Eitt globaliserað tjaldur

Grækarismessurøða hildin í Miðvági 5100900338_efcec289a6_z

“Jú, víst kenni eg eisini ta bleytu, táramjúku sorg, sum sveipar seg um hjartað, tá ið fuglurin flytur, leyvini blikna, og urtir og grøs følna og doyggja.” Soleiðis sigur Sverre Patursson í hugleiðingini Sveimandi hugur, og vit vita, at so er,

Vit keypa okkum sólir fyri at halda køvandi myrkrinum burturi, vit ferðast til onnur lond fyri at fáa eitt sindur av hita í kroppin, og vit flyta klokkuna fyri at halda ljósinum føstum eitt sindur longur. Og man tað ikki vera tí, at vit  byrja at skimast rundan um okkum, tá ið jólini eru farin afturum, og eitt nýtt ár er byrjað, fyri at síggja bara eitt evarska lítið tekin um, at tað kanska enn einaferð fer at vára.

Ja vit mugu mangan sanna, at henda árstíðin er, sum Mikkjal á Ryggi yrkir:

Trútnar bróst og duratræ,

dryppar gjøgnum nævur;

Trekt og tungt gerst sinnalag;

Veðursjúkur maður

missir bæði hug og megn.

Regn og regn og meiri regn.

Vit hava gingið uttan fyri í garðinum og hugt eftir, um nú snjóklokkurnar eru komnar upp undan bara eitt lítið vet. Tað er, sum um vónin um betri tíðir liggur í hesum lítla gróðrinum, sum vit bíða eftir, skal stinga høvdið upp undan svørtu moldini.

Og so knappliga ein dag er hon har! Sjálvt um tú sært kavan liggja hvítan uppi í fjøllunum, so hevur henda lítla urtin sprongt sær veg upp úr moldini við boð um vár.

Sama er við tjaldrinum: hesa tíðina hyggja vit okkum væl um fyri at vita, um vit síggja henda svarta, snøgga fuglin, sum er boðberi okkara um ljósari tíðir.

Tvey av okkara mætu skøldum hava yrkt um tjaldrið og grækarismessu, báðir leggja dent á, at tað hevur verið langt burturi í øðrum londum. Jákup Dahl bjóðar tí vælkomnum úr ókendum, fjarskotnum londum, og Mikkjal á Ryggi spyr: hvat man teg úr pálmalondum draga norð at kuldastrondum?

Vit vita, og helst visti Mikkjal á Ryggi, at okkara tjaldur neyvan kemur úr pálmalondum, tað er bara at lesa Fuglabókina. Tað hevur dvalt á bretsku og írsku strondunum um veturin og er nú komið heim aftur til okkara. Kanska var tað júst tí, at bretsku hermenninir ma. valdu sær tjaldrið sum eitt súmbol upp á tíðina í Føroyum, tí at tað var eitt kært minni um heimlandið, og at tað líka sum var bindiliðið millum londini bæði Føroyar og Bretland. Í Sørvágs kirkju stendur glasmynd í einum rúti av einum tjaldri – ein mynd, sum ein skotskur hermaður læt kirkjuni í 1943.

Í 1943, fyri 70 árum síðani,  var eisini fyrsta almenna grækarismessuhald í Føroyum. Tað var jú Sverre Patursson, sum royndi at tosa søk fuglanna, sum saman við skótafylki Sigmunds Brestisonar skipaði fyri hesum haldi.

Grækarismessuhald er ein hátíðardagur fyri vónini, og tá, fyri 70 árum síðani mitt undir 2. veraldarbardaga, var sanniliga eisini orsøk at hava vón um betri tíðir. Stutt undan grækarismessu í 43 hevði týski herurin jú givið seg yvir í Stalingrad, og líkindini fyri friði vóru størri enn nakrantíð áður.

Tá tók Sverre orðini hjá Rasmusi Effersøe til sín um at lata smáfugl og heiðafugl fáa frið og ikki týna hann við byrsuni, í dag týna vit hann kanska ikki so nógv við byrsuni, sum við at gera okkum inn á sjálvt grundarlagið fyri hansara veru nevnliga náttúruni.

So tá ið vit í dag halda grækarismessu og gleðast um, at tjaldrið er afturkomið, er tað sanniliga ikki minni týðandi enn tá. Tjaldrið er ímyndin av várinum og vónini, av øllum sum fær lív aftur, av kærleikanum, sum tekur seg upp millum ung, um betri tíðir og um ljós aftaná myrkur.

Spurningurin er so, um vit ikki eiga at víðka um týdningin av grækarismessuhaldinum. Tí um vit ætla okkum framvegis at liva væl á hesum bláa knøttinum, so mugu vit ressast og hugsa um umhvørvið, um dálking, um veðurlagsbroytingar, sjálvt um tað er av hundanum til, og vit helst vilja sleppa at lata eyguni aftur og lata alt ganga sína gongd.

Flestu okkara hugsa einamest um gerandisdagin, um pengapungin og um mat í munnin. Hvussu vit skulu klára okkum og geva børnum okkara vón um eina framtíð, men veruleikin er tann, at vit noyðast at hugsa um annað enn bara búkin.

Í dag finnast, trúgv tað um tú vilt, veðurlagssálarfrøðingar, og teir brúka somu ástøði sum Sigmund Freud á sinni um menniskjans evni at beina frá okkum tað, sum vit ikki orka at síggja í eyguni. Í Noregi hava tey kannað, um fólk stúra fyri veðurlagsviðurskiftum, og tað vísir seg, at talið av fólki, sum stúra, minkar ár undan ári. Hetta kalla veðurlagssálarfrøðingar eitt veðurlagsparadoks, at samstundis sum fleiri og fleiri ógvisligar hendingar fara fram sum til dømis ódnin Katrina og Sandy í USA, at ísurin í Arktis bráðnar, og frostmýrarnar fara í upploysn, so leggja vit minni í, og samfelagið vísir minni vilja at gera nakað.

Okkum nýtist tó ikki at fara heilt til Noregs at leita eftir fólki, sum letur eyguni aftur fyri veruleikanum. Tak bara grindina td. Hvussu ill eru vit ikki inn á Pál Weihe, sum er so frekur at siga, at grind ikki er fólkamatur? Sum var tað Pál Weihesa skyld, at so var! Tað er ringt at sleppa burtur úr gomlum vanum og sleppa dreyminum um, at alt ikki er, sum tað hevur verið.

Ein partur av orsøkini er sjálvandi, at vit ikki skilja. Vit vita ikki, hvat vit skulu gera, og haraftrat eru vit læst føst í ein lívstíl og í einari samfelagsskipan, sum inniber at vit flyta okkum í bili, flogførum og bátum og keypa mat, sum fer ógemeina illa við umhvørvinum og náttúruni.

Hvat skal eg gera, tá eg á billettini, sum eg havi keypt mær til Íslands, verði ynskt góða ferð, og at ætlaða miðalvirðið fyri leka av CO2 er 271,24 kg/persón?

Men sjálvt um eg ikki her og nú fái gjørt nakað við CO2 lekan av flogferðini, so ber sjálvandi til at gera nakað bæði lokalt og globalt. Bæði tú sjálv (ella sjálvur), tín kommuna og landsins myndugleikar hava eina ábyrgd og eiga at arbeiða við málum, sum er grundað á, at tað ber til at loysa ein trupulleika heldur enn at koma við dómadagsprædikum.

Og at tað letur seg gera, vita vit. Vit hava dømi her í bygdini við nýggja barnagarðinum, sjónum, sum verður brúktur sum orkukelda í Sørvági. Ja, bara hetta at sleppa av við battarí í Keypssamtøkuni, hevur nakað at siga fyri umhvørvið.

Og so noyðist eg at nevna eitt øki her hjá okkum: Mykines, sum seinasta ár kom inn undir Ramsar sáttmálan við sínum 250.000 pørum av fugli av 15 ymsum sløgum. Her verður sagt, at hóttanin fyri Mykines liggur í umhvørvisbroytingum orsakað av veðurlagsbroytingum, sum helst longu hevur órógvað føðiketuna hjá sjófugli í Norðuratlantshavi og hevur skert klekingarevnini á staðnum. Haraftrat fær fuglalívið ampa av stóra ferðafólkastreyminum í oynni.

Vit eiga at taka hetta í størsta álvara, ja so stórum, at tá ið øll hesi gliturheftini verða gjørd um, hvussu fantastiskar Føroyar eru, so at geva rúm fyri ásetingum til ferðafólk um, hvat tað kann loyva sær í føroysku náttúrini. Vit eiga sjálvandi at verja fuglin og avmerkja gonguleiðir, har ferðafólk kann ganga, ongin orsøk er at loyva tær og mær so nær, at vit næstan kunnu nerta við fuglin. Men sum er, gera vit millum lítið og onki.

Vit búgva øll á hesum bláa knøttinum og verða ávirkað av øllum, sum fer fram. Vit vita, at tað ikki bara er okkara skyld, at grindin er full av kviksilvuri, og at fuglurin hevur fullan maga av plastikki, tað er heldur ikki av ongum, at øll miðlafólk heftu seg við orðini í innsetingarrøðuni hjá Barack Obama um at reagera upp á hóttanina við veðurlagsbroytingum, tí at vit vita, at um vit ikki gera tað, so svíkja vit børn okkara og komandi ættarlið.

Og vit leggja serligan týdning í fyri okkum positivar politiskar hendingar, sum fara fram um várið. Tey tilkomnu millum okkum minnast kanska várið í Prag, tá ið kekkar royndu at sleppa undan sovjetiskum oki, og vit fylgja spent við í arabiska várinum og vóna, at eisini tað fólkið fær demokratisk rættindi. Ja, og skiltu tey føroyskt, so kundu tey eisini sungið við Jákupi Dahl: So langt er her enn, til ein frælsis sól, kann summar um landið alt ala, tí fólkið enn svevur sín vetrarblund; so seint búgvast spírur at næla.

Nú tveir dagar eftir altjóða kvinnudagin havi eg hug at vísa á, at kvinnur hava stóran leiklut í loysn av veðurlags- og dálkingartrupulleikum. Tað hava menn sjálvandi eisini, men vit mangla at fáa kvinnuna við inn á banan, tí hon hevur mangan heilt aðra fatan av, hvussu eitt mál skal loysast. Óndar tungur vilja enntá vera við, at tað er munur á kvinnum og monnum. Meðan menn tosa um hvat gerast skal, so fara kvinnurnar í gongd at gera nakað við tað. Men sum sagt, hetta eru bara óndar tungur!

Tó so, á fundi í samband við Nordic Cool tiltakið í USA hava umhvørvisráðharrar í Norðurlondum, tó ikki í Føroyum, havt fund um júst hetta evnið, har semja var um, at Norðurlond í felag eiga at fara í holt við stríðið ímóti veðurlagsbroytingum, fyri lívfrøðiligum margfeldi og hugsa um hvussu vit framleiða matvøru so vistfrøðiliga sum gjørligt, og at tað ikki slepst undan at taka javnstøðuspurningin við inn í myndina, av tí at kvinnur og menn ávirka umhvørvið og veðurlagið á hvør sín hátt.

Morgun í mars

Hjartað: eitt tjaldur

flýgur til tín

Sólin er bjørt,

tí vit eru saman.

Hoyrir tú tjaldrið?

Várið er komið

Við yrkingini Morgun í mars hjá Guðrið Helmsdal, sum Gurðið Hansdóttir hevur parafraserað yvir, fari eg at ynskja øllum eitt gott vár.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s