Ammuheilar

Herfyri fekk ein kaffistova í Keypmannahavn viðhald í tí at banna mammum at hava barn á brósti inni í kaffistovuni. Tað hevur fingið ilt í nógvar danskar mammur, sum ikki vilja finna seg í at hava skerdar møguleikar at fara hagar tær vilja við sínum nýføðingi, tí at tær sum kunnugt hava matin uppi á sær.

Hetta at banna tílíkum sum at geva bróst í almenna rúminum, hevur helst samband við tann økjandi tendensin at krympa lørini saman og hugsa um fosturlandið.

Hetta krympilsið er ikki av nýggjari dato – tað hava altíð verið ambivalentar kenslur uppi í hesum at geva bróst. Bróst á kvinnum hava jú bæði eina reint biologiska funktión at kunna geva børnum mjólk og eina seksuella, sum gevur monnum og kvinnum seksuella njóting.

Fert tú at hyggja at málningalistini er ongin endi á motivum av Mariu og jesusbarninum, hon hevur á brósti. Har verður onki yvirlatið til eventualitetirnar – bróstið á Mariu moy verður endurgivið, so at tú skuldi trúð, at kristindómurin gekk fult og heilt inn fyri at vísa nakið hold, og helst hevur kristindómurin gjørt tað eisini til tíðir, serliga katolikkar, men tá ið Luther var í velmaktini, vildi hann hava eitt annað nakið hold fram um bróstið á Mariu moy – honum dámdi betur Kristus á krossinum.

At ein onnur religión, sum ger meira og meira um seg í vesturheiminum, fullkomiliga bannar naknum holdi og hári í almenna rúminum, ger ikki sakina lættari fyri bróstagevandi konur.

tine

Vit, sum vóru ungar í sjeytiárunum, minnast hendingina inni í Borgerrepræsentationen í 1974, tá ið reyðsokkurin Tine Schmedes hevði sítt lítla barn á brósti – myndin fór um allan heim og gjørdist fyrimynd fyri mangar kvinnur – hon setti so at siga kvinnur fríar – tær kundu nú fara út um heimið – taka lut í politiskum arbeiði ella hvat tað skuldi vera – uttan mun til um tær høvdu børn á brósti.

Tað fær meg at hugsa um, tá eg flutti aftur til Føroyar og júst hevði átt næsta barnið. Eg var farin í SMS at keypa, og knappliga gjørdist mín lítli ungi frá sær sjálvari av svongd, og eg setti meg bara á ein bonk og gav henni bróst. Men tað skuldi eg helst ikki havt gjørt, tí tað vóru fleiri fólk, sum rendu á veggir og stólpar, og hvat veit eg, tí at tey vóru um at stara eyguni úr sær. Eg hugsaði meg tvær ferðir um eftir tað, áðrenn eg blottaði meg aftur á almennum staði. Tó hoyrir við til sms-søguna, at ein rithøvdunur kom framvið, meðan eg sat og gav bróst, sum gav mær nógv vøkur orð við á vegnum. Hon rendi ikki á nakað, skal eg heilsa og siga …

Sjálvt um vit hava eitt ótal av málningum av einari bróstagevandi Mariu, so hevur henda bróstmóðurin (amman) als ikki verið so væl sædd. Vit vita, at í øðrum londum góvu konurnar í yvirstættini ikki bróst – tað høvdu tær aðrar konur til – fátækar konur, sum áttu børn alla tíðina, og tí høvdu nóg mikið av mjólk at lata frá sær. Um tað vóru yvirstættarkonurnar sjálvar ella menninir hjá yvirstættakonunum, sum vildu hava tað so, veit eg ikki.

Gin Lane by William Hogarth

At hildið var at bróstageving var nakað vanvirðisligt og hoyrdi til undirstættina sæst m.a. av málninginum við heitinum Gin Lane, har er alt sum hildið verður at vera vanvirðisligt blandað saman, rúsdrekka, fátækradømi, nakið hold, deyði og ein bróstagevandi full kona úr undirstættini, sum er um at missa barnið úr føvinginum av fyllskapi.

Ja sjálvt orðabøkurnar halda lítið um ammur:  ammestuesnak og ammestuehistorie er nakað sum bundið verður saman við pátrúgv og einkisigandi suss.

ammestuehistorie

-n, -r

pátrúgv; det er ammestuehistorier, at storken kommer med de små børn tað er pátrúgv, at storkurin kemur við teimum smáu børnunum

ammestuesnak

-ken, einki flt.

bindiklubbaprát, konuprát, pátrúgv

Nú skal eg ikki koma at siga, at bindiklubbaprát pr. definitión er býtt prát, men helst er tað so sambært orðabókini.

Sama er við orðinum, sum nógv brúka, og sum tú ikki finnur í okkara orðabókum: ammuheili – tann heilin er ikki nógv at rópa hurra fyri – skal eg heilsa og siga. Og helst er tað so, at konur, sum hava børn á brósti, liva í síni egnu verð og hava nóg mikið í sær sjálvari. Tað sæst eisini í myndlistini – har bróstagevandi konur líka sum eru í sínum egna privata rúmi saman við barninum, har vit onnur onga atgongd hava.

Í bókini Morgun og kvøld eftir Jon Fosse, sum Sprotin fer at geva út í august, er júst ein sovorðin løta beint eftir, at konan hevur átt:

Hevur tú tað gott, Marta? sigur Ólavur

   og hann hugsar at hann mátti næstan siga okkurt, kundi ikki bara standa har og ikki siga nakað og fonglast eina sovorðna løtu, hugsar Ólavur har hann stendur við síðuna av songini har Marta hevur lítla Jóhannes á brósti og Marta svarar ikki og Ólavur sær Martu lata eyguni upp og hyggja at honum og hann skilir ikki eygu hennara, tey hyggja sum langt burturi frá einum staði og tey vita helst okkurt sum hann ikki sjálvur veit, og aldri hevur hann heilt havt skil fyri konufólki, okkurt vita tey, okkurt hann aldri skilir, okkurt tey ikki siga og vist heldur ikki kunnu siga, tí at tað ikki kann sigast

  Ja, sigur Marta so, lágmælt

   Tað var gott, sigur Ólavur

Danski journalisturin Johanne Mygind sigur í greinini Ammegeddon, at tá hon hoyrir bróstageving verða samanborna við at skifta menstruatiónsbind á almennum staði, so fær hon hug at fáa sær eini trý ella fýra børn aftrat og geva teimum bróst, til tey eru ellivu ár.

Med store mælkesvingende, strittende bryster over alt i det offentlige rum. (Johanne Mygind: Ammegeddon í kommunikationsforum.dk)

Hetta at banna bróstageving í almenna rúminum er eitt risa afturstig fyri kvinnur – bróstageving verður seksualiserað – nakað sum er fullkomiliga óhoyrt, umframt at tú skerjir møguleikar hjá kvinnum at taka lut í tí sama sum øll onnur taka lut í.

Vónandi fær hetta krympilsið ikki fastatøkur á okkum her á landi.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s