Nakað so ótrúligt hendi 4. juni í Dimmu. Kvinnur vóru evni í tveimum yvirskriftum á forsíðuni. Boðað var frá, at kvinnur ikki vera tiknar í álvara, og at fátækradømi fyrst og fremst rakar kvinnur. Og blaðar tú eitt sindur longri inn í blaðið stendur ein viðmerking um ætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum at taka pengar frá stakgreinalesandi fyri hvørt einstakt ECTS-stig.
Allar hesar tríggjar greinirnar hanga saman – felagsnevnarin er tey vánligu korini, vit bjóða kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, at fátækradømi, sum Annlis Bjarkhamar sigur, rakar serliga kvinnur. Óluva í Gong. forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, kallar hetta ein samfelagstrupulleika og ikki bara ein fakfelagstrupulleika og sipar helst til kanningar og annað, sum er gjørt rundan um hetta, at talið av kvinnum fækkast við rúkandi ferð.
Greinskrivaríið kemst helst, av at Tórshavnar kommuna søkir eftir fólki, og at av teimum 26 størvunum eru bert 5 teirra fulltíðarstørv. Landsjúkrahúsið søkir eftir 15 fólkum, og av teimum eru bert 3 fulltíðarstørv.
Ongin ivi er um, at parttíðarstørvini eru størv, sum serliga verða røkt av kvinnum.
Sami trupulleiki er við Setrinum og hesum at gjalda fyri ECTS-stig – hetta kemur eisini at raka kvinnur í ólukkumát.
Vit vita, at kvinnur fáa ikki líka nógv í løn sum menn. Trupulleikin er, at alt ov fáar kanningar eru gjørdar av hesum – ma. stendur soleiðis á frálíku heimasíðuni hjá Samtak:
Hóast tað er lógarfest, at kvinnur og menn skulu fáa somu løn fyri sama arbeiði, so er lønarmunur stórur millum kynini. Hví so stórur munur er, finnast tað ongar beinleiðis kanningar av í Føroyum.
Samtak mælir til:
- At umfatandi lønarkanningar verða gjørdar, sum greina, hví tað er stórur munur á lønum í Føroyum.
- At Javnstøðulógin frá 1994 verður eftirmett og dagførd
- At verulig tiltøk verða gjørd, sum økja leiklutin hjá kvinnum í politikki, m.a. skulu Føroyar gerast til eitt valdømi ella skal býtislykilin fyri valdømini broytast
- At lógin um barnsburðarfarloyvi verður broytt og betra m.a. skulu pápar tillutast eina barnsburðarkvotu
- At umfatandi kanningar verða gjørdar av javnstøðu í Føroyum. Hetta eigir Vinnumálaráðið og Javnstøðunevndin at skipa fyri
Hetta er í ógvuliga góðum samsvari við tilmælini frá ST um mannarættindastøðuna í Føroyum!
ConcludingObservationsfráhoyringini10.mai[1]
Tað verður mangan sagt, at tað at arbeiða við kvinnusakini er óneyðugt, og tey einastu sum forða fyri javnrættindi eru kvinnurnar sjálvar, men at so er ikki, kunnu bæði Dimma og ST og Samtak og Hagstovan prógva.
Eg minnist ta tíð, tá ið flakakonur skuldu sita og bíða eftir arbeiði á flakavirkinum og næstan ikki høvdu pengar til nylonsokkar. Helst er nógv gjørt at betra um hesa støðu, ma. fingu arbeiðarakvinnur góða hjálp frá eldsálini Ingeborg Winther, tann tíð tað var.
Men eg kundi ikki lata vera at hyggja inn á Hagstovuna at vita, hvussu stóð til við lønum í fiskavøruídnaðinum. Samlaðu tølini av lønarútgjaldi fyri 2012 eru hesi:
Menn: 187.552
Kvinnur: 116.586
Eg veit so sjálvandi ikki, hví so er, men at munur er á ’monnum’ er týðiligt!