir skulu takast sum hava beinleiðis árin á tey sum stavbundnanevndin umboðar. Mangan verður hildið, at tey sum gera vart við ymiskt, eru grenj og bert til fortreð í tí kommunala arbeiðinum. Hetta er ivaleyst rætt um bygdaráðið ikki arbeiðir fyri borgaran, men fyri egin áhugamál ella ikki sær útum bygdaráðið. Vit í Sørvági eru tann stóra bygdin í okkara kommunu og tørva tí onga staðbundna nevnd.
Vinjard Magnussen
Jú mong eru orðini og tey eru enntá meira enn hesi.
Vit á lista B vita væl, at ikki øll ellivu koma inn, tað sita jú bara sjey í kommunustýrinum, so tað sigur seg sjálvt.
Livst so spyrst.
Gott val øll somul