Ein løgin kensla

nostalgi-01Nú fór seinasti persónur í grannalagnum í ættarliðnum undan mær undir grønu torvu.

Var og fylgdi Hans Nikláa nú ein dagin, og 10 dagar aftaná slepti konan Vilborg endanum og fór sama veg.

Eg eri flutt aftur í grannalagið, har eg eri uppvaksin, tey flestu vóru longu ikki til meira, tá eg kom aftur. Sannheit at siga vóru tað bara Vilborg og Hans Niklái, sum livdu eftir, og til teirra havi eg altíð havt eina ávísa distancu; tey búðu jú uppi í einari brekku, langt burturfrá okkara húsum, so tað var mest á páskum, tá vit rullaðu egg ella kanska ein vetrardag í tjúkkum kava, at leiðin gekk niðan í bøin við síðuna av húsunum hjá teimum.

Í grannalagnum búði Herdis, sum var systir Siggumiu, sum búði á skák yvir av okkara húsum. Siggumiu sást tú so at siga hvønn dag, tá ið hon fór at keypa frá Hensari; og Hensar var ein handilsmaður beint yvirav, sum var giftur við Hansiu, sum var systkinabarn mammu.

Hensar og Hansia vóru nakað heilt fyri seg, tey høvdu telefon, sum hevði nummar 6, sum aftur sigur eitt sindur um, at Hensar, handilsmaður, sum hann var, hevur havt telefon fyri neyðini og tí hevur verið skjótur at fingið sær eina. Tað var í ta telefonina, sum mamma tosaði, tá ið pápi onkra hendingaferð ringdi heim av skipi. So rann hon niðan til Hansiu at tosa, og vit onnur lógu fløt framman fyri útvarpinum og lurtaðu í Tórshavn radio.

Eg hoyri enn fyri mær, hvussu tað ljóðaði, tá ið handilshurðin fór upp og aftur, tað ljóðaði hart, tíverri so hart, at einaferð eg hevði stolið eitt 25 oyra fyri ein Dandypakka varð tikin á feskan gerning, tá eg læt hurðina hjá Hensari aftur og stóð sum eitt býtt og gumlaði uppá tyggigummi. Hvat hendir? Ein ógvuliga óblíð mamma koyrdi gardinurnar frá uppi í einum loftskamari og hugdi beint niður á mítt tyggjandi høvd. Eg minnist ikki, hvat síðan hendi, kanska havi eg fortrongt tað.

Eg hoyri eisini Fordin hjá Hensari fyri mær; hann fekk hann ongantíð at starta beinanvegin. Má siga, at um hann hevði fingið hann at starta við fyrstu roynd, so høvdu øll í grannalagnum fingið skelk.

Hensar var ein nýhugsari, har var góðgætisautomat framman fyri handilin, og út av einum vindeyga seldi hann kramarís, bleyta vaflu sjálvandi. O sæla stund!

Eg kendi meg absolutt væl inni hjá Hensari, tí gubbi mín John var krambakallur har, tað gav mær ein ávísan status, helt eg so í øllum førum.

Eg átti eisini eina gummu í grannalagnum: Rikka. Frá henni fekk man altíð drops. Drops eru bomm í blikkdós, sovorðni rund nøkur í øllum ælabogans litum, sum tú lættliga kundi skera teg í tunguna av. Tey itu ikki drops, tí at Rikka var suðringur, men tí tað er enskt, og er tað nakað, sørvingar hava havt heit viðurskifti við, so er tað enskt mál. Løgið at ongin hevur kannað enskt málbrúk í Sørvági, og nú er tað kanska ov seint.

Míni hús eru nummar 4, men liggja kortini fyrst í gøtuni, og tað er tí, at hús nummar tvey eru javnað við jørðina. Í húsum nummar tvey var posthús, har búði Sigrid og Olli. Olli hevði apotek longri úti á Lið. Men tað mundi vera ógvuliga lítið av apotekaravørum, ið Olli seldi. Fyri tað mesta mundi tað vera petrolium, sum varð pumpað niður í dunkar, so var tað mjøl, sviskur og rosinur og blákardús sjálvandi. Ein fantastiskur handil, sum fólk, ið onki beskeð hava um estetisk virði, bygdu um til nútímans bústað.

Posthúsið kendi eg bæði inn og út, havi arbeitt har sum smágenta, bæði sum postboð og inni í posthúsinum sjálvum, saman við tveimum fittum konum, sum eita Nora og Tóra, og sum dugdu so ómetaliga væl at fara við ungari gentu.

Nú eg hugsi um tað, er uppvøksturin í stigum. Tann fyrsta ávirkanin kemur frá foreldrum og systkjum og seinni frá øllum grannalagnum, frá prátinum millum konur, sum stóðu undir húsaveggjunum, frá fólki sum datt inn á gólvið eftir mjólk ella onkrum bundnum, ella tosað varð um Suðurtriðing ella sildina á kaini, útróðurin ella kríggið, sum framvegis tá var ljóslivandi fyri øllum, sum komu á gátt.

So við og við gjørdist rásarúmið størri og rakk út á Lið til restina av familjuni og onnur børn, sum spælt var við fyri síðan at enda heima í bygdini í skúla.

Eg veit ikki, hví eg bleiv so nostalgisk, tað er kanska aldurin, ella bara tað at Vilborg minti meg á, hvussu friðarligt tað nú er í grannalagnum, har vit all mind our own business.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s