Skír – is – hós – morgun

DSCF1739Sova leingi, ikki upp klokkan lort um morgunin og fyri tíggjutúsunduferð standa úti í túni og skava frost av bilrútinum, áðrenn farið verður til Havnar at arbeiða. Eitt arbeiði, sum er eitt av teimum tingunum, sum ger, at eg ikki bara pakki í sekkin og taki skrittið fult út og flyti til Sibiria, tí har veitst tú so, hvat fyri veður tú kanst vænta tær hvønn dag.

Uppi – heitt og fjálgt inni – fari eftir tekannuni og geri mær grønt rabarbute, sum eg havi keypt á netinum frá Perch tehandli í Keypmannahavn, eg veit! skítbýtt, men sum tað smakkar væl. Havi spælt eina kombinatión av kinverja og eingilskkonu í morgun, tvs. í tebrygging, meini eg. Havt góða tíð, skolda tekannuna, kóka vatn, leyst te í posa og so skal standa og trakta í 8 minuttir, siga tey hjá Perch, og eg trúgvi teimum. Og so drekki eg akkurát sum ordiligt úr krússi við ongari honk og við troyggjumynstri á, krúss sum eg havi fingið frá Sigrun eina av teimum ferðunum, eg havi ansað eftir urtapottum hjá henni, meðan hon hevur verið uttanlanda. Í hesum sama viðfangi fari eg at viðmæla bloggin hjá dóttur mínari Turið, sum sjálv hevur gjørt sær krúss við troyggjumynsti á.

So, nú siti eg niðri, við borðið, framman fyri mær eru páskaliljur í urtapotti, ein faldari um hví tað er so øgiliga týdningarmikið at lesa fyri børnum, eisini Hina stóru bókina um familjur, um hugur er til tess, ongin noyðsla, misskil meg rætt! Eg lesi eina frágreiðing frá einum serfrøðingaseminari, sum hevur verið í Oslo seinasta ár um, hvussu vit kunnu arbeiða imóti antifeminismu og høgraekstremismu, forrestin meðan vit eru við tað, so eitur ekstremisma óhóvstevna á føroyskum – hallov, give me a break! Hetta fari eg at blogga um eisini, altso antifeminismu, tað skal ikki standa á.

Og ímeðan lurti eg eftir tónleiki, Hanne Boel. Hví er hon so burtur í tónleikaverðini? Ein fantastisk rødd: Beint nú syngur hon No love at all, og í áðni sang hon Starting all over again, ja, hvør hevur ikki staðið í tí støðuni manga ferð, men vón er fyri øllum, tit. Og nú tá eg hoyri hana syngja Talk it out saman við Thomas Helmig, kenni eg onkra, sum onki hevði havt ímóti at Start it all over again saman við honum. Nå, hetta var so mín leysahugsan í morgun.

Over and out.

Tjóðveldi fyri ein hvønn prís

1Republik-Hoboken

Nú skal man ikki trúgva øllum, sum stendur skrivað, men eg má siga, at tað trongdist fyri bringuni, tá eg las, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag mælir frá at fara í samgongu við Javnaðarflokkin, niðurstøðuna av tí vita vit øll, so skal Tjóðveldið fara í samgongu við Fólkaflokkin, kanska enntá við hjálp frá Miðflokkinum.

When will they ever learn?

Ella tað er kanska ikki tað, sakin snýr seg um, tað er kanska tað, at man fyri einhvønn prís vil hava tjóðveldi, kosta hvat tað vil, og at man í grundini veruliga er so afturhaldssinnað, at man vil leggja seg undir valdsharrrarnar í Fólkaflokkinum? Tí tað er sanniliga tað einasta, Tjóðveldið hevur fingið burtur úr at vera í samgongu við henda flokk. Hann spelar undan gjørdum avtalum og skítir á, at tað eru fólk í Føroyum, sum liva frá hondini í munnin. Tað er bara at hyggja at vaksandi talinum av fólki, sum fær jólahjálp frá filantropum í hesum landinum!

Hetta er flokkurin, sum sigur, at lestrarstuðulin skeiklar landsbúskapin, at tey lesandi føra okkum út í fíggjarligt óføri, hetta er eisini flokkurin, sum sær niður á lesandi fólk, hann dugir slett ikki at síggja, at tey eru ein fongur fyri okkara land.

Hetta er flokkurin, sum hevur givið okkum eina skattalóg, sum lívgar teimum vælbjargaðu, og hann hevur gjørt tað so smart, at hon glíður væl niður um hjá meinigmanni, tí hann jú sær, at hann fær nøkur oyru eyka at brúka, løtuvinningur er sum kunnugt ikki at kimsa at hjá tí, sum stendur illa í tí.

Hetta er flokkurin, sum hatar alt alment so nógv, at hann vil hava almennar tænastuveitingar út til vinnumarknaðin at reka og vil einskilja almennar vinnufyritøkur, sum í fyrstu atløgu kann ljóða øgiliga lokkandi, men sum í aðru atløgu kann merkja, at tænastur fara fyri skeyti á altvaldandi marknaðarmyllini.

Hetta er flokkurin, sum við einum pennastroki avtók Landsbanka Føroya og gjørdi ein smarta umrokering av stjórum í vón um, at vit onki hoyra frá teimum aftur.

Summa summarum:

Hetta er flokkurin, sum kom við flatskattinum og setti forskatting av pensjónum í verk, avtók Landsbankan, hækkaði blokkstuðulin, niðurlagaði Mentanargrunnin, arbeiðir við at áseta brúkaragjøld á vælferðartænastur og ætlar at privatisera fiskivinnuna.

Forsprákarin fyri at útihýsa Javnaðarflokkinum er tann orðríki Torbjørn Jacobsen, og eg vil geva honum púra rætt í tí, at áheitanin frá Jóannesi Eidesgaard um, at Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin gera eina blokkavtalu er taktisk, men tað hevði kanska verið taktist smart av Tjóðveldinum ikki púra at afturvíst Javnaðarflokkinum, nú tann flokkurin hevur kvett eina av greinunum, hann situr á.

Hinvegin er júst Torbjørn talsmaður fyri einum ráki í tjóðskaparligu ismuni, sum eg ræðist: blindni, ikki at vilja ásanna, at tað eru nógv fólk í hesum landinum, sum hava brúk fyri hjálp bæði so og so, og sum ikki hava orku ella yvirskot til at hugsa um nakað so luksuriøst sum frælsi, tá ið gerandisdagurin ovbyrjar tey  …

Torbjørn Jacobsen sigur í grein á tjodveldi.fo:

“Tjóðveldi t.d. er stovnað sum avleiðing av afturstignum í frælsisstríðnum eftir seinru stríðsárini. Stevna og stevnumið liggja á vinstrahalla bógnum, men fyrsta raðfestingin er frælsisstríðið og strembanin fram ímóti føroysku Republikkini, lat ongan iva vera um tað.” (Vinstrahellingin en bloc. 20 februar 2013)

Og í somu grein sigur hann:

“Í einum føroyskum stati verður ikki tørvur á fleiri enn tveimum flokkum, og fílurin í tinghúsinum, sum gerst alt meiri bulmikil við tíðini, hevði verið avlívaður, og til hevði borið at rikið politikk sum tað sømir seg í einum veruligum fólkaræði, har allur rættur og full ábyrgd eru tvær alin av sama vadmali.”

Eg sigi bara eitt: eg taki ikki undir við einum manni, sum fatar republikkina sum eitt mantra við at skriva hana við stórum, og sum er ivaleysur í, at tað ikki er brúk fyri meira enn tveimum flokkum á tingi, tá ið republikkin er veruleiki. Hinvegin fegnist eg um fólkini, sum Tjóðveldið hevur sitandi á tingi, tey hava øll víst í verki, at tey vilja meiniga føroyinginum væl, tað eru tað sanniliga eisini nøkur í Javnaðarflokkinum, sum vilja. Hinvegin dugi eg ongan at finna í Fólkaflokkinum við somu visjónum, hvørki fyri fólki ella landi, so hví er tað so altavgerandi at fríggja til teirra?

Er musikkskúlin í Sørvági hemmiligur?

Púra av tilvild fann eg útav, at eitt orkestur, sum eitur Toxedo Rebels skuldi framføra í Musikkskúlanum í Sørvági í kvøld.

Hví er neyðugt at skriva blogg um tað? Tað er tað heldur ikki, men tað, sum eg havi hug at grenja um hesaferð, er tað fullkomiliga roykslørið, sum liggur yvir øllum, sum fer fram í Musikkskúlanum í Sørvági.

Nútíðin er opinbart ikki komin fram til Sørvágs – sovorðið sum at boða frá, at eitt arrangement er í Musikkskúlanum er fullkomiliga ógjørligt.

Eg fann útav tí, av tí at eg las tað á síðuni hjá Peturi Pólssoni á Facebook. Fyrst helt eg sjálvandi, at konsertin longu hevði verið, men so tá eg hugsaði meg um og fór at rokna út, nær Petur Pólsson hevði skrivað boðini á Facebook, fann eg útav, at konsertin hevði ikki verið. Men áðrenn tað hevði eg gott og grundiga øst meg upp um, hví tað skal vera so ógjørligt at lýsa ordiliga vil tiltøkum.

Tuxedo-Rebels-299x300

Eg veit ikki, hvør hevur skyldina. Onki stendur á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu, men tað er ikki nøkur nýggjheit, onki stendur á heimasíðuni hjá Sørvágs skúla, men hví skuldi tað tað, onki stendur á heimasíðuni hjá Musikkskúlanum í Vágum, og tað haldi eg vera ordiliga løgið, fyri at siga tað milt, og onki stendur á kunning. fo hjá Kunningarstovuni í Vágum.

Tað sum kundi bøtt upp á tað fyri mín part, er, at eg kundi bara havt lurtað eftir Góðan Morgun Føroyar hósmorgunin, men eg velji nokkso ofta at lurta eftir onkrum øðrum: hesa vikuna eftir ljóðbókini Min kamp hjá Karl Ove Knausgaard, sum altso er nógv betri enn góða Morgun Føroyar, men ok fanans tíð komi tú aftur, so fekst tú ikki við, at konsert skuldi vera í Musikkskúlanum, fyrr enn tað næstan var ov seint. Kanska skal tað bara vera so: eitt sindur underground, loyniligt, onki við at sláa tað stórt upp. Men hinvegin í míni sansaleysu leitan eftir Toxedo Rebels fann eg útav, at Kashmir skal spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í mai mánað, so heilt ongul í reyv var eg ikki! Tí tað skal eg eisini hava við. Og tað stóð forrestin inni á kunning.fo

Men fyribils verður tað konsert í Musikkskúlanum í kvøld kl 20, og eg ætli mær at fara, tí teir spæla fantastiskt!

Og til tykkum øll, sum lesa hetta: Komið tit bara eisini at lurta …

Eitt globaliserað tjaldur

Grækarismessurøða hildin í Miðvági 5100900338_efcec289a6_z

“Jú, víst kenni eg eisini ta bleytu, táramjúku sorg, sum sveipar seg um hjartað, tá ið fuglurin flytur, leyvini blikna, og urtir og grøs følna og doyggja.” Soleiðis sigur Sverre Patursson í hugleiðingini Sveimandi hugur, og vit vita, at so er,

Vit keypa okkum sólir fyri at halda køvandi myrkrinum burturi, vit ferðast til onnur lond fyri at fáa eitt sindur av hita í kroppin, og vit flyta klokkuna fyri at halda ljósinum føstum eitt sindur longur. Og man tað ikki vera tí, at vit  byrja at skimast rundan um okkum, tá ið jólini eru farin afturum, og eitt nýtt ár er byrjað, fyri at síggja bara eitt evarska lítið tekin um, at tað kanska enn einaferð fer at vára.

Ja vit mugu mangan sanna, at henda árstíðin er, sum Mikkjal á Ryggi yrkir:

Trútnar bróst og duratræ,

dryppar gjøgnum nævur;

Trekt og tungt gerst sinnalag;

Veðursjúkur maður

missir bæði hug og megn.

Regn og regn og meiri regn.

Vit hava gingið uttan fyri í garðinum og hugt eftir, um nú snjóklokkurnar eru komnar upp undan bara eitt lítið vet. Tað er, sum um vónin um betri tíðir liggur í hesum lítla gróðrinum, sum vit bíða eftir, skal stinga høvdið upp undan svørtu moldini.

Og so knappliga ein dag er hon har! Sjálvt um tú sært kavan liggja hvítan uppi í fjøllunum, so hevur henda lítla urtin sprongt sær veg upp úr moldini við boð um vár.

Sama er við tjaldrinum: hesa tíðina hyggja vit okkum væl um fyri at vita, um vit síggja henda svarta, snøgga fuglin, sum er boðberi okkara um ljósari tíðir.

Tvey av okkara mætu skøldum hava yrkt um tjaldrið og grækarismessu, báðir leggja dent á, at tað hevur verið langt burturi í øðrum londum. Jákup Dahl bjóðar tí vælkomnum úr ókendum, fjarskotnum londum, og Mikkjal á Ryggi spyr: hvat man teg úr pálmalondum draga norð at kuldastrondum?

Vit vita, og helst visti Mikkjal á Ryggi, at okkara tjaldur neyvan kemur úr pálmalondum, tað er bara at lesa Fuglabókina. Tað hevur dvalt á bretsku og írsku strondunum um veturin og er nú komið heim aftur til okkara. Kanska var tað júst tí, at bretsku hermenninir ma. valdu sær tjaldrið sum eitt súmbol upp á tíðina í Føroyum, tí at tað var eitt kært minni um heimlandið, og at tað líka sum var bindiliðið millum londini bæði Føroyar og Bretland. Í Sørvágs kirkju stendur glasmynd í einum rúti av einum tjaldri – ein mynd, sum ein skotskur hermaður læt kirkjuni í 1943.

Í 1943, fyri 70 árum síðani,  var eisini fyrsta almenna grækarismessuhald í Føroyum. Tað var jú Sverre Patursson, sum royndi at tosa søk fuglanna, sum saman við skótafylki Sigmunds Brestisonar skipaði fyri hesum haldi.

Grækarismessuhald er ein hátíðardagur fyri vónini, og tá, fyri 70 árum síðani mitt undir 2. veraldarbardaga, var sanniliga eisini orsøk at hava vón um betri tíðir. Stutt undan grækarismessu í 43 hevði týski herurin jú givið seg yvir í Stalingrad, og líkindini fyri friði vóru størri enn nakrantíð áður.

Tá tók Sverre orðini hjá Rasmusi Effersøe til sín um at lata smáfugl og heiðafugl fáa frið og ikki týna hann við byrsuni, í dag týna vit hann kanska ikki so nógv við byrsuni, sum við at gera okkum inn á sjálvt grundarlagið fyri hansara veru nevnliga náttúruni.

So tá ið vit í dag halda grækarismessu og gleðast um, at tjaldrið er afturkomið, er tað sanniliga ikki minni týðandi enn tá. Tjaldrið er ímyndin av várinum og vónini, av øllum sum fær lív aftur, av kærleikanum, sum tekur seg upp millum ung, um betri tíðir og um ljós aftaná myrkur.

Spurningurin er so, um vit ikki eiga at víðka um týdningin av grækarismessuhaldinum. Tí um vit ætla okkum framvegis at liva væl á hesum bláa knøttinum, so mugu vit ressast og hugsa um umhvørvið, um dálking, um veðurlagsbroytingar, sjálvt um tað er av hundanum til, og vit helst vilja sleppa at lata eyguni aftur og lata alt ganga sína gongd.

Flestu okkara hugsa einamest um gerandisdagin, um pengapungin og um mat í munnin. Hvussu vit skulu klára okkum og geva børnum okkara vón um eina framtíð, men veruleikin er tann, at vit noyðast at hugsa um annað enn bara búkin.

Í dag finnast, trúgv tað um tú vilt, veðurlagssálarfrøðingar, og teir brúka somu ástøði sum Sigmund Freud á sinni um menniskjans evni at beina frá okkum tað, sum vit ikki orka at síggja í eyguni. Í Noregi hava tey kannað, um fólk stúra fyri veðurlagsviðurskiftum, og tað vísir seg, at talið av fólki, sum stúra, minkar ár undan ári. Hetta kalla veðurlagssálarfrøðingar eitt veðurlagsparadoks, at samstundis sum fleiri og fleiri ógvisligar hendingar fara fram sum til dømis ódnin Katrina og Sandy í USA, at ísurin í Arktis bráðnar, og frostmýrarnar fara í upploysn, so leggja vit minni í, og samfelagið vísir minni vilja at gera nakað.

Okkum nýtist tó ikki at fara heilt til Noregs at leita eftir fólki, sum letur eyguni aftur fyri veruleikanum. Tak bara grindina td. Hvussu ill eru vit ikki inn á Pál Weihe, sum er so frekur at siga, at grind ikki er fólkamatur? Sum var tað Pál Weihesa skyld, at so var! Tað er ringt at sleppa burtur úr gomlum vanum og sleppa dreyminum um, at alt ikki er, sum tað hevur verið.

Ein partur av orsøkini er sjálvandi, at vit ikki skilja. Vit vita ikki, hvat vit skulu gera, og haraftrat eru vit læst føst í ein lívstíl og í einari samfelagsskipan, sum inniber at vit flyta okkum í bili, flogførum og bátum og keypa mat, sum fer ógemeina illa við umhvørvinum og náttúruni.

Hvat skal eg gera, tá eg á billettini, sum eg havi keypt mær til Íslands, verði ynskt góða ferð, og at ætlaða miðalvirðið fyri leka av CO2 er 271,24 kg/persón?

Men sjálvt um eg ikki her og nú fái gjørt nakað við CO2 lekan av flogferðini, so ber sjálvandi til at gera nakað bæði lokalt og globalt. Bæði tú sjálv (ella sjálvur), tín kommuna og landsins myndugleikar hava eina ábyrgd og eiga at arbeiða við málum, sum er grundað á, at tað ber til at loysa ein trupulleika heldur enn at koma við dómadagsprædikum.

Og at tað letur seg gera, vita vit. Vit hava dømi her í bygdini við nýggja barnagarðinum, sjónum, sum verður brúktur sum orkukelda í Sørvági. Ja, bara hetta at sleppa av við battarí í Keypssamtøkuni, hevur nakað at siga fyri umhvørvið.

Og so noyðist eg at nevna eitt øki her hjá okkum: Mykines, sum seinasta ár kom inn undir Ramsar sáttmálan við sínum 250.000 pørum av fugli av 15 ymsum sløgum. Her verður sagt, at hóttanin fyri Mykines liggur í umhvørvisbroytingum orsakað av veðurlagsbroytingum, sum helst longu hevur órógvað føðiketuna hjá sjófugli í Norðuratlantshavi og hevur skert klekingarevnini á staðnum. Haraftrat fær fuglalívið ampa av stóra ferðafólkastreyminum í oynni.

Vit eiga at taka hetta í størsta álvara, ja so stórum, at tá ið øll hesi gliturheftini verða gjørd um, hvussu fantastiskar Føroyar eru, so at geva rúm fyri ásetingum til ferðafólk um, hvat tað kann loyva sær í føroysku náttúrini. Vit eiga sjálvandi at verja fuglin og avmerkja gonguleiðir, har ferðafólk kann ganga, ongin orsøk er at loyva tær og mær so nær, at vit næstan kunnu nerta við fuglin. Men sum er, gera vit millum lítið og onki.

Vit búgva øll á hesum bláa knøttinum og verða ávirkað av øllum, sum fer fram. Vit vita, at tað ikki bara er okkara skyld, at grindin er full av kviksilvuri, og at fuglurin hevur fullan maga av plastikki, tað er heldur ikki av ongum, at øll miðlafólk heftu seg við orðini í innsetingarrøðuni hjá Barack Obama um at reagera upp á hóttanina við veðurlagsbroytingum, tí at vit vita, at um vit ikki gera tað, so svíkja vit børn okkara og komandi ættarlið.

Og vit leggja serligan týdning í fyri okkum positivar politiskar hendingar, sum fara fram um várið. Tey tilkomnu millum okkum minnast kanska várið í Prag, tá ið kekkar royndu at sleppa undan sovjetiskum oki, og vit fylgja spent við í arabiska várinum og vóna, at eisini tað fólkið fær demokratisk rættindi. Ja, og skiltu tey føroyskt, so kundu tey eisini sungið við Jákupi Dahl: So langt er her enn, til ein frælsis sól, kann summar um landið alt ala, tí fólkið enn svevur sín vetrarblund; so seint búgvast spírur at næla.

Nú tveir dagar eftir altjóða kvinnudagin havi eg hug at vísa á, at kvinnur hava stóran leiklut í loysn av veðurlags- og dálkingartrupulleikum. Tað hava menn sjálvandi eisini, men vit mangla at fáa kvinnuna við inn á banan, tí hon hevur mangan heilt aðra fatan av, hvussu eitt mál skal loysast. Óndar tungur vilja enntá vera við, at tað er munur á kvinnum og monnum. Meðan menn tosa um hvat gerast skal, so fara kvinnurnar í gongd at gera nakað við tað. Men sum sagt, hetta eru bara óndar tungur!

Tó so, á fundi í samband við Nordic Cool tiltakið í USA hava umhvørvisráðharrar í Norðurlondum, tó ikki í Føroyum, havt fund um júst hetta evnið, har semja var um, at Norðurlond í felag eiga at fara í holt við stríðið ímóti veðurlagsbroytingum, fyri lívfrøðiligum margfeldi og hugsa um hvussu vit framleiða matvøru so vistfrøðiliga sum gjørligt, og at tað ikki slepst undan at taka javnstøðuspurningin við inn í myndina, av tí at kvinnur og menn ávirka umhvørvið og veðurlagið á hvør sín hátt.

Morgun í mars

Hjartað: eitt tjaldur

flýgur til tín

Sólin er bjørt,

tí vit eru saman.

Hoyrir tú tjaldrið?

Várið er komið

Við yrkingini Morgun í mars hjá Guðrið Helmsdal, sum Gurðið Hansdóttir hevur parafraserað yvir, fari eg at ynskja øllum eitt gott vár.