Eg havi verið so framlig at stilla upp á Lista B til kommunuvalið og skal nú royna at greiða frá, hví so er.
Fyri fýra árum síðani flutti eg aftur til Sørvágs. Orsøkin var, at tað var bíligari at seta búgv her enn í Havn, at eg eri fødd og uppvaksin í Sørvági, havi familju her, og at tað er lætt at pendla til og frá arbeiði.
Hyggja vit at íbúgvaratølum fyri Sørvágs kommunu, so sæst beinanvegin, at talið av íbúgvum hækkaði, tá ið tunnilin læt upp í 2002 og fram til 2009, tá stígur og fall kom í. At fólkatalið ikki veksur, er galdandi fyri alt landið, men vit eiga kortini at vera upp á vakt. Tí fólkatalið minkar ikki allastaðni.
Vit vita, at Sørvágs kommuna landafrøðiliga liggur soleiðis fyri, at hon ikki er fyrsta kommuna, tú kemur í tankar um, tá ið tú hugsar um at seta búgv, og tó so hava vit fyrimunir her, sum kanska kundi sett okkum enn meira á landkortið.
Fyri tað fyrsta hava vit eitt stórt arbeiðspláss her, sum vit verða mint á, hvørja ferð buldur hoyrist uppi yvir høvdunum á okkum, og hvør veit, kanska geva vit okkum alt ov lítið far um, hvørji potentiali, ið liggja her, sum kunnu vera til okkara fyrimun. Her hugsi eg fyrst og fremst um ferðavinnu, at fólk sum ferðast um vøllin, hava orsøkir til at venda nøsini oman til Sørvágs, áðrenn farið verður víðari til Havnar, ella at tey steðgaðu á í Sørvági, Bø og Gásadali, áðrenn farið var til Mykinesar.
Loysnin upp á spurningin um minkandi fólkatal í Føroyum verður ofta sagdur at vera, at vit skulu skapa umstøður hjá útisetum at venda heim.
Eg havi hug at siga, at kanska skuldu vit heldur hugsa, hvat vit kunnu gera fyri at skapa trivnað fyri teir borgarar, sum frammanundan búgva her.
Her eru góðir karmar í kommununi, nýggjur barnagarður, skúlin er útbygdur og umvældur, vit hava musikkskúla, bara fyri at nevna nøkur ting. Tað, sum írestar, er at fylla karmarnar út, at skapa trivnað fyri tey fólk, sum búgva her.
Tí eitt er vist, at hevur tú nakað at bjóða teimum, sum búgva her, so verður lættari at selja boðskapin um, at í Sørvágs kommunu er gott at vera.
Nútímans menniskju vilja hava annað enn bíligar bústaðir, skúla og barnagarðar. Ungar barnafamiljur hava brúk fyri, at umstøðurnar hjá børnum og ungum eru góðar, at spælipláss eru til børnini, at stað er, har tey ungu kunnu hittast, práta og skapa nakað saman, at hugsað verður um, at børn og ung hava brúk fyri meira enn sunnudagskúla og fótbólti. Alt gott um tað.
At vit vaksnu hava ymiskt at fara til sum td. eitt nútímans bókasavn. At vit hava brúk fyri einum opnum, demokratiskum umhvørvi, har tað er lætt at fáa kunning um tað, sum fer fram, td. við einari væl virkandi heimasíðu ella nakað so einføldum sum møguleika fyri at fáa tíð hjá lækna heldur enn at brúka ein heilan arbeiðsdag heima í bíðirúminum.
Og sjálvandi eiga vit at bjóða øllum vælkomnum í kommununa, føroyingum sum útlendingum, øll eiga at fáa kunning um, hvat hetta er fyri eitt stað, tey eru komin til.
Sitandi kommunustýri hevur víst frísinni og nýhugsan, tá farið var undir at gera nýggja hitaskipan til skúlan. Vit eiga at halda fram og kanna møguleikar fyri at útbyggja hetta, umframt at vit sjálvandi eiga at taka hetta so mikið nógv í álvara, at vit av sonnum kunnu kallast ein grøn kommuna. Nýggj skipan fyri innsavning av ruski, har skilt verður millum papp, glas og battaríir, fleiri busssteðgistøð, so tað verður meira natúrligt at brúka kollektiva ferðslu, so sleppast kann undan at gerast undirklæðavát av túrinum av Blindtarminum og út á Toft.
Haraftrat skulu vit gevast at hugsa soleiðis, at vit missa alt frá mótahandlum, til posthús og bankar yvir um Vatn. Í staðin skulu vit hugsa og arbeiða fyri júst tí øvuta. Nevnliga alt tað vit hava at bjóða Vága kommunu, td. eitt ídnaðarøki, har allur ídnaður í oynni kann verða samlaður, eitt væl virkandi kampingpláss niðri á flúgvarabedingini, sum báðar kommunurnar kunnu vera felags um, ella at vit fara í veruligar samráðingar við Vága kommunu um at bjóða okkara ungu í framhaldsdeildini eitt gott og spennandi skúlatilboð.
Í nýggju bókini Exit Føroyar, sigur ein av rithøvundunum, at vit í grundini eiga at lata hornorkestur spæla, hvørja ferð eitt nýtt fólk flytur til Føroyar. Har eru vit so heppin, at vit jú eiga eitt hornorkestur. Nú geldur bara um at fáa fólk at støðast og helst at fáa fleiri at seta búgv her. So kann Sørvágs Tónleikarfelag spæla av gleði hvørji jól, so hvørt vit fjølgast í kommununi.
Vit bæði skulu, kunnu og mugu hugsa nýtt, skal bygdin standa seg.
So halda tit, at hetta, sum eg havi sagt, er á góðari leið, so setið ein kross við meg á lista B á valinum týsdagin.