Tjóðveldi fyri ein hvønn prís

1Republik-Hoboken

Nú skal man ikki trúgva øllum, sum stendur skrivað, men eg má siga, at tað trongdist fyri bringuni, tá eg las, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag mælir frá at fara í samgongu við Javnaðarflokkin, niðurstøðuna av tí vita vit øll, so skal Tjóðveldið fara í samgongu við Fólkaflokkin, kanska enntá við hjálp frá Miðflokkinum.

When will they ever learn?

Ella tað er kanska ikki tað, sakin snýr seg um, tað er kanska tað, at man fyri einhvønn prís vil hava tjóðveldi, kosta hvat tað vil, og at man í grundini veruliga er so afturhaldssinnað, at man vil leggja seg undir valdsharrrarnar í Fólkaflokkinum? Tí tað er sanniliga tað einasta, Tjóðveldið hevur fingið burtur úr at vera í samgongu við henda flokk. Hann spelar undan gjørdum avtalum og skítir á, at tað eru fólk í Føroyum, sum liva frá hondini í munnin. Tað er bara at hyggja at vaksandi talinum av fólki, sum fær jólahjálp frá filantropum í hesum landinum!

Hetta er flokkurin, sum sigur, at lestrarstuðulin skeiklar landsbúskapin, at tey lesandi føra okkum út í fíggjarligt óføri, hetta er eisini flokkurin, sum sær niður á lesandi fólk, hann dugir slett ikki at síggja, at tey eru ein fongur fyri okkara land.

Hetta er flokkurin, sum hevur givið okkum eina skattalóg, sum lívgar teimum vælbjargaðu, og hann hevur gjørt tað so smart, at hon glíður væl niður um hjá meinigmanni, tí hann jú sær, at hann fær nøkur oyru eyka at brúka, løtuvinningur er sum kunnugt ikki at kimsa at hjá tí, sum stendur illa í tí.

Hetta er flokkurin, sum hatar alt alment so nógv, at hann vil hava almennar tænastuveitingar út til vinnumarknaðin at reka og vil einskilja almennar vinnufyritøkur, sum í fyrstu atløgu kann ljóða øgiliga lokkandi, men sum í aðru atløgu kann merkja, at tænastur fara fyri skeyti á altvaldandi marknaðarmyllini.

Hetta er flokkurin, sum við einum pennastroki avtók Landsbanka Føroya og gjørdi ein smarta umrokering av stjórum í vón um, at vit onki hoyra frá teimum aftur.

Summa summarum:

Hetta er flokkurin, sum kom við flatskattinum og setti forskatting av pensjónum í verk, avtók Landsbankan, hækkaði blokkstuðulin, niðurlagaði Mentanargrunnin, arbeiðir við at áseta brúkaragjøld á vælferðartænastur og ætlar at privatisera fiskivinnuna.

Forsprákarin fyri at útihýsa Javnaðarflokkinum er tann orðríki Torbjørn Jacobsen, og eg vil geva honum púra rætt í tí, at áheitanin frá Jóannesi Eidesgaard um, at Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin gera eina blokkavtalu er taktisk, men tað hevði kanska verið taktist smart av Tjóðveldinum ikki púra at afturvíst Javnaðarflokkinum, nú tann flokkurin hevur kvett eina av greinunum, hann situr á.

Hinvegin er júst Torbjørn talsmaður fyri einum ráki í tjóðskaparligu ismuni, sum eg ræðist: blindni, ikki at vilja ásanna, at tað eru nógv fólk í hesum landinum, sum hava brúk fyri hjálp bæði so og so, og sum ikki hava orku ella yvirskot til at hugsa um nakað so luksuriøst sum frælsi, tá ið gerandisdagurin ovbyrjar tey  …

Torbjørn Jacobsen sigur í grein á tjodveldi.fo:

“Tjóðveldi t.d. er stovnað sum avleiðing av afturstignum í frælsisstríðnum eftir seinru stríðsárini. Stevna og stevnumið liggja á vinstrahalla bógnum, men fyrsta raðfestingin er frælsisstríðið og strembanin fram ímóti føroysku Republikkini, lat ongan iva vera um tað.” (Vinstrahellingin en bloc. 20 februar 2013)

Og í somu grein sigur hann:

“Í einum føroyskum stati verður ikki tørvur á fleiri enn tveimum flokkum, og fílurin í tinghúsinum, sum gerst alt meiri bulmikil við tíðini, hevði verið avlívaður, og til hevði borið at rikið politikk sum tað sømir seg í einum veruligum fólkaræði, har allur rættur og full ábyrgd eru tvær alin av sama vadmali.”

Eg sigi bara eitt: eg taki ikki undir við einum manni, sum fatar republikkina sum eitt mantra við at skriva hana við stórum, og sum er ivaleysur í, at tað ikki er brúk fyri meira enn tveimum flokkum á tingi, tá ið republikkin er veruleiki. Hinvegin fegnist eg um fólkini, sum Tjóðveldið hevur sitandi á tingi, tey hava øll víst í verki, at tey vilja meiniga føroyinginum væl, tað eru tað sanniliga eisini nøkur í Javnaðarflokkinum, sum vilja. Hinvegin dugi eg ongan at finna í Fólkaflokkinum við somu visjónum, hvørki fyri fólki ella landi, so hví er tað so altavgerandi at fríggja til teirra?

2 thoughts on “Tjóðveldi fyri ein hvønn prís

  1. Ája, Marna! Vit hava ein trupuleika, og hann er, at minst – minst helvtin í Javnaðarflokkinum ikki vil vita av okkum; Oldurin, Gerhard, Sjúrður o.fl. Satt at siga vænti eg við 90% vissu, at ein heimastýrissamgonga verður skipa við B+C+D. Og so sita vit aftur í andstøðu. Eri stórliga bangin fyri at eg fái rætt😦

  2. At Javnaðarflokkurin vil SAMBAND fyri ein hvönn prís, ger í praksis, at hann útihýsir eini mið vinstra samgongu. Trábeitna sambandsstevnan hjá Akseli Johannesen forkemur möguleikanum fyri, at broytingar henda næstu árini, væl at merkja, um fólkaflokkurin ikki skyftir kós. Tað letur til, at fólkaflokkurin hevur buktina og báðar endarnar, og tað kunnu vit fyrst av öllum takka javnaðarflokkinm fyri.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s