Hvør gongur undan, og hvør darlar aftaná?

Í samband við gallupkanningina, sum er gjørd av spurninginum, um føroyingar taka undir við, at samkynd skulu sleppa at giftast, kom eg at hugsa um hesa røðuna, sum eg helt í 2006 á Læraraskúlanum í sambandi við, at Tjóðveldisflokkurin (sum hann æt tá) fylti 60 ár. Okkurt er helst merkt av tíðarinnar tonn, men tíverri er tað mesta enn galdandi her á landi og ikki bara fyri tjóðveldisfólk.

gallup_(3)-660x420

 (Mynd: Mortan Mortensen)

Eg vænti, at tey flestu her inni eru komin, tí at tey hava eina vón um einar frælsar Føroyar um ikki so alt ov langa tíð.

Tí havi eg als ikki fyri neyðini at royna at yvirtala nakran at umhugsa tankan um loysing og einar sjálvstøðugar Føroyar.

Eg havi fyri alt tað heldur ongan hug at syngja halleluja sangir um, hvussu raskur, góður og ótrúligur TF hevur verið øll hesi árini, víst hevur hann í mongum førum verið bæði raskur, góður og ótrúligur, men hatta vita vit herinni øll longu.

Eg fari heldur at loyva mær at filosofera eitt sindur um, hvussu eg vil hava, at mín flokkur skal bera seg at, fyri at eg við virðing og stoltleika kann siga, at TF er frægasti flokkur á tingi.

Og nakað restar í …

Ikki er nóg mikið at tosa um loysing og sjálvbjargni, neyðugt er eisini at seta hesi hugtøk inn í ein breiðari samanhang.

TF hevur eitt politiskt stevnumið, sum deils er grundað á ein søguligan veruleika, sum hevur sett treytirnar fyri stevnumiðnum, deils grundað á ein nútímans veruleika og tær broyttu treytir, hesin veruleikin setur til eitt virðiligt lív fyri hvønn einstakan borgara.

Hetta ljóðar alt so sólaklárt, og Gud gævi at so var, tí altíð stingur okkurt forargiligt seg upp úr hópinum og krevur onkran heilt annan rætt enn tann, vit øll kunnu semjast um, er tann einasti rætti.

Tí í grundini eru vit flest øll samd um tað sama: at vit hava rætt til arbeiði, bústað, at savnast í feløg, at siga og skriva tað vit hugsa, at ognir skulu verjast, at øll børn eiga rætt til undirvísing, at vit ikki eiga at diskriminera vegna kyn, rasu og trúgv o. s. fr.

Men onkursvegna er okkurt forargiligt har úti, tí hvørja ferð vit fara at tosa um rættindi, so stingur eitt ljótt trýn seg burtur úr rúgvuni og krevur t.d. frían abort, og hey, so fer alt at rilla: tí hetta er jú ikki partur av mannarættindum, hetta er ikki universalt krav um rætt at ráða yvir egnum kroppi, nei tvørturímóti, og ljóta trýnið á neyðars gentuni, ið hevur abortin fyri neyðuni, verður hótt við báli og brandi. Hon skal so aldrin sleppa snikkasleys burtur úr slíkum kravi.

Enn hómast nøkur ljót kvinnutrýn, sum vilja vera við, at sjálvt um ein partur, so lítil sum mikronesia, av teimum við pengum og valdi, eru kvinnur –  so er tað enn soleiðis, at størsti parturin av kvinnum bæði lokalt og globalt eru fyri vanbýti hvat viðvíkur frælsi. Enn hava tær verst løntu størvini, minstu møguleikarnar fyri at verða uppfluttar í hægri størv, enn hava tær høvuðsábyrgdina av 99,9% av øllum, sum hevur við heimligu endurframleiðsluna at gera, ella sagt við menniskjamáli, av matinum, klæðunum, vaskinum og uppalingini og øllum, ið har til hoyrir, og enn verða tær kallaðar løgtingsmenn, landstýrismenn, formenn, stýrimenn, umboðsmenn, sýslumenn – need I say more?

Og enn er hugburðurin til kvinnuna niðrandi, tí tá ið eg fari á fund í sparikassanum at hoyra um, hvussu óluksáliga býtt eg havi verið, og at eg als ikki havi dugað við pengum, – at fáa teir at yngla, so at siga, –  eg havi jú bara hugsað um at yngla børn, –  so fái eg eitt gávukort stungið í hondina, har tað stendur, at eg fyri 400 kr. kann fara at fáa mær eina andlitsviðgerð, tá eg nógv heldur vildi havt eina aktiu.

Eg umhugsi stutta løtu, um eg skal spyrja um 50 kr. er nóg mikið at seta í aktiur, men komi fram til, at ikki er tað vert ómakin, tí so fer pr. sjefurin skríggjandi um koll av látursherðindum, og eg spæli mær av við gávukortið til andlitsviðgerðina, tí hon sjálv í svarta klædninginum har frammi missir bæði nøs og munn og má fáa mítt gávukort til ein eyka umgang av andlitsviðgerð.

Og so er tað allarljótasta trýnið í øllum heiminum, trýnið á tí samkynda, sum vit í nógv ár hava roynt at trýst afturum onkustaðni, men sum nú kemur trokandi fram og vil hava somu rættindi sum ein hvør annar borgari. Rætt at sleppa at ganga í frið  á gøtuni, at sleppa undan at verða hunddálkað í bløðunum, at sleppa undan at verða happað av politikarum, og teimum sum eru ordiliga kristin ella rættari frelst, at sleppa undan at verða noktað at vera lærarar og pedagogar, at sleppa undan at verða noktað at vera mammur og pápar, ja listin er óendaligur, tað er bara, sum maðurin segði, hugflogið, ið setur markið …

Men hví taka hetta fram í kvøld, á einari kvøldsetu, sum TF skipar fyri? Hvat hevur TF við hetta at gera? Er TF ikki ein frælslyntur flokkur, vil hann ikki øllum væl?

Jú, víst vil hann øllum væl, men hann torir bara ikki altíð at fremja rættvísi.

Í einum heiðursriti, Bókmentaljós, sum herfyri varð givið út í samband við føðingardag Turið Sigurðardóttur, stendur ein grein at lesa hjá íslendinginum Þorvaldi Kristiansson.

Greinin  snýr seg um spurningin – Hvar eg hoyri heima – væl at merkja – hvar ella hvussu ein samkyndur kennir seg heima í bygd síni og landi sínum.

Ísland, sum er fyrimyndin hjá mongum fullveldisfólki her á landi, er fremst í øllum londum í heiminum, hvat viðvíkur sjálvsøgd menniskjalig rættindi – eisini hjá samkyndum.

Lógin um skrásett parlag varð sett í gildi í Íslandi í 1996, og í ár hevur Altingið givið samkyndum somu familjurættindi – og trygd, sum aðrir borgarar hava í landinum.

Tí kann Ísland rósa sær av at vera fremst millum heimsins tjóðir, tá ið umræður rættarstøðuna hjá øllum borgarum í landinum.

Og tey hava alla orsøk at rósa sær: tí, sum Þorvaldur Kristiansson sigur um hetta at tryggja rættindini hjá øllum borgarum: “tá gekk Altingið beinleiðis undan fólkaviljanum og kravdi, at fólkið endurmetti síni fórdómsfullu sjónarmið.”

Tá ið eg las hesa orðingina: at ganga undan fólkaviljanum, kom eg at hugsa um mín flokk, sum nærum fer í snúningar fyri at koma sær burtur úr trupulleikunum við hesum og øðrum viðkvomum málum. Ein standard loysn er, at øll atkvøða, sum teimum lystir, tað verður hildið at vera sera demokratiskt.

Hvat skulu allir skeivir eksistensar gera: tey sum ikki tora at taka rívan til, tey sum ikki hóska inn í tær vøkru orðingarnar í okkara komandi grundlóg, tær sum vilja hava rætt at ráða yvir egnum kroppi, tær sum vilja hava javnrætt, tey samkyndu, tey heimleysu, sálarsjúku, brekaðu, børnini?

Vit eru væl øll partar av loysingini og sjálvsavgerðarrættinum, vit skulu væl øll velja rættin at ráða í egnum landi.

“Tá ið Altingið slóðaði fyri tjóðini, mátti hon fylgja við” sigur Þorvaldur Kristiansson.

Eg vænti ikki, at nakað slóðbrótandi hendir við sitandi samgongu, men vildi ynskt at eg kundi sagt tað sama um mín flokk TF, sum Þorvaldur Kristiansson sigur um sítt fólkavalda lóggávuvald.

Politiska stevnumiðið nú 60 ár seinni er ikki bert grundað á at velja samband ella loysing – Sigmund ella Trónd – men líka nógv grundað á tann veruleika, vit øll somul liva í.

 

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s