Gleðilegt sumar!

IMG_1641

Havi verið í Íslandi hesa vikuna, hetta var aðru ferð, eg vitjaði grannarnar fyri vestan, og ein kennir seg sum heima, ongin ivi um tað.

Vitjanin var í samband við ráðstevnu um barnabókmentir, sum stovnur Vigdís Finnbogadóttur stóð fyri. Og tvær ferðir untist mær at síggja hesa fryntligu konu. Bæði fyrikomandi og ein fyrimynd!

Flaggdagurin 25. apríl er fyrsti summardagur í Íslandi, sjálvandi eftir gamla heidna kalendaranum. Henda dag er siður at ynskja hvør øðrum gleðiligt summar.

Eitt, sum slær meg ferð eftir ferð, tá eg hitti íslendarar, er, hvussu avklárað tey eru við seg sjálvi, sína mentan og mál. Meðan vit her á landi bæði í bløðum og ikki um at tala á facebook ferð eftir ferð hoyra grátan og gremjan um mál okkara, sum allarhelst er alt ov føroyskt og haraftrat er fullkomiliga ógjørligt at læra, so at tað er upp á hægstu tíð at farið verður yvir at skriva ljóðskrift, so øll kunnu vera við.

Gud forbarmi seg, sigi eg bara!

Har í landinum setur man ein æru í at fara væl við málinum, ongin skammast av tí! Og um alt ikki er fyrsta floks og so ólukksáliga væl eydnað, so er bara at royna aftur. Og alt er á íslendskum, bløðini, vørurnar í handlinum, osfr osfr og fyri mær at síggja, eru tey ikki heimføðisligari fyri tað. Heldur tvørturímóti vil eg siga. Og glað við sítt egna og viss um, at íslendskt er teirra mál, tað eru tey so ivaleys í og eru komin so langt víðari og kunnu konsentrera seg um annað enn altíð at skula orsaka seg við at tosa og skriva á íslendskum, sum vit í hesum landinum ferð eftir ferð noyðast.IMG_1639

562568_10151635575581189_1687725299_nFráfaringardagin var stór samkoma í miðbýnum í Reykjavík fyri Jóhonnu Sigurðardóttur. Eg eri so heppin at kenna konu Jóhonnu, Jóninu, sum er ein sera vitug kona og blíð aftrat. Kom hon ikki út til ráðstevnustaðið at heilsa uppá og drekka ein kaffimunn saman við mær! Hóast tær báðar høvdu úr at gera við at skipa fyri fráfaringarveitslum, nú Jóhanna gevst í politikkki aftaná 35 ár. Hon var stórliga fagnað við rósum av fólki, sum vildu takka henni fyri arbeiðið, henda dagin leiðin hjá mær gekk heim aftur.

Heimkomin verði eg heiðrað næstan sum Jóhanna. Hanus og Marjun koma vestur við blómutyssi, og bilurin er vaskaður og skimmaður innan, so hann sær út sum nýggjur. Ein fantastisk føðingardagsgáva at fáa, og tá so einkarsonurin fer undir at gera døgurða til okkum øll, so er tað eitt prógv um, at eg hóast alt kanska havi ávirkað hann eitt sindur feministiska vegin, og tað skammast hann ikki av, tvørturímóti.

IMG_1646

So gleðiligt summar øll somul!