Eitt av hjartamálunum hjá okkum á Lista B er, at haldast skal fram við ætlanunum at gera bókasavn í gomlu fimleikarhøllini.
Tað er ikki nøkur loyna, at júst hetta punktið stendur mínum hjarta ógvuliga nær.
Samstundis sum tøkniliga broytingin hevur gjørt tað gjørligt at fáa bæði kunning og undirhald úr nógvum øðrum enn bara bókum, er uppgávan hjá bókasavninum ikki minkað, men tvørturímóti vaksin.
Í Vágum er tvey skúlabókasøvn, eitt í Sørvági og eitt á Giljanesi. Skúlabókasavnið í Sørvági hevur opið ein tíma um vikuna, men har er so trongt, at tað als ikki er gjørligt at gera annað enn at lána eina bók og so fara av stað aftur.
Við einum fólkabókasavni í fimleikahøllini verður tað møguligt at gera eitt verustað í bygdini, har nógv ymiskt virksemi kann fara fram.
Hesin mideplinum í bygdini kann gerast eitt spennandi stað, har fyrst og fremst sjálv undirvísingin í skúlanum fer fram, síðani flogbóltur, svimjing, kvøldsetur og so eitt væl virkandi bókasavn gjørt eftir nútímans tørvi og í tøttum samstarvi við Landsbókasavnið, sum kann veita okkum alla ta ráðgeving, ið vit hava fyri neyðini.
Við teimum Pisakanningunum, ið hava verið gjørdar í Føroyum, er greitt, at børn okkara hava brúk fyri at lesa. Vit vita eisini, at krøvini til útbúgving økjast meira og meira. Tíðin, tá ið brúk var fyri ófaklærdari arbeiðsmegi, er ein farin tíð, um vit vilja tað ella ei. Tí er hetta at fáa upplýsing og at kunna fylgja við so ómetaliga týdningarmikið, eisini í Sørvági. Bókasavnið eigur at gerast ein líka natúrligur partur í bygdalívinum sum at íðka ítrótt, hava frítíðarítriv og eta og sova. Og tað letur seg gera.
Bókasavnið skal bara lurta eftir tørvinum í økinum, har tað liggur, og laga seg til broyttu krøvini í samfelagnum. Tað vil siga, at eitt bókasavn er so nógv meira enn bara eitt savn við bókum. Tað kann gerast ein miðdepul fyri nógvar tænastur, ítriv og annað mennandi virksemi.
Arbeiðast kann í tøttum samstarvi við td barnagarðar, øll vita, at børnum dámar søgur og sang, her kann skipast tænasta við ljóðbókum til blind og gomul, upplestri, útkoyring av bókum til fólk, ið av einhvørjari orsøk, ikki kunnu koma á staðið, fyrilestrar av øllum slagi, tiltøk fyri ferðafólk, fundarvirksemi og mangt annað.
Vitjan av rithøvundum og myndprýðarum, sum bæði kunnu tosa um sín skaldskap og eisini leggja lag á hjá børnum at læra seg at tekna.
Vit kunnu eitt nú eisini hava skeið í binding. Mynstrini at binda eftir eru jú á bókasavninum. Her upp undir jól var upplagt, at vit savnaðust at læra okkum at binda jólakúlurnar hjá teimum báðum norðmonnunum Arne og Carlos.
Bókasavnið verður eisini karmur um eitt sera týðandi tiltak sum lektiuhjálp. Har kunnu miðnámskúlanæmingar í Vágum fáa hjálp við uppgávuskriving og at finna rætta tilfarið til uppgávurnar.Vit kunnu arbeiða saman við søvnunum um at gera framsýningar, td Bygdasavninum og Krígssavninum.
Tað, sum krevst, er fyrst og fremst viljin at fáa bókasavn, og hann hava vit. Síðan at vit fáa eina ætlan á borðið, við tørvsmeting og visjónum fyri bókasavnsvirksemið. Neyðugt er, at serkunnleikin sleppur upp í part, so vit fáa ein væl virkandi miðdepul her í kommununi.
Nýggi bókavørðurin við Løkin í Runavík, segði í samrøðu í kringvarpinum herfyri, at bókasavnið kann trekkja nýtt fólk til staðið, tað kann fáa útbúgvið fólk at seta búgv á staðnum. Neyðugt er, at bókasavnið ger sær sín egna profil: hvat kann okkara bókasavn – hvat er sermerkt fyri okkum?
Eg síggi fyri mær: ein svimjitúr, ein túr í sauna, síðan ein sterkan kaffimunn og eina góða avís. Og ongantíð betur at hitta onnur á bókasavnium, so vit fáa eitt gott prát. Tíðin, tá ið øll skuldi tiga á bókasavninum er yvir og farin. Nú skulu vit bæði síggjast og hoyrast.