Ein medalja er eitt orð ið ger ilt í bringuni

Nú er hesin bloggurin næstan sum, tá ið kettan kom upp úr høvdatrognum, men lad gå …

Hetta skal vera um Tórodd Poulsen ella rættari um reaktiónirnar eftir, at Tóroddur hevði tikið ímóti heiðurinum frá landinum og hevði takkað við gráturødd. Ja, onkur vildi vera við, at hann vildi so illa gráta, at hann ikki fekk hildið taluna, hann ætlaði at halda. So tí fingu vit vísdómsorðini á Listinblogginum í staðin.

Eg haldi, at Tóroddur Poulsen er ein fínur yrkjari, men nú eri eg farin at ivast í trúvirðinum til dømis í yvirskriftini, sum eg havi lænt úr nýggja yrkingasavninum Avbyrgingar. Ella eisini hevur Tóroddur ólukksáliga ilt í bringuni beint nú.

Eg fái eisini ilt í bringuna, tá eg lesi yrkingar í savninum Heimvitisferðin. Ikki bara tí at tær eru so stingandi og sannar, men tí at summar teirra eru beinleiðis happandi og niðurgera td konufólk á grovasta hátt. Td. yrkingin Konulistasavnið. Løgið, hugsi eg við mær, tá eg hoyri hann siga í sjónvarpinum, at hann var happaður sum barn. Ein so gløggur maður, og so hevur hann onki lært? Men annars væl í samsvari við úttalilsini um at ætla sær at skræða nossini undan mentamálaráðharranum.nosser1

Eg helt tað bara var fyrr í tíðini, at fólk mótmæltu og stóðu við síni mótmæli; tá eg var 10 ár noktaði Jean Paul Sartre at taka ímóti Nobelheiðurslønini í bókmentum. Núvell, nú er Tóroddur ikki Jean Paul, men kortini.

Tóroddur Poulsen var ein teirra, sum skrivaði undir mótmæli frá listafólkum um ikki at taka lut í almennum tiltøkum sum mótmæli ímóti niðurskurði í fíggjarveitingum til listafólk. Teir, ið skipaðu fyri, vóru Teitur Lassen og  Sunleif Rasmussen. Nógv skrivaðu undir og hattin av fyri tí. Endiliga! Hugsaði eg við mær, kunnu føroysk listafólk virkuliga gera síni mótmæli galdandi, so at tað merkist.

Men gakk, tá ið dagurin upprann, og heiðurin skuldi býtast út, tá var alt gloymt. Ja, enntá var tað so galið, at onnur (kanska báðar) á Listinblogginum stóðu í oysandi regni uttan fyri perluportrið, øh, eg meini Spaniustovu, og bukaðu uppá og bønaðu um at sleppa inn. Tær skuldu heldur hava sagt sum Snar á sinni, tá ið  gamla Anna (í Klaksvík: tann illi duravørðurin) kom út: at aldri aldri á ævini skal Snar vera illur og gera fortreð … so høvdu tær kanska sloppið inn!

Einasti, eg havi hoyrt sett spurnartekin við, um hetta nú ikki tók stirðilin úr mótmælinum hjá listafólkunum, var Finnur Jensen, men akk, Sunleif megnaði onkursvegna at feia hetta av borðinum, sum fullkomiliga týdningarleyst. Ja, Finnur hevði í grundini misskilt alt.

Í Onglandi eitur ein sera virðismett heiðursløn, sum verður givin yrkjarum, T. S. Eliot prísurin. Tvey av teimum tíggju, sum seinasta ár vóru komin á endaliga listan yvir teirra, ið kundu vinna prísin, vóru Alice Oswald og John Kinsella. Tey bæði tóku seg av listanum, tá tey fingu at vita, at sponsorpengarnir komu frá einum íløgusamtaki. Prísurin hevur verið fíggjaður við almennum pengum og við pengum frá einkjuni hjá T. S. Eliot, men nú hevur tað almenna tikið seg burturúr (ring a bell?) og í staðin hevur The Poetry Book Society, sum umsitur prísin, fingið eitt íløgusamtak at hjálpa sær við fígging.

Annar yrkjarin, John Kinsella, sigur, at hetta stríðir fullkomiliga ímóti hansara persónligu, politisku og etisku sjónarmiðum.

So kom ikki og sig, at tað ikki ber til.

Eitt er, at Tóroddur Poulsen takkar fyri heiðurin og tekur ímóti pengunum, tað má hann so um, og teir fullu kanska á eitt turt stað, men tað fær so ikki meg at halda, at tað er í samsvari við mótmælini á Listinblogginum.

Og mentamálaráðharrin?  Eitt-null til hansara og hann behelt  enntá nossini.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s