Eitt av hjartamálunum hjá okkum á Lista B er at fáa ungdómin at trívast.
Onkur hevur kanska hug at siga, at hetta fjasið við at ungdómurin skal hava høli at vera í og ein leiðara, sum leggur lag á, er nakað tvætl. Tað hava tey als ikki brúk fyri. Men hetta er ikki so.
Í fyribils niðurstøðu av einari kanning, sum føroyskur granskari hevur gjørt saman við granskarum í Íslandi, kemur greitt fram, at tað er sera umráðandi, at ung hava skipað frítíðartilboð, tvs. at tey ikki ganga sum villini fuglar uttan mál og mið.
Í Íslandi hava granskarar av ungdómsviðurskiftum tætt samstarv við kommunur og skúlar, so at tað kann koma teimum til góðar, sum seta átøk í verk fyri ungdómin í nærumhvørvinum. Hetta hevur víst seg har, at vera ein beinleiðis succéssøga, talið av ungum við rúsevnistrupulleikum td. er minkað sera nógv.
Tað eru serliga fýra faktorar, sum hava ávirkan á atburð hjá ungum: foreldur, javnaldrar, frítíðarvirksemi og trivnaður annars, td. happing.
Tað er av sera stórum týdningi, at foreldur vita, hvar teirra børn eru um kvøldarnar, at tey kenna teirra javnaldrar, og at skipað frítíðarvirksemi er til tey ungu, bæði innan ítrótt og annað virksemi, sum er meira sum undirhald og sosial samvera.
Fyribils úrslitini vísa, at føroysk ung í mun til íslendsk ung eru nógv seinni úti um kvøldarnar, tey eru umleið líka nógv saman við foreldrunum vanligar dagar, men nógvar ferðir minni í vikuskiftinum, tey meta seg at fáa umleið somu umsorgan frá foreldrum, men tosa nógv minni við tey um persónlig viðurskifti, og føroysk foreldur vita ikki líka væl, hvar børnini eru um kvøldarnar. Og so vísir kanningin, at føroysk ung bæði roykja og drekka meira enn íslendsk ung.
Hetta eru niðurstøður, sum vit eiga at taka í størsta álvara, og her eigur kommunan ikki at lata standa til.
Listi B sær hetta sum eitt sera týðandi mál at arbeiða við. Her skal koma skipað tilboð til ung í kommununi!